Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 2. februar 2009 27 Tað er ongin loyna, at Klaksvíkar kommuna ikki er fíggjarliga væl fyri løtuni, og útlitini eru ikki serliga bjørt beint nú. Kósavirkið er framvegis lukkað. Hetta er sera óheppið og hevur keðiligar ringvirkningar við sær. Her má og skal okkurt gerast fyri, at vit koma fyri okkum aftur. Klaksvíkar kommuna hevur ikki fíggjarligu orkuna í løtuni, og tí mugu allar góðar kreftir nú lyfta í felag. Havi áður nevnt, at landið skal gera íløgur her norð­ uri, sum skapa arbeiðs­ pláss, og vil eg framvegis minna okkara løgtings­ umboð á hetta. Tað eru 22 mill kr. settar av til tunnil norð um fjall, og er hetta eitt stig rætta vegin, men hví verður t. d. ikki byrjað uppá Trygdarmiðstøðina beinanveg. Teir seinastu mánaðirnir eru umleið 200 fólk blivin arbeiðsleys í kommuni. Vit hava arbeiðsloysisstuðulin, og er hetta ein góð hjálp, men ikki nóg mikið. Borg­ ararnir hava eisini rætt til eitt meira virðiligt lív, har tey sleppa til arbeiðis. Um ikki okkurt verður gjørt nú, sum fær gongd á aftur, so verður støðan ikki góð. Handlar og aðrar vinnur, sum eru tengdar at fiskivinnuni, merkja niðurgongdina sera væl. Vit hava áður upplivað, at Kósavirkið lat aftur. Hetta merktist so væl í býnum, at henda uppliving situr fast hjá teimum, sum upplivdu hesa tíðina. Nú er so Kósavirkið enn einaferð lukkað. Sjálvt um røddir hava verið frammi um, at tað ikki hevði so stóran týdning, um Kósa­ virkið lat aftur, so uppliva vit í dag í veruleikanum fullkomiliga tað øvugta. Hetta ávirkar øll í býnum, um vit vilja tað ella ei. Onnur lond hava eisini fíggjarkreppu í løtuni, og hava gjørt ymsar bjarging­ arætlanir, og tað er tann vegin, vit eisini skulu. Í Danmark t. d. verða íløgur spjaddar runt alt landið, tí har hevur stjórnin sæð, at hetta er gongda leiðin, nú tað privata ikki er væl fyri. Um onki verður gjørt, so skal man verða heilt vísur í, at alt samfelagið steðgar upp, samstundis, sum svart­ skygni ikki bjargar nøkrun. Fokus er nú sett á eldra­ økið í Føroyum. Hví ger landið so ikki einsamalt íløgur í ellis­ og røktar­ heim, flestu kommunur megna tað ikki, sum er. Her sleppa fólk til arbeiðis beinanvegin, samstundis, sum vit um fá ár hava nøkt­ að tørvin á røktarheims­ plássum. Nú tað ikki er so nógvur aktivitetur í sam­ felagnum, blívur byggingin heldur ikki so dýr. Løgmaður sigur, at vit eiga nógvan pening í yms­ um grunnum. Hevur løg­ maður ætlanir um at nýta hendan peningin ella part av honum til at gera íløgur við runt landið, ella hvussu…? Gerið íløgur runt alt landið, so tað munar! býráðslimur í Klaksvík ElsEbEth GunnlEyGs­ dóttur hansEn Í einum lesarabrævi seinasta leygardag upp á einar 15 linjur ella so fær Kai Vágfjall nevnt at kalla øll aktuell politisk mál, sum eru frammi í Føroyum hesi árini, og nakað væl aftrat Har eru millum annað: • fyrsti bankapakkin hjá stjórnini • annar bankapakkin hjá stjórnini • støðan til ES? • hvalaveiði í Suðurhøvum? • grindadráp í Føroyum? • føroysk umboðan í Fólkatingi? • ósemja millum løgmann og fólkatingsmann? Har aftrat hevur Vágdal serlig evnir; hann dugir at gita, hvat ið føroyski fólka­ tingsmaðurin Edmund Joensen fer at gera og meina í komandi málum, sum enn ikki hava verið fyri. Hann er eisini púra vísur í, at sami fólkatings­ maður tá, einaferð