mánadagur 2. februar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 22 - 2. februar 2009
Arnstein Niclasen hevur
sett spurnartekin við okk
urt av tí, sum eg førdi fram
á kjakfundi í Miðlahúsin
um tann 12. januar 2009.
Her er tilfar til tvær grein
ar, men eg fari at byrja við
kvinnuni, sum varð tikin í
hordómi, sum Arnstein
Niclasen við tilsiping til
eitt prestapar heldur upp
runaliga kann hava staðið í
bíbliuni. Og at illa man
bera til at koma nærri enn
tað. Sanniliga ber til at
koma nærri enn tað.
Kvinnan, sum varð tikin í
hordómi
Millum flest allar nýmót
ans granskarar tykist tað
vera viðurkent, at søgan í
Jóhannesevangeliinum um
kvinnuna, sum varð tikin í
hordómi (Jóh. 7:538:11),
ikki er upprunalig, men eitt
seinni ískoyti til evangeliið.
Tann nýliga deyði ameri
kanski professarin Bruce
M. Metzger, sum var rætti
liga bíbliutrúgvur, trúði
upp á uppreisnina og var
nógv virdur millum trúgv
andi kristin, tekur soleiðis
saman um granskingina:
“the evidence for the non-
johannine origin of the
pericope of the adulteress
is overwhelming”. Hvørji
eru so prógvini, sum hava
sannført hann og flest allar
granskarar um, at søgan
ikki hoyrir heima í uppruna
liga bíbilska tekstinum? Eg
skal her eftir førimuni
royna at lýsa nakrar av
próvgrundunum.
Søgan hoyrir ikki heima í
bíbliuni
Søgan er ikki í teimum
elstu og bestu handritun
um. New English Bible
skrivar, at: “it can be seen
that practically all of the
earliest and best mss (t.e.
handrit) extant omit the
pericope; it is found only
in mss of secondary import-
ance”. Í teimum elstu varð
veittu griksku handritunum
av Jóhannesevangeliinum
frá 3. øld e.Kr., er søgan
sostatt ikki í tekstinum –
og eingin viðmerking er til
tað. Hetta er í sjálvum sær
eitt sannførandi prógv fyri,
at søgan ikki hoyrir heima
í bíbliuni. Fleiri onnur
prógv stuðla hesi niður
støðuni. Í nøkrum seinni
latínskum handritum, harav
tað elsta er frá 5. øld e.Kr.,
er søgan sett inn í Jóhanne
sevangeliið, men tað er
ikki fyrr enn frá 10. øld e.
Kr., at teksturin er at finna
í standard grikskum hand
ritum. Í onkrum handriti
stendur søgan aftan á Jó
hannes 7:36, í onkrum
aftan á Jóhannes 21:25 og í
onkrum handriti aftan á
Jóhannes 8:12. Í einum
handriti er hon í Lukas
evangeliinum aftan á
21:38. Í teimum flestu
yngru handritunum (uml.
900) stendur søgan aftan á
Jóhannes 7:52, har hon eis
ini stendur í teimum flestu
nýmótans bíblium. Tað
kann valla vera onnur
orsøk til hetta óskilið enn,
at søgan hevur ein ivasa
man uppruna. Tey, sum
avritaðu tekstin frá 5. øld
e.Kr. og settu eina stjørnu
ella obeli við søguna, vistu
tað væl. Teoriirnar um,
hvussu søgan er komin í
bíbliuna eru fleiri, men lítil
ivi tykist vera um, at hon
er sett inn seinni.
Arnstein Niclasen er kort
ini ikki sannførdur. Hann
vil við tilsiping til presta
parið Anna Sophie og Paul
Seidelin vera við, at søgan
kann vera horvin úr eldri
handritum, og síðani kom
in inn aftur í tekstin øldir
seinni – í 4. øld e.Kr., tá
hon fyri fyrstu ferð er vitn
að (av Dydimus) at hava
staðið í “ávísum evangeli-
um”. Eg eri ikki heilt sann
førdur og tað eru flest allir
bíbliugranskarar heldur
ikki. Tað er heldur ikki tað,
sum danska prestaparið
heldur upp á í brotinum,
sum Arnstein Niclasen
endurgevur!? Hetta tykist
vera eitt uppáhald hjá
Arnstein Niclasen.
