mánadagur 2. februar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2009
29
Al Jazeera og Al Arabiya
høvdu helst undrast á
føroysku lýsingina av
støðuni í Gaza
Frá leygarmorgni árla og út
á dagin vóru í útvarpinum
áhaldandi endursendingar
um skilið í Gaza. Við
messurødd var ein vavstur
av ákærum móti Ísrael
varpaðar lurtarunum, har
eitt konglomerat av keldum
vóru grundarlagið. Inde
pendent, Reyði Krossur,
norskur lækni, omma úr
Gaza og onnur lýstu teir
ræðuleikar, sum ísralear
høvdu forvolt palestinum
tær tríggjar vikurnar, sum
kríggið í Gaza vardi.
Øll munnu vera samd
um, at við kríggi fylgja
ræðuleikar og vanlagnur,
sum eru ótolandi. At kríggj
og harðskapur er av tí
ónda, eiga tað ikki at vera
deildar meiningar um.
Kortini er mangastaðni
um allan heim kríggj og
forfylging gerandiskostur,
har 100túsundtals fólk
árliga verða kúgað, særd
ella dripin. Tað løgna er tó,
at vit hoyra so lítið til ringa
skilið í mun til allar
ræðuleikarnar.
Munur á
Øðrvísi er við stríðnum
millum Ísraelar og palestin
ar (Hamas). Her eru
miðlarnir á tremur við
ákærum móti Ísrael.
Seinasta nýggja eru so
krígsbrotsverk.
At Hamas farnu árini
hevur sent út við 7000
rakettir inn í Suðurísrael
hevur tó lítið tíðindavirði.
At Hamas uttan ávaring
ar sendir deyða inn í fjøl
bygd øki við eittans enda
máli at ræða, skaða og
drepa verður nærum ikki
tikið upp á tungu.
At Hamas byggir alt sítt
tilvergrundarlag á at javna
Ísrael við jørðina og at
reka allar jødar til havs
verður tagt burtur.
At Hamas, stuðlað av
Iran, er javnbært við islam
iska fundamentalismu, har
javnrættindi og virðingin
fyri mannalívum er undan
takið, meðan kúgan og
dráp er meginreglan,
verður góðtikið.
At Hamas er veruliga
forðingin fyri friði millum
Ísrael og grannarnar hevur
ongan áhuga.
Og at Hamas undir krígn
um herfyri nýtti møguleik
an at drepa og burturbeina
hópatals moderatar Fatah
palestinar og familjur teirra
umframt, at Hamas jagstr
aði, píndi og særdi hundra
tals aðrar Fatahlimir,
verður slettis ikki nevnt.
Endursendingar
Nei, tá er ómakin lættari at
lesa 7 minuttir langan
tendensiøsan tíðindastubba
í almenna útvarpinum frá
morgunstundini leygardag
og so endursenda hann
allan fyrrapartin og á
middegi, fyri so at vinkla
tíðindini av nýggjum
leygarkvøldið.
Mundu Al Jazeera og Al
Arabiya ikki havt undrast á
føroysku lýsingini av
støðuni í Gaza?
Seinasta vikan var hend
ingarík. Endursendingin av
morgunlestrinum oyðilegði
sendiflatuna, segðist. Og
ístaðin fingu vit leygar
dagin annan morgunlestur,
har Gaza var á skrá. Har
Ísrael fekk toyggið og har
islamistiska Hamas um
vegis útleggingina varð
friðað?! Forrestin, so var
økisval í Irak fríggjadagin
– uttan harðskap og dráp.
Loksins ein sólskynssøga
haðani, sum eisini Inde
pendent bar. Hvør frætti
um tað?
Tørvar okkum morgunlestrarnar, tá vit hava Hamas??
løgtingsmaður
Bjarni
Djurholm
Bæði í stevnuskránni og í
valskránni fyri valið 2008
hevur Fólkaflokkurin
lovað, at menna hægri
útbúgving og gransking.
Hesum lyftum vil Fólka
flokkurin halda, og tí
vilja vit í mest møguligan
mun stuðla teimum
ætlanum, sum eru um
hægri útbúgvingar og um
gransking. Lyfti Fólka
floksins eiga at síggjast
aftur í tí politikki, flokk
urin fremur og sjálvsagt
eisini í teimum raðfesting
um, ið gjørdar vera innan
hesi øki
Fróðskaparsetrið hevur
hesa seinastu tíðina fingið
drúgva viðgerð í fjølmiðl
unum. Ikki so løgi, tí und
an valinum vóru flest allir
flokkar samdir um, at
hægri lestur og gransking
skuldi fáa hægri
raðfestingar.
Læt meg siga beinan
vegin, at Fólkaflokkurin
heldur, at tað hevur stóran
týdning júst nú at satsa
upp á hægri útbúgvingar.
Tí er tað sera óheppið, at
formaðurin í fíggjarnevnd
ini, Anfinn Kalsberg,
umboðandi Fólkaflokkin í
almenna kjakinum, á ein
rættuliga niðurgerandi hátt
leggur eftir Setrinum og
teimum fíggjarligu útrokn
ingum, sum liggja til grund
fyri virkseminum hjá Setri
num. Eisini fær útbúna
fólkið ella, sum hann rópar
tey, akademikararnir sum
búgva her í Havn, av at
vita. Umframt verða vit
politikarar, sum ivaleyst
“hoppa upp á vognin” hjá
omanfyri nevndu, skírdir
sum hentir idiotar. Sera
primitivt og betri ósagt.
Eg havi hugsað nógv
um, hvat hatta skuldi vera
gott fyri, og dugi eg ikki at
síggja, at úttalilsini hjá
Anfinni tæna til fyrimuns
fyri Fólkaflokkinum á
nakran hátt. Heldur ikki
fyri einum skilagóðum og
ábyrgdarfullum búskapar
politikki framyvir.
Men kanska er tað so
einfalt, at ein sokallaður
útjagarapolitikari, við slík
um úttalilsum, vinnur sær
sjálvum nakað fyrimunir –
annað kann tað ikki vera.
Sjálvt um eg als ikki eri
serliga stoltur av avrikinum
hjá fíggjarnevndini, so eri
eg púra samdur við fíggjar
nevndina og við fíggjar
málaráðharranum um, at
karmurin um fíggjarlógina
er gjørdur og hann verður
ikki broyttur – tað vildi
verði óðamannaverk. men
um vit hava mistikið okk
um í játtanini til Fróðskap
arsetrið, eiga vit at kanna,
hvussu vit innan fíggjar
karmin kunnu rætta mistak
ið. Tað fer Fólkaflokkurin
at hjálpa til við.
Eg haldi ikki, at fíggjar
nevndin og setrið hava
sama útrokningar
grundarlag.
Míni ráð til Setrið skulu
tí vera: Setið tykkum niður
og gerið eina neyva lýsing
av, hvat virksemi neyðugt
er at hava fyri at frálæran
kann liggja á einum
rímuliga høgum støði.
Havi í huga, at talan er um
eina tíð við sera trongum
fíggjarkarmi.
Mentamálaráðið eigur
somuleiðis at endurskoða
innanhýsis fíggjarætlanina
og royna at finna eina
felags virðiliga loysn – tað
verður ein góð íløga –
kanska tann besta fyri
Føroyar í hesum døgum.
Hvat skuldi hatta vera gott fyri ..... ?
Løgtingsmaður fyri
Fólkaflokkin
Poul
michelsen
Fyrr í vikuni fekk eg ein
spurning á løgtingi, um
tað er í samsvari við Hoy
víkarsáttmálan, at íslend
skar fyritøkur, sum fáa
almenn arbeiðir í Føroy
um, kunnu gjalda arbeiðs
fólkinum íslendska løn.
Eg vil, at allir borgarar í
landinum skulu fáa innlit
í, hvussu hesi viðurskifti
eru sett saman. Tískil vil
endurtaka tað, sum eg
áður havi sagt um hetta
mál.
1. Lønarviðurskiftini á
føroyska arbeiðsmarknað
inum eru ikki ásett við
lóg, men við semju
millum partarnar á arbeiðs
marknaðinum.
2. Hoyvíkarsáttmálin
ásetur, at landsins lógir
ikki mugu gera mismun
millum føroyingar og
íslendingar.
3. Lønarviðurskifti á
føroyska arbeiðsmarknað
inum eru tískil ikki umfat
að av Hoyvíkarsátt
málanum.
Sjálvandi eri eg ímóti,
at sosial dumping fer
fram á okkara arbeiðs
marknaði, og at føroyskir
handverkarar ikki sleppa
til arbeiðis í sínum egna
landi. Vinnumálaráðið
umsitur arbeiðsmarknað
armál, og eg vóni, at
partarnir á arbeiðsmarkn
aðinum saman við hesum
myndugleika finna eina
loysn á hesum trupul
leika. Eisini kann jøvn
kapping tryggjast í
treytunum í almennari
útbjóðing.
Ja til kapping,
nei til dumping
Uttanríkisráðharri
jørgen
niclasen
Løgtingið fer fyrst í kom
andi viku at samtykkja
bankapakka II. Sostatt
hevur løgtingið gjørt tað,
sum í núverandi støðu
kann gerast, fyri at fáa
støðug viðurskifti innan
okkara fíggjarkervi.
Tað sum stendur eftir er
at viðgera og taka støðu til,
um onnur tiltøk eru neyðug
fyri at steðga niðurgongd
ini í búskapinum, og hvørji
tiltøk talan kann verða um.
Javnaðarflokkurin hevur
ta støðu, at hetta er ein
spurningur, ið tað er sera
átroðkandi at viðgera. Vit
mugu ikki loypa framav,
men fáa greiðu á, hvør er
trupulleikin, hvussu skal
hann loysast, og nær er
rætta løtan.
Búskaparstøðan
Vit hava ávísar trupulleikar
í fiskivinnuni bæði á sjógvi
og landið. Kósavirkið er
stongt, onnur virkir hava
trupulleikar við útflutnings
trygdini. Avreiðingarvirðið
í 2008 var tað minsta í 10
ár. Arbeiðsloysið er vaks
andi, kommununnar gera
færri íløgur, og spurning
urin er, hvussu stóran
virknað íløguætlanin hjá
landinum ferð at fáa á
búskapin.
Hesi viðurskifti, meta
vit, gera tað neyðugt at
fara undir eina tilgongd,
har støða verður tikin til,
um vit politiskt eiga at seta
nøkur eyka tiltøk í verk,
fyri at forða fyri at sam
felagshjólini fara ov langt
niður í ferð, ella steðga
heilt upp.
Íløgurnar á fíggjarlógini
Samtykta íløguætlanin á
fíggjarlógini fyri 2009 er
234 mió. Hetta er ikki
nakað stórt tal. Avgerandi
spurningurin er, um hesir
pengar viðføra eitt virk
semið kring landið, ið kann
mótvirka niðurgongdina í
búskapinum.
Av hesum íløgum eru
góðar 92,5 mió settar av til
vegir, havnir og tunlar.
Spurningurin er, hvussu
stórur partur av hesi upp
hædd útloysir arbeiði av
týdningi í ár, tí verkætlann
inar ikki eru klárar at seta í
verk. Eisini innan onnur
øki er peningur settur av til
verkætlannir, ið neyvan
byrja í ár.
Hvat kan gerast fyri at
byrgja upp fyri
arbeiðsloysi
Verður komið til ta niður
støðu, at tiltøk mugu fremj
ast, fyri at fyribyrgja ov stór
um arbeiðsloysi, er alneyð
ugt, at tað vera tey røttu
tiltøkini, ið verða framd.
Javnaðarflokkurin metir,
at í minsta lagi hesar
meginreglur, skulu havast í
huga, tá ið støða skal
takast til møgulig tiltøk:
• Íløgur, ið kunnu geva
vinnuligan vøkstur av sær.
• Íløgur, ið verja
umhvørvið
• Íløgur, ið nøkta ein
veruligan tørv
• Íløgur, ið framtíðar
tryggja samfelagið
Tiltøk ið kunnu fremjast
Vit eiga at endurskoða og
møguliga hækka íløgu
ætlænina hjá landinum.
Vit kundu framskundað
íløgur, ið skapa forteytir
fyri gransking, sum eitt nú
ílegusavnið. Henda íløga
skapar eisini fortreytir fyri
vinnugransking, ið kundi
kastað nakað av sær.
Vit kundu sett pening av í
Bjálvingargrunnin, so eisini
sethús kunnu verða bjálvað
betur og broytt lógina, so
hon umfatar øll sethús.
Vit kundu økt játtanina
til bygging av røktarheim
um og nøkta tørvin skjótari
enn í dag.
Vit kundu skapt møgu
leikar fyri umskúling/eftir
útbúgving av arbeiðsfólki.
Til dømis lagt dent á at
nøkta tørvin av røktar
starvsfólki, ið bara økist
komandi árini.
Soleiðis eiga vit, innan
ein størri niðurgongd í
búskapinum verður verðu
leiki, leggja okkum eftir at
gera nakað við hesa gongd,
og byrgja upp fyri
niðurgongdini í
búskapinum.
Javnaðarflokkurin er til
reiðar at fara undir hesa
tilgongd.
Tálma niðurgongdini í búskapinum
Løgtingskvinna
eyðgunn
samuelsen
viðmerkingar