í fram­ tíðini, helst fer at ”svína Høgna Hoydal út”. Jamen, uhadada, tá verður synd í Høgna. Kanska gongur Edmund Joensen á skeið? Vágdal heldur seg eisini vita, at tá fólkatingsmað­ urin ikki situr í Fólkating­ inum, so gongur hann á skeið. Ja, hann leggur Edmund Joensen undir at ”ganga á skeið hjá fívlun­ um báðum Rolf Guttesen og Virgari Dalsgaard.” Men takk, takk. Harra Vágfjall, tað er mær ein stórur heiður at blíva mett­ ur (saman við Virgar Dals­ gaard) at vera ein tann størsti vandin móti Tjóð­ veldisflokkinum og full­ veldis­ideologiini. Sjálvur meti eg meg skeivt placeraðan í so máta, men tað verður harvið Eg kann fyri mín part siga, at eg enn ongantíð havi hitt Edmund Joen­ sen á máli í Keypmanna­ havn, men nakrar ferðir møtt honum á gøtuni í Havn. Hann hevur altíð verið blíður og fyrikom­ andi. Men somuleiðis plagar Hoydal eisini at vera smílandi og fittur at møta. Seinast eg hitti Hoydal, tað var á gøtuni millum Leigubúðina og Portugálið, tá tosaði hann mest um lásasmíð og lyklar. Tað er lætt, tá Verðin er svørt/hvít Tað, sum hevur fingið Vágfjall til skrivimaskin­ una, er at Edmund Joen­ sen og Hoydal ikki eru samdir í øllum málum, sum koma til viðgerðar í Fólkatinginum. At trúgvandi tjóðveld­ isfólk halda, at Hoydal er ein dámligur og fittur maður, tað vita vit. At teir eisini halda, at Ed­ mund Joensen er ein ódámligur og svikafullur maður, tað vita vit eis­ ini. Tað er einki nýtt í tí. Vágfjall uttan politiskt innihald Í grundini er hetta løgna lesarabræv hjá harra Vágfjall uttan politiskt innihald. Tað snýr seg meira um at brúka so nógv negativ orð sum gjørligt, hvørjaferð Edmund’sa navn verður nevnt: óður, í parti við dønum, háðaði, pínligt, bluff, fjas, renna ørindir, ímóti Føroyum, svína út, og fleiri. Men hetta er so mátin hjá (summum) tjóðveldismonnum. Politiskt ósamdir ella persónligt svínarí? rolf GuttEsEn Í londum sum Zimbabwe og Russlandi hava politisku myndugleikarnir ein veik­ leika, sum vit í vesturheim­ inum vanliga halda lítið um. Tey hava eina øgiliga trongd til at vilja blanda seg upp í, hvat lokala press­ an ger. Altso stjórnirnar í hesum londum. Soleiðis gera vit ikki í mentaða heiminum er norðan­ og vestanfyri. Ikki stjórnirnar í hvussu er. Tó við einum undantaki kortini. Í Føroyum hevur lóggevandi tingið, Guð hjálpi mær, funnið uppá, at tað skal “heita á” leiðsluna í landsins almenna kring­ varpi um at leggja ávísa sending ávísa tíð á degn­ um. Slíkt er óhoyrt í sivili­ seraðum landi. Tað er sjálvsagt, at biskupur og próstur, prestafelag, fyristøðufólk á ellisheimum og sambýlum, pensionistafelagskapir og hundraðtals privatpersónar heita á Kringvarp Føroya um ikki at flyta morgun­ lesturin. Tingfólk kundu so passandi lisið og hildið seg til Matteus 22.21. Persónliga haldi eg, at hasir tíggju minuttirnir kundu gott verið latnir teimum, sum lurta eftir hasi sendingini. Tey eru nógv. Kenni persónliga fleiri, sum harmast um hasa avgerðina. Men at landsins lóggev­ andi forsamling skal blanda seg í slíkt umsit­ ingarligt mál, hóast tað enn bara var við eini áheitan, er nokk so langt úti. Hvat verður tað næsta? Skal Løg­ tingið kanska velja ein programnevnd til Kring­ varpið og eina sensurnevnd fyri pressuna sum heild? Tað gera tey í londum sum Zimbabwe og Russlandi. Onkra klára løtu megnaði Jeltsin tó at