Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2009 Í ein slakan mánað, eru norsk og føroysk skip ikki sloppin at veiða í sjóøkjunum hjá hvørjum øðrum. Hetta hava føroyskir flakatrolaskiparar kallað eina gíslatøku. Men samráðingar eru í dag, og báðir partar eru bjartskygdir at finna eina loysn, sum inniber, at føroyingar slaka Fiskiveiðuavtala Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Stóri trupulleikin til fyrru samráðingarnar, sum end­ aðu við, at føroyingar og norðmenn blakaðu skipini hjá hvørjum øðrum úr sjó­ økinum hjá hvørjum øðrum, var, at norðmenn høvdu sum ófrávíkiligt krav, at makrelkvoturnar skuldu avgreiðast til samráðingar­ nar. Upprunaliga var makrel­ urin ikki á skránni til fund­ in, men norðmenn settu beinanvegin krav, um at hes­ in spurningur, sum skuldi hava við sær, at føroyingar fingu 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni hjá Noregi og Føroyum. Hetta hevur somuleiðis við sær, at norð­ menn ætlaðu sær 85 prosent av makrelkvotuni. Hesum vildu føroyingar ikki ganga á møti, og tí slitnaðu sam­ ráðingarnar. ­ Makrelurin verður van­ liga umrøddur í einum øðrum fundi, og tí kom tað óvart á okkum, at teir vóru tiknir upp á fundinum, sigur Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður við fiskivinnu­ málum. Hann viðgongur samstundis, at føroyingar ikki vóru nóg væl fyrireik­ aðir til fundin, tí ongi hagtøl eru fyri makrelin í før­ oyskum sjógvi, umframt, at føroyingar ikki høvdu tryggjað sær, at norðmenn ikki tóku makrelin á skránna. Gíslarnir Tá hesar samráðingar slitn­ aðu avgjørdu londini, at skip hjá øðrum landinum ikki skuldu vera inni í økin­ um hjá hinum landinum. Hetta rakti serliga flaka­ trolararnar, sum hesa ársins tíð vanliga veiða í norskum sjógvi, og 20. januar sendu seks skiparar á flakatrolarum eitt skriv. ­ Vit flakatrolarar meta okkum vera gíslar í hesum máli, nú vit sum tey einastu skipini av 12 natiónum eru tveittir úr norskum sjógvi, skrivaðu teir seks skipar­ arnir. Bæði norðmenn og før­ oyingar harmast støðuna, ið er íkomin. ­ Eg eri samdur við fiski­ monnunum, at teir hava verið gíslar í eini støðu, og hetta taka vit upp við norsku myndugleikarnar, sigur Jacob Vestergaard. Hann leggur tó afturat, at so skjótt ein avtala er komin upp á pláss, so verður tann knút­ urin loystur. Hesum seinasta taka norð­ menn eisini undir við. ­ Tað er ein trupul støða fyri føroysku skipini, men eg kann ikki úttala meg um tað. Men finna vit eina loysn, so sleppa skipini inn hjá hvørjum øðrum beinan­ vegin, sigur Ann­Kristin Westberg, samráðingarleið­ ari hjá norsku sendinevndini í hesum máli. Bæði samráðingarleiðarin og landsstýrismaðurin greiða frá, at ongin und­ antaksregla verður gjørd fyri hesi skipini, tí so leingi sum ongin avtala er komin í lag millum londini, so verð­ ur tað, sum tað er. Vænta loysn í dag Í dag samráðast sendi­ nevndirnar hjá norðmonnum og føroyingum í Keyp­ mannahavn. Báðir partar eru bjartskygdir. ­ Vanliga taka slíkar sam­ ráðingar ikki meira enn ein dag, og vit rokna við at finna ein loysn, sigur Jacob Vestergaard. Norski sam­ ráðingarleiðarin tekur undir við hesum. ­ Vit hava orsøk at trúgva, at ein loysn verður funnin í dag, sigur Ann­Kristin West­ berg. Hon leggur afturat, at makrelurin fer at vera ein partur av avtaluni, men at partarnir hava tosa um hann, og tí skuldi hann ikki verið nakar trupulleiki. Javna avtalu Seinastu árini hava norð­ menn ikki gagnnýtt kvot­ urnar í føroysku sjógvi til fulnar, meðan føroyingar hava fiskað alla ta norsku kvotuna. Hetta ávirkar helst samráðingarnar í dag. ­ Tað er týdningarmikið við einari javnari avtalu, sum báðir partar fáa nakað burturúr, sigur norski sam­ ráðingarleiðarin. Hon legg­ ur dent á, at norðmenn fyrr hava gagnnýtt alla sínar kvotur í føroyskum sjógvi. ­ Tað er spurningurin, hvussu stóran áhuga norð­ menn hava í eini avtalu, tá teir ikki nýta sínar kvotur, sigur Jacob Vestergaard. Hann viðgongur somuleiðis, at »gíslatøkan« hevur sett føroyingar undir trýst, tí stórur partur av avtaluni hevur nakað at siga í fyrsta ársfjórðingi. Og at hetta kanska fer at merkja, at føroyingar fara at slaka eitt vet fyri norsku treytunum. ­ Mann má síggja, hvat mann vinnur, og hvat mann tapir, staðfestir landsstýris­ maðurin við fiskivinnu­ málum. Báðir partar vísa á, at verður ein loysn funnin í dag, so sleppa føroysku skipini aftur í norskan sjógv, áðrenn døgnið er liðugt. Føroyar slaka fyri »gíslatakarum« Síðan seinnapartin 9. januar hava øll fiskiskip undir før­ oyskum flaggið verið útihýst úr norskum sjógvi, samstund­ is sum onki norskt fiskiskip hevur havt loyvi at vera í føroyskum sjógvi. Orsøkin er ein træta um makrelkvotur, sum ikki vera aktuellar fyrr enn í juni­ og julimánaði Kelda til kort: Liber kartor í Heimsatlas Færri í Billund Talið á ferðasfólki, sum ferðaðust um floghavnina í Billund í síðsta mánaði, var minni enn í januar í fjør. 142.131 fólk ferðaðust um Billund í síðsta mánaði, og tað var 6,6 prosent minni enn í sama mánaði í 2008. Stjórin í Billund, Jørgen Krab Jørgensen, sigur við Ritzau, at minkingin í ferðafólkatalinum kemst av, at flogfelagið Sterling fór á húsagang í fjør. Hann kann tó ugga seg við, at onnur feløg hava valt at flúgva tær rutur, sum Sterling hevði. Danmark færri ferðafólk Hóast níggju prosent fleiri ferðafólk gistu í Danmark í fjør enn árið fyri, kann danski framburðurin als ikki samanberast við framburðin í Noregi, Svøríki og Finnlandi, skrivar Ritzau. Í teimum trimum londunum var framburðurin ávikavist 12,7 prosent, 18,7 prosent og 22,1 prosent. Tøl hjá donsku ferðavinnuni vísa, at tað eru serliga ferðafólk úr Svøríki og Týsklandi, sum eru fækkað í tali. Samstundis vísir tað seg, at serliga Finnland og Svøríki hava fingið fleiri ferðafólk úr Russlandi og Kina.