Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 22 - 2. februar 2009 Tað ljóðaði gott, at Ísland bleiv føroyskur heimamarknaður, og umvent, men nú er heilt galið, nú mistu vit eisini okkara heimamarkna til íslendingar. Eijdisgaard, Johannesen, Kallsberg og Hoydal hava ikki ánilsi av, hvat teir hava gjørt ímóti føroya fólki við hasum ólukkuliga Hoyvíks­ sáttmálanum. Vit kunnu enn einaferð staðfesta skeivleikar í Hoy­ víkssáttmálanum. Nú gong­ ur tað út yvir byggivinnuna. Í hesum tíðum er alt umráð­ andi at føroyskar fyritøkur eru líkastillaðar í egnum landi, men nei ­ enn eina­ ferð er Hoyvíkssáttmálin ein forðing í egnum landi. Trúgv tí um tú vilt, tí nú kunnu íslendskar fyritøkur koma her til lands at arbeiða fyri 50,00 kr. um tíman við Hoyvíkssátt­ málanum í hondini og valsignilsi frá Føroya Løgtingi. – Fantastikst ­ Hetta merkir at íslend­ ingar kunnu útvega sær bíliga útlendska arbeiðs­ megi úr Evropa. Tey fáa arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í Íslandi og íslendingar kunnu við Hoyvíkssátt­ málanum í hondini bjóða uppá alt arbeiði í Føroyum fyri 50,00 kr. um tíman. Hetta má verða partur av visión 2015. Hetta er vilji løgtingsins, meðan tað Føroyska vinnulívið er fari at bløða, og fólk úr byggivinnuni verða uppsøgt í hópa tali. Arbeiðafeløgini rópa varsgóð, hetta gongur ikki, jú sigur Jørgin Niclasen, uttanríkismálaráðharri og formaður í Fólkaflokkinum, vit spara pening við hesum mátanum – enn ein fólka­ flokks fidusa, tær eru nú eftir hondini ikki so fáar. Eg fari at heita á hand­ verkarafeløgini, arbeiðara­ feløgini og verkafólk um at standa saman í hesum álvarsmáli, hetta má ikki henda í okkara landi, hetta er trælahald. Nú mugu fólk standa saman og steðga løgtingin­ um, so ørskapurin við Hoy­ víkssáttmálanum steðgar. Nú mugu vit endaliga gera upp við ójavnan í Hoyvíkssáttmálanum. Um polittikarnir ikki megna tað, kann hetta enda við reinum kaosi á arbeiðs­ marknaðinum, men kanska er hetta eisini partur av – visión 2015 ­ ­eingin veit. Áheitan á Føroya Løgting – setið Hoyvíkssáttmálan úr gildi til gagns fyri føroyingar. Tann fantastiski Íslandssáttmálin enn einaferð – størsta føroyska polittiska flopp í nýggjari tíð Annfinn Brekkstein Kæri/kæra Bjarni Djur­ holm, Alfred Olsen, Kári P. Hjøgaard, Heini O. Heinesen, Andrias Peter­ sen, Bill Justinussen, Jógvan á Lakjuni, Helgi Abrahamsen, Kári Peter­ sen, Heðin Zachariassen, Annita á Fríðriksmørk, Eyðgunn Samuelsen, John Johannesen, Rod­ mundur Nielsen, Karsten Hansen, Edmund Joen­ sen, Anfinn Kallsberg, Bjørn Kalsø, Poul Michel­ sen, Mikkjal Sørensen, Tórbjørn Jacobsen, Jasp­ ur Vang, Jákup Mikkel­ sen, Gerhard Lognberg, Vinjard Johansen og Marjus Dam Las tykkara lesarabræv og áheitan til Kringvarp Før­ oya í Sosialinum í gjár ­ 30. januar 2009. Helt faktiskt hin dagin, at topp­ urin var náddur, tá tit brúktu tíð á tingsins røðarapalli til hetta sama mál, sum lesarabrævið snýr seg um, men nei.... Eg má viðganga, at eg bleiv virkuliga ørg inn á tykkum. Eg kann ikki siga alt her, sum eg hugsaði, men tað vóru ikki penir tankar. Slett einki penir. Slapp mær av við eitt sindur av aggressiónunum á mínum