taka hetta av, men eftirmenn hansara hava innsett góða, gamla KGB eftirlitið við pressuni aftur. Og teir journalistar, sum eru so mikið tápuligir, at teir siga sína meining, verða bara skotnir. So er friður. Ikki tí. Í Føroyum er hetta ikki ókent kortini, at tingmenn vilja blanda seg í slíkar avgerðir. Tí hevur til dømis Strandferðslan livað við í áravís. Varð ein ferða­ ætlan lýst, var næstan víst, at lokali tingmaðurin reisti stórmál á Løgtingi fyri at flyta rutuna ein hálvan tíma ella nakrar fjórðingar til næstu bygd, sum eisini skuldi hava sjóvegis sam­ band við umheimin. Slíkar eru treytirnar, umsitingin virkar undir í Føroyum. Og vit grenja um, at hon er dýr. Vælsignaði tingfólk. Fáið handan Sandoyar­ tunnilin gjørdan, so vit um ikki annað sleppa undan klandri um ferðaætlanina hjá Teistanum í framtíðini. Men kanska var tað bara eitt kærkomið høvi hjá tingfólki at lætta samvitsk­ una mótivegis stóra skaran­ um av pensionistum? So ivaleyst átti Kring­ varpið at sent morgun­ lesturin aftur fyrrapart. Tingfólk hava í hvussu er brúk fyri nøkrum góðum og uppbyggjandi orðum, áðrenn tey fara til arbeiðis. Tað gera tey í Zimbabwe og Russlandi journalistur Edvard í skorðini JoEnsEn Av røttum hevur fokus verið sett á spurningin um tørvin á røktarheimspláss­ um, tí sambært Nærverki­ num, hava heili 132 fólk bráfeingis tørv á búplássi, á røktarheimi ella eldra­ sambýli. Av hesum eru 71 í Suður­ streymoy, 11 í Vágum og Norðurstreymoy, 5 í Eystur­ oy, 25 í Norðoyggjum, 17 Suðuroy og 3 í Sandoy. T.v.s. at tørvurin er størst­ ur í Suðurstreymoy, Norð­ oyggjum og Suðuroy, með­ an tað stendur frægast til í Eysturoy. Rós skulu kommunurnar í Eysturoynni fáa fyri teirra prioritering av at byggja búpláss til tey eldru, bæði tá talan er um røktarheim (Runavík og Streymnesi), umframt tey 6 eldrasam­ býlini. Umframt hetta hevur Sjóvar kommuna søkt í fleiri ár, um at fáa loyvi til at gera eitt eldra­ sambýli á Strondum og eg vóni, at Rósa Samuelsen nú kemur at geva strand­ ingum loyvi til at fara undir byggingina. Hvør er tað sum byggir? Tað eru kommunurnar, sum eru byggiharrar, bæði av røktar­ og ellisheimum og av eldrasambýlum, og ikki landið. Parturin hjá landinum er at stuðla byggingini við 50%, tá ið talan er um røktarheim, tó hægst við 500.000,00 kr. fyri hvørt búfólki, og við 50.000,00 kr. fyri hvørt búfólki, tá ið tað snýr seg um eldra­ sambýli. Tað eru sostatt kommun­ urnar, sum standa fyri byggingini við fíggjar­ ligum stuðli frá landinum, men tá ið heimini eru tikin í brúk, rindar landið allan raksturin, burtursæð frá náttarvaktini á eldra­ sambýlum. Landið appelerar til bygging Sum ein eyka appel til kommunurnar um at fara undir at byggja, hevur samgongan samtykt at hækka stuðulsupphædd­ irnar til røktarheim upp í 800.000,00 kr. og til eldrasambýlir upp í 80.000,00 kr. fyri hvørt búfólkið. Hvat er at gera? Loysnin er, at Suður­ streymoy, Norðoyggjar og Suðuroy, ið eru økini, har ið tørvurin er størstur, fara í gongd at byggja búpláss til tey eldru, og at landið beinanvegin, sum eina brá­ feingis loysn, økir um heimahjálpina, so at øll okkara eldru fáa eina virðiliga tilveru, og verða passað á nøktandi hátt heima. Tørvandi røktarheimspláss Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin alfrEd olsEn Lesið Sosialin - so eru tit við viðmerkingar