týsdagur 3. februar 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2009
3
Føroysku flakatrol
ararnir, sum hava
kent seg sum gíslar
í fiskivinnusam
ráðingunum, liggja
klárir at flýggja úr
»Gráu sonu,« so
skjótt sum boðini
um eina avtalu koma.
– Verður ongin avtala
í dag, so kann alt
vera líkamikið, sigur
Sonny Johannesen,
skipari á Ennibergi
Fiskiveiðuavtala
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sum skilst kemur ein fiski
veiðuavtala millum Føroyar
og Noreg undir land í dag.
Tað hevur við sær, at skipini
aftur sleppa inn í sjóøkið
hvør hjá øðrum. Tá skipini
– tann 9. januar – vóru rikin
úr økjunum, rakti hetta seks
føroyskar flakatrolarar og
ein norskan línubát.
Hetta hevur serliga rakt
føroysku flakatrolararnar,
sum vanliga hava besta túr
á árinum í norskum sjógvi í
fyrsta ársfjórðingi.
Í løtuni fáa hini skipini,
sum sleppa at vera í norsk
um sjógvi, dupult so nógv
sum vit, so tað sigur seg
sjálvt, at vit missa eina
rúgvu av peningi, staðfestir
Sonny Johannesen.
Makrelurin
Tað, sum argar Sonna
Johannesen mest av øllum,
er, at veruliga trætan er um
makrelin, sum onki hevur
við flakatrolararnar at gera.
Norðmenn vildu hava
eitt jarnbrot at fáa sítt ígjøg
num, og tað hevur í hesum
føri eydnast, sigur Sonny
Johannesen. Hann leggur
afturat, at hann ikki skilur,
hví samráðingarnar ikki
vóru tiknar upp fyrr enn í
seinastu løtu.
Somuleiðis nevnir hann,
at landsstýrið má hava fyri
reikað seg ov illa, tí tá norð
menn
seta
dagsskránna
soleiðis, so hava føroyingar
gjørt okkurt býtt.
Makrelurin verður ikki
veiddur fyrr enn í juni og
juli, so hetta mál kundi gott
bíða, um norðmenn ikki
ynsktu at trýsta okkurt
ígjøgnum, sigur skiparin á
Ennibergi.
Úrslit í dag
Sonny Johannesen staðfestir
somuleiðis, at um ongin
loysn verður funnin í dag,
so kann alt gera tað sama.
Sleppa vit ikki inn í
norskan sjógv í dag, so hev
ur hendan avtalan onki at
siga fyri føroyingar. Vit
hava mist størsta partin av
fyrsta túrinum, sum vanliga
er tann besti á árinum. Og
finna teir ikki eina loysn í
dag, so nýtist ikki at finna
eina loysn, tí so verður
avtalan bara til fyrimuns
fyri norsk nótaskip. Trúgv
mær, norðmenn skulu nokk
koma á knøunum í mai
mánaði at bidda um makrel
kvotu, og tá er ongin grund
hjá føroyingum at gera
nakra avtalu, sigur Sonny
Johannesen. Sum eisini fýl
ist á, at tað kom púra óvart
á, at teir blivu koyrdir úr
norskum sjógvi.
– Vit fóru avstað við
einum loyvi og høvdu plan
lagt sum vanligt, men so
forpurraði
hetta
stríðið
allan tann fyrsta túrin, harm
ast Sonny Johannesen.
Flyta beinanvegin
Sum skilst eru øll tey før
oysku skipini, sum eru rakt
av fiskiveiðutrætuni, klár at
flyta í norskt øki.
– Vit liggja har vestri í
»Gráu sonu« og hava alt
klárt til at flyta, sigur Sonny
Johannesen, sum eina stað
festing av, hvussu nógv tað
hevur at siga at koma inn í
norskan sjógv. Hann greiðir
somuleiðis frá, at um boðini
um eina avtalu koma í dag,
so kunnu teir byrja at veiða
í norskum øki, so skjótt
sum 12 tímar eru lidnir.
Flýggja sum
skjótast
Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, harmast, at skipið hevur mist stóran vinning á fyrsta
túrinum, tí teimum hevur verið noktað atgongd í norskan sjógv. Hann hartar somuleiðis
politikararnar fyri støðuna, sum er íkomin
Mynd: Vilmund Jacobsen