Facebookprofili, har eg skjótt fekk fleiri svar, sum sannførdi meg um, at eg eri ikki einsa­ møll. Ein av mínum donsku vinum á Facebook spurdi meg, hvat tað var eg skrivaði um. Flóvusligt at greiða frá. Hvør skal stýra Kringvarpinum? Hvussu ber tað til, at tit meta tað verða týdningar­ mikið at brúka dýrabara tíð á tingsins røðarapalli, til at tosa um morgunlesturin? Tað er tað, sum eg als ikki skilji. Skilji heldur ikki, at tit skriva lesarabræv til Kringvarp Føroya. Hvussu ber tað til, at tit halda, at tit duga betur at prioritera, hvat skal á skránna hjá Kringvarpinum, enn fólk sum hava hetta til arbeiðis? Skulu politikarar ikki stýra landinum, heldur enn Kringvarpinum? Tað helt eg, men tað er sjálvsagt bara mín privata hugsan. Í Kringvarpinum eru bæði stýrið, stjóri, pro­ gramleiðari, programfólk og onnur starvsfólk. Hesi fáa ivaleyst mangar við­ merkingar um morgun­ lesturin, og tackla hetta, sum tey halda verða best. Við tykkara lesarabrævi, stuðla tit hugsjónini, at broytingar mugu ikki henda. Tað kundi jú hugs­ ast, at nýggja programmið er betur og meiri undirhaldandi? Hvussu prioritera tit? Tað ringasta við øllum hes­ um er tó, at vit hava stórar trupulleikar her í landin­ um. Stórar trupulleikar. Eg kann koma í tankar um eina ørgrynnu av málum, sum áttu at havt størri prioritet hjá tykkum, enn endursendingin av morgun­ lestrinum. Hava tit veruliga so fá mál á skránni, at tað er pláss fyri einum slíkum máli? Ella er hetta ein væleydnað roynd at flyta fokus frá tykkara "prioriter­ ingum" á fíggjarlógini? Nú siga tit kanska, at ..."...Jamen, vit mugu hava loyvi at tosa og skriva um tað, sum upptekur okk­ um..." og at "...hetta er eitt álvarsligt mál, serliga hjá okkara gomlu ..." osfr. osfr. Ja, tað eri eg púra samd við tykkum í. Tað eigur í prinsippinum ikki at vera nakað minstamark fyri, hvat ein politikari brúkar sína tíð til. Men tá man er vitni til slíkar prioritering­ ar, so fer man næstan at taka undir við Bill, at man eigur at skerja talifrælsið í Føroyum, eg sigi ikki hjá hvørjum. The Faroese way Hetta er hinvegin kanska eitt gott evni at tosa við tykkara starvsfelagar uttan­ lands um. Eitt nú tá tit fundast um, hvussu tey ymisku londini tackla búskaparkreppuna. Tá hava tit veruliga eitt gott boð. Endursendingina av morgunlestrinum aftur á skránna, skera niður á út­ búgvingar­ og fólkaskúla­ økinum, droppa tilhaldini hjá teimum gomlu, tunnil til ein løgtingslim, veg­ stubba til onkran annan, ikki lurta eftir serfrøðing­ um og so annars skera niður á t.d. stovnsøkinum, sum tænir familjum og børnum, sum hava serligan tørv. The Faroese way. Eg vil ikki hava svar upp á hetta. Tit skulu ikki brúka meiri tíð uppá morgunlesturin. Ps. Eg havi lagt til merkis, at ikki allir løgtingslimir hava undirskrivað. Vón er fyri framman. The Faroese way ÁsA AndreAsen Kanska er avgerðin um morgunlesturin ikki væl móttikin, men tingfólk skuldu ikki blanda seg upp í avgerðirnar, ið Kringvarpið tekur. Lat tað verða sagt beinanvegin, at summi mál burdu ongantíð endað í Løgtinginum. Tað fyrsta málið, eg hugsi um, er, hvørt vit skulu selja rundstykkir sunnudag ella ikki, og tað, sum eg