týsdagur 3. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 23 - 3. februar 2009
Skótarørslan í Før
oyum tekur nú eitt
ódnartak fyri at skapa
ein framkomnan og
nýskapandi depil á
Selatrað, sum fer at
gera tað nógv stutt
ligari at vera skóti
Skótalív
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið KFUM skótarnir í
Føroyum hittast til eyka
landsstevnu á Selatrað leyg
ardagin, skulu teir taka eina
stóra avgerð.
Tí tá skal avgerðin fella
um tey skulu fara undir eitt
ódnartak fyri at gera ein
nýggjan og framkomnan
skótadepil á Selatrað.
Magni Laksáfoss, skóta
ovasti hjá KFUM skótunum,
sigur, at tey hava í eina tíð
arbeitt við eini ætlan um at
nútímansgera skótadepilin
á Selatrað.
Úrslitið av tí arbeiðnum
er, at á landsstevnu leygar
dagin verður eitt uppskot til
ein nýggjan skótadepil løgd
fyri fundin til góðkenning
ar.
Talan er um skótadepil,
sum bæði skal nøkta tørvin
á stórum legum og á smærri
legum og tað bæði uttandura
og innandura, umframt at
tað skal vera góðar umstøð
ur til at halda skeið og
fundir.
12 milliónir
Skótaovastin sigur, at til
samans er talan um ein
nýggjan skótadepil fyri 12
milliónir.
Vit umhugsaðu at gera
ábøtur á deplinum á Sela
trað, men hvussu vit so
vendu og snaraðu tí, komu