týsdagur 3. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 23 - 3. februar 2009
31 ára gamla
Malan Patursson
úr Kirkjubø tekur
við festinum á
Koltursgarði eftir
pápa sín, ið er farin
í nýtt starv. Klokkan
14.30 mikudagin
flytir hon saman við
manninum og báðum
børnunum til Kolturs
at búgva
Útoyggj
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað var í desember mánað,
at Malan Patursson og
maður hennara, Petur á Dul
Patursson, fingu tilboð um
at taka yvir garðin hjá
foreldrunum í Koltri. Síðan
í 1994 hava Bjørn og Lükka
Patursson búleikast í Koltri,
har
tey
hava
rikið
Koltursgarð.
Malan og Petur hava
saman við børnunum nýtt
nógva tíð í Kolturi, og hava
tískil eina hóming hvat tey
koma til. Men tey ásanna
somuleiðis, at eitt er at
hjálpa til, og at tað er nakað
heilt annað er at reka garðin
sjálvur. Tey eru í løtuni í
ferð við at pakka, og royna
at fáa ymsu viðurskiftini
upp á pláss áðrenn flyting
ina. Dreingirnir, ið eru átta
og níggju ára gamlir, skulu
hava skúlaundirvísing, og
avtala er fyribils gjørd um
at teir aðru hvørja viku
skulu í skúla á Velbastað,
og aðru hvørja viku fáa
heimaundirvísing.
Vit fara út fyri at royna
tað. Vit hava verið nógv í
Koltri, men nú verður tað
nakað øðrvísi við tað, at
Koltursgarður nú verður
okkara arbeiði, í staðin fyri
okkara frístað, sigur Malan
Patursson.
Hon tók her fyri prógv
sum heilsurøktari, og mað
urin hevur higartil starvast
sum elinnleggjari. Framm
anundan
hevur
Malan
Patursson útbúgving innan
landbúnað, sum er eitt krav
fyri at festa.
Jørðin í Koltri er øll
landsjørð og Koltur er eitt
festi við 17 mørkum í jørð.
Við í festinum fylgja 160
áseyðir og umleið 30 skotsk
fjallaneyt. Oksarnir verða
aldir upp eftir altjóða vist
frøðiliga góðkendum regl
um, og kjøtið verður selt til
privat
og
vinnurekandi
kring landið. Harafturat fær
Koltur fíggjarligan stuðul
frá landinum til at menna
ferðavinnuna í Koltri.
Vit ætla at reka garðin
eftir
sama
spori
sum
foreldrini hjá mær.
Hendan
festingin
er
heldur øðrvísi enn tá eitt
náttúrligt ættarliðsskifti fer
fram. Tá er vanligt at bæði
ættarliðini arbeiða saman
eitt skifti, áðrenn eldra
ættarliðið flytir. Malan og
Petur Patursson koma tó til
manntóman
garð,
tí
fyrrverandi bóndin er longu
farin í annað starv.
Øll nútímans tøkni er í
Koltri, og tyrlusamband er
hvønn mikudag, fríggjadag
og sunnudag.
Í mai mánaði fer lítla
familjan at telja fimm limir,
tí tá er Malan sett at eiga
teirra triðja barn. Hesin
nýføðingurin verður sostatt
fyrsta barn, ið er føtt í oynni
í fleiri enn 20 ár.
Malan festir Koltursgarð
Í morgin klokkan
14.30 fara Malan,
Petur, Sjúrður og Jóan
Pauli til Kolturs – at
búgva. Malan skal festa
Koltursgarð eftir pápa
sín, sum hevur rikið
garðin seinastu 15 árini
Mynd: Jens Kristian Vang
Í ár eru 200 ár liðin
síðan Charles Darwin
varð borin í heim.
Árið verður hátíðar
hildið kring allan
heim, og saman við
Fróðskaparsetur
Føroya og Náttúru
gripasavninum, fer
Lívfrøðifelag Føroya
at gera sítt til at minn
ast Darwin í 2009
HátíðarHald
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
12. februar eru 200 ár liðin
síðan faðirin at menningar
læruni, Charles Darwin,
varð borin í heim. Í tí
sambandi fer Føroya Lív
frøðifelag, Fróðskaparsetur
Føroya og Náttúrugripa
savnið at skipa fyri ymisk
um fyrilestrum gjøgnum
árið.
Tann fyrsti av hesum
verður á sjálvum føðingar
degnum, tá fyrilestur verður
um lívssøguna hjá Darwin,
og um menningarlæruna
sjálva. Aftur í juni mánaði
verður fyrilestur, tá fer tað
at
snúgva
seg
um
oyggjalívfrøði í samband
við eina bókaútgávu um
fyribrigdið. Jóhanna Olsen,
næstforkvinna í Lívfrøði
felagnum, sigur at lívfrøðin
vísir seg at mennast øðrvísi
í oyggjasamfeløgum, og at
hesum hevur høvundin at
útgávuni granskað í.
Í august fer fyrilesturin at
snúgva seg um týdningin av
menningarlæruni hjá Dar
win fyri heimsspeki og bók
mentir. Í november mánaði
eru 150 ár liðin síðan Origin
of the Species kom út, og
seinasti fyrilesturin í ár,
verður í november, og fer at
snúgva seg um phylogeni,
hvussu vit hanga saman.
Hvaðani
stava
vit,
og
hvussu tað verður greinað,
bygt á teoriir hjá Darwin.
Læran hjá Darwin – at
tær livandi verurnar eru
vornar til við náttúrligari
útveljing gjøgnum milliónir
av árum – hevur kollvelt
okkara fatan av heiminum.
Og hevur lært okkum at
síggja okkum sjálvi sum ein
part av náttúruni, siga fyri
reikararnir í tíðindaskrivi.
Darwin 200 ár
Kring heimin minnast tey
200 ára føðingardagin hjá
Charles Darwin, faðirin at
menningarlæruni
Nýggjan sparikassa
fyri 60 milliónir
Norðlýsið skrivar, at Norðoya Sparikassi í Klaksvík hevur keypt
økið framvið Ósánna, úr Biskupsstøðgøtu og suður móti Ósá
skúlanum. Ætlanin er at byggja nýggjan bygning fyri 60 milli
ónir á økinum. Eyðfinn Reyðberg sigur, at tørvurin á plássi er
akuttur á deildini, og at ætlanir um útbygging hava verið ávegis í
nøkur ár. Seinasta útbygging var í 1970 árunum, tá 10 fólk starv
aðust á deildini. Í dag eru 40 fólk til arbeiðis í í somu hølum.
Sparikassastjórin vónar, at arbeiðið verður liðugt í 2012.
Kina ger stóra íløgu
Kinesarar eru til reiðar at seta 15 mia. dollarar í tað risastóra
námsvinnufelagið Rio Tinto, sum milllum annað rekur tað
stóra aluminiumsvirkið í Straumsvík í Íslandi. Tað fer at
geva kinesarum ræðisrætt yvir 32 prosentum av partapenin
ginum í Rio Tinto. Sambært íslendskum fjølmiðlum hevur
Rio Tinto havt fíggjarligar trupulleikar, síðani fyritøkan
yvirtók eitt annað aluminiumsfelag í fjør. Altjóða fíggjar
kreppan hevur ikki bøtt um støðuna, tí ein avleiðing av
henni er, at prísurin á aluminium er fallin.