hugsi næst, er morgunlestrar í Kringvarpinum. So er tað sagt. Men veruleikin er nú einaferð tann, at ofta enda mál í Løgtinginum, sum kunnu tykast at verða komin á skeivt stað, og morgunlestrar í Kringvarpinum er eitt av teimum málunum. Nakað annað er tað, at 26 tingfólk tvinga landsstýriskvinnuna at fáa Kringvarpið at taka eina nýggja avgerð. Tað er heilt burturvið. Leiðslan má kunna taka sínar avgerðir. So kunnu tey “vanligu” geva sína meining til kennar um tiknu avgerðirnar og vísa sína ónøgd og kanska fara í dialog við Kringvarpið, men ikki er hetta komið á rætt borð, tá tingfólk fara at krevja broytingar. Kringvarpið virkar óheft av politisku skipanini, og tí skuldi Kringvarpið eisini fingið frið at tikið sínar avgerðir óheft av politiksu skipanini. Givið er so tað, at Kringvarpið helst skuldi umhugsað tiknu avgerðina, tí tað sæst, at fólk vilja hava morgunlesturin endursendan, og vil Kringvarpið sleppa undan at missa lurtarar, so má morgunlesturin nokk skumpast framat aftur. Kanska burdi mann lurta eftir Torbirni Jacobsen og selt Kringvarpið til hægstbjóðandi. viðmerking til vin mín Helga Rasmussen Í grein tíni í Sosialinum 30. januar um sálarfrøði arbeiðsloysisins gloymdist tað týdningarmesta, tá tú nevndi at ávís skeið skuldu geva arbeiðsleysum "rødd­ ina aftur": Nevniliga, at felagsligt uppbyggiligasta og sálarligt sunnasta virk­ ing av rættvísari vreiði er stættarpolitisk mobiliser­ ing. Hetta sæst tíbetur í Íslandi í dag, og varð roynd­ ur lutur undir hóparbeiðs­ loysinum í vesturheiminum í 1970'unum. Eg undri meg yvir ta menniskjafatan, sum má liggja aftan fyri ta meting í grein tíni, at samfelagsligi mannarætturin arbeiði til allar hendur ­ snildisligt neiliga umskrivaður av tær til heitið "ósunt null­ arbeiðsloysi" ­ verður sædd­ ur sum ein "sjúk støða" sum skapar "degenerering av relatiónunum millum fólk" (sic!). Og tá tú so pástendur at "fólk vanvirða hvønn annan í gerandis­ degnum": um nakað er vanvirðing við tað vit kunnu nevna "menniskja­ náttúran", man tað vera ein slík frøðilig trúgv á at "tað ónda í mannasálini" kemur undan kavi í optimalum umstøðum. Men ­ hetta er tó heilt í tráð við fordúms hug­ myndafrøði sum skuldi innpota í fólk at "arbeiðs­ loysi er sunt" ­ fyri at kamuflera tann veruleika at planlagt arbeiðsloysi er eitt disiplineringsamboð hjá Kapitalinum mótvegis arbeiðandi fjøldini ­ eitt amboð sum smíðar í kollektivum ótta. Eg helt annars, at henda borgaraliga kamuflasju­ ideologi varð deyð og jarðað av meira raffiner­ aðum samfelagsvísindum. Men nógv bendir á at modernað vinnusálarfrøði ikki er annað og meiri enn uppafturgrivin disipliner­ ingssálarfrøði Kapitalsins frá ídnaðarsamfelagnum í farnum øldum ­ í nýggjum hami sjálvandi. Og sanniliga tragiskt, at meðan svarið við fjølda­ arbeiðsloysið í 1970'unum var politisk skúling og samfelagsvirkni, er svarið hjá modernaðari vinnu­ sálarfrøði trý áratíggir seinni: bindiklubbar til fjøldina! Hvat meinar tú við, at "arbeiðsleys skulu fáa røddina aftur"? Come on, Helgi. Uppafturgrivin borgaralig aga-vísindi? yrkisfelagi kÁri Leivsson Morgunlesturin endaður á skeivum borði sóLvit noLsø viðmerkingar