Ein konspiratiónsteori
Tað finst einki prógv fyri
hesi (eisini rættiliga ósann
líku) hypotesuni hjá Arn
stein Niclasen. Tvørtur
ímóti kunnu nógvar grund
gevingar setast ímóti
hypotesuni.
Ein grundgeving er, at
tey fyrstu kristnu mest
sannlíkt skrivaðu sínar
tekstir á skriftsrullur og
ikki í handrit (t.e. bløð,
sum vóru heft og kundu
blíva burtur), eins og tey
seinni fóru at gera. Hetta
er ein av nógvum grundum
til, at flest allir granskarar
eru samdir um, at endin á
Markusevangeliinum
(16:920), sum heldur ikki
er í teimum elstu varð
veittu handritunum, er lagd
ur aftur at seinni – og ikki
bara tann seinasta síðan
mist burtur í eldri handrit
unum. Hóast tað ikki er
óhugsandi, at einstøk bløð í
ymiskum handritum
hvørva, so er tað ósannlíkt,
at tað sama blaðið nærum
samstundis er blivið burtur
í stórt sæð øllum handrit
um, sum hypotesan hjá
Arnstein Niclasen tykist
leggja upp til. Fleiri dømi
eru um tað fyrra, men tað
ber illa til at ímynda sær
tað seinna. Tað tykist hin
vegin útihýst, at ein ávís
søga (og einki annað), sum
skuldi havt staðið inni í
einum teksti, verður burtur
í stórt sæð øllum handrit
um og rullum. Tá átti eisini
okkurt annað at mangla –
uttan so, at fleiri avritarar
við vilja hava lúkað ávís
brot úr tekstunum.
Granskarar vita, at avrit
arar ofta og á ymskan
hátt broyttu bíbilsku
tekstirnar av gudfrøðiligun
grundum, men eingin
hevur megnað at givið eina
sannførandi frágreiðing
um, hví nakar hevur viljað
sloppið av við ta vøkru
søguna um horkvinnuna.
Tann latínski kirkjufaðurin
Augustin (356430 e.Kr.),
sum fyrst í 5. øld e.Kr.
visti, at søgan um horkvinn
una ikki stóð í øllum hand
ritunum, “gekk út frá”, at
persónar við lítlari trúgv,
sum hildu, at Jesus í søg
uni fyrigav hor, høvdu
lúkað hana úr tekstunum.
Men hetta er altso bara
nakað, sum Augustin “gekk
út frá”. Hartil kemur, at
granskarar ikki kenna
nakað (annað) dømi um, at
nógv hevur verið lúkað úr
tekstunum av moralskum
grundum. Tað hevði eisini
kravt semju og neyvt sam
starv millum eina røð av
kristnum tekstfalsarum at
lúka eina so drúgva søgu
úr tekstunum eftir so
stuttari tíð. Ella sum enski
gudfrøðingurin Samuel P.
Tregelles, sum í nógv ár
hoyrdi til The Plymouth
Brethren (í Føroyum
brøðrasamkomuna), skriv
aði í eini bók frá 1854:
“The ancient translators in
general could not have
agreed, in so many count-
ries, to pass by so consider-
able a portion of this Gos-
pel, if they knew it, or had
it in their Greek copies”.
Er hinvegin nakað í hesi
heldur ósannlíku konspira
tiónsteoriina, so kunnu vit
bara ímynda okkum, hvat
avritarar annars eru slopnir
væl frá at lúka úr tekstun
um. Tað finst bara ikki eitt
einasta prógv fyri, at søgan
um horkvinnuna uppruna
liga hevur staðið í bíbliuni.
Hartil kemur, at søgan
um kvinnuna, sum varð
tikin í hordómi, illa passar
inn í Jóhannesevangeliið.
Tað sæst m.a. við at lesa
tekstin áðrenn og aftan á
hesa søguna, t.e. loypa um
søguna um kvinnuna, sum
varð tikin í hordómi. So
sæst, at ørindi 12 í kapittul
8 hjá Jóhannes tykist vera
eitt framhald av tí, sum
stendur áðrenn ørindi 53 í
kapittul 7 hjá Jóhannes.
Tað er ikki neyðugt at vera
serfrøðingur í bíbliuni fyri
at leggja merki til tað.
Granskarar eru eisini
komnir eftir, at stílur og
orðaval als ikki samsvarar
við restina av Jóhannes
evangeliinum.
Teir elstu griksku kirkju
fedrarnir, m.a. Tertullian
(155230) og Cyprianus
(200258) kendu einki til
søguna, meðan Origin
(185254) og Chrysostom
(347407) í sínum
viðmerkingum til bíbilsku
tekstirnar beinleiðis vísa,
at teir ikki vistu av, at hon
var til. Tað ber sostatt illa
til at ímynda sær, at søgan
hevur staðið í teimum elstu
griksku tekstunum. Søgan
finst eisini í so nógvum og
ymiskum útgávum í teim
um varðveittu tekstunum,
at hon týðiliga er merkt av
munnligari siðvenju.
Einstøk orð eru horvin
og onnur skift út (við vilja
ella av misgávum) í einum
ótali av varðveittum hand
ritunum, tá tey vórðu avrit
aði (tað eru óteljandi dømi
um tað), men tað gransk
arar vita um eru tekstir,
sum ikki finnast í teimum
elstu og bestu handritinum,
lagdir aftur at av seinni
avritarum. M.a. endin á
Markusevangeliinum,
Comma Johanneum (t.e.
ein falsan av fyrra Jó
hannesbrævi 5:78 frá
umleið 380 e.Kr, sum
skuldi rættvísgera tríeindar
læruna) og helst eisini
kvinnuniðrandi ørindi hjá
Paulusi í fyrra Korintbrævi
(14:3435), sum ikki altíð
standa á sama stað. Tað er
mest sannlíkt hent soleiðis,
at onkur avritari hevur
skrivað ein tekst í marguna
á einum handriti, sum
seinni avritarar hava hildið
hoyra til bíbilska tekstin og
síðani skrivað inn í høvuðs
tekstin – ofta á ymiskum
støðum eins og við søguni
hjá Jóhannes um kvinnuna,
sum varð tikin í hordómi.
Prógvini eru so mikið
sannførandi, at enntá áður
nevndi enski gudfrøðing
urin Samuel P. Tregelles
(18131875), sum í nógv
ár hoyrdi til The Plymouth
Brethren (brøðrasamkom
una) longu í 1854 kendi
seg noyddan: “to conclude,
that twelve whole verses ...
are no part of Holy
Scripture”. Tað sigur ikki
so lítið um prógvini.
Borin og broytt á
mannamunni
Tað tykist lítil ivi vera um,
at tann vakra søgan hjá
Jóhannes um horkvinnuna
ikki hoyrir heima í bíbl
iuni. Annar spurningur er,
um søgan kann hava livað
á mannamunni uttan fyri
heilagu skriftirnar, sum tær
rættiliga ymisku útgávur
nar av søguni í seinni
handritum kundu bent á,
og at hon soleiðis kann
førast aftur til Jesus (sum
er tað einasta, prestaparið
hjá Arnstein Niclasen vil
vera við í tí endurgivna
brotinum). Men heldur ikki
tað eru allir granskarar
sannførdir um.
Sambært Eusebius (263
339 e.Kr.) skuldi Papias (í
2. øld e.Kr.) havt nevnt
eina søgu um “eina kvinnu,
sum kom fyri Harran,
skuldsett fyri nógvar
syndir,”. Søgan skuldi havt
staðið í evangeliinum til
hebreararnar (uml. 80150
e.Kr), sum er burturmist.
Tað ber bara ikki til at siga,
at søgan hjá Papias er tann
sama søgan, sum seinni
kom at standa í Jóhannes
evangeliinum. Hartil kem
ur, at longu í fornøldini var
evangeliið til hebreararnar,
sum ikki fekk innivist í
bíbliuni, hildið at vera óálít
andi. Søgan í Jóhannes
evangeliinum kann kortini
væl hava røtur í eini saman
renning av hesi og eini
sýriskari søgu um “hana,
sum hevði synda”, sum er
varðveitt í Didaskalia frá 3.
øld e.Kr. (har eingin ávís
ing er til, hvar hon skuldi
havt staðið), sum ameri
kanski professarin Bart D.
Ehrman hevur grundgivið
fyri. Tað er m.a. áhugavert,
at søgan frá 3. øld e.Kr.
endar við, at Jesus sigur
við “hana, sum hevði
synda”, “Far avstað, eg
dómfelli teg ikki heldur!”,
meðan søgan um “hor
kvinnuna”, sum er varð
veitt í seinni handritum av
Jóhannesevangeliinum er
nakað øðrvísi, m.a. endin
“Eg dómfelli teg ikki
heldur. Far avstað, synda
ikki longur!”.
Søguliga trúvirðið í søg
uni í Jóhannesevangeli
inum kann sostatt tykjast
ivasamt. Hartil kemur, at
boðskapurin í teimum elstu
varðveittu útgávunum av
søguni er, at allur dómur
er skeivur, meðan hann í
bíbliuni er lagaður til at
snúgva seg um mótstøðu
Jóhannesar móti hykli.
Hesir trupulleikarnir við
bíbilsku søguni hava havt
við sær, at enntá ein
evangeliskkristin
professari í USA, Daniel
B. Wallace, heldur, at: “the
pericope adulterae is most
likely not even historically
true. It was probably a
story conflated from two
different accounts. Thus,
the excuse that one can
proclaim it because the
story really happened is
apparently not valid”.
Kann hendan søgan
hinvegin munnliga førast
aftur til Jesus, so hava tey,
sum halda, at bíblian er
fullkomin og at kristindóm
urin einans skal grundast á
bíbliuna, ein ikki so lítlan
trupulleika. Tí so hava vit
ymiskar útgávur av ektað
um orðum hjá Jesusi
(Gudi), sum ikki tykjast
hoyra heima í bíbliuni. Tað
er helst eisini ein grund til,
at enntá evangeliskkristnir
granskarar halda, at
frásøgnin heldur ikki er
søgulig.
Teir vilja loysa teir
nógvu trupulleikarnar við
at fáa søguna úr bíbliuni.
Trúgv og vísindi
Arnstein Niclasen kann
trúgva tí hann vil, men
hann kann illa halda uppá,
at nevnda søga um
horkvinnuna í Jóhannes
evangeliinum upprunaliga
hevur staðið í bíbliuni,
uttan at hann harvið
grundar niðurstøðu sína á
trúgv. Trúgv kann sum
kunnugt flyta fjøll, men tað
kunnu vísindini ikki.
Áðurnevndi Daniel B.
Wallace skrivar soleiðis
um endan á Markus
evangeliinum og søguna
um horkvinnuna: “in terms
of popularity between
these two texts, John 8 is
the overwhelming favorite,
yet its external credentials
are significantly worse
than Mark 16’s. The same
preacher who declares the
Markan passage to be
inauthentic extols the
virtues of John 8. This
inconsistency is appalling.
Something is amiss in our
theological seminaries
when one’s feelings are
allowed to be the arbiter of
textual problems. … In
retrospect, keeping these
two pericopae in our Bib-
les rather than relegating
them to the footnotes
seems to have been a bomb
just waiting to explode”.
Tey vísindaligu prógvini
tykjast ikki at vera til at
koma uttanum, og tey eru
heldur ikki til at taka feil
av: Søgan um kvinnuna,
sum varð tikin í hordómi,
er nærum við vissu løgd
aftur at Jóhannes nógv
seinni.
Hvat er tað so fyri ein
mynd, sum tílík ískoyti
geva av upprunasøgu
bíbliunar? Spurningurin er,
um tað yvirhøvur gevur
meining at tosa um upp
runahandrit. Tann spurn
ingin skal eg koma nærri
inn á í seinna parti av hesi
viðmerkingini.
Ps. Arnstein Niclasen
hevur hug at rættleiða meg,
tí eg segði, at vit ikki vita
um Jesus dugdi at skriva,
við at vísa til Lukas 4:16
19. Eg havi hug at verja
meg við at vísa til ameri
kanska gudfrøðiprofess
aran Bruce Chilton, sum í
bókini “Rabbi Jesus”
grundgevur fyri, at Jesus
hoyrdi til “the oral tradi-
tions of Galilee” og at
“Jesus´”citation” (í Lukas
4:18) is no citation at all,
but a free paraphrase of
the biblical book, diffrent
from any ancient version”.
At so er sæst týðiliga við
at bera saman tað, sum
Jesus hjá Lukas
endurgevur úr Jesaja 11:2
við Jesaja 11:2. Har er
einki prógv fyri, at Jesus
dugdi at lesa. Heldur tvørt
urímóti. Og mær kunnugt
einastu ferð Jesus skrivar
er í søguni um horkvinn
una, sum altso ikki hoyrir
heima í bíbliuni.
viðmerkingar
Bíbliukjakið í Miðlahúsinum – viðmerkingar til Arnstein Niclasen (1/2)
Hans andrias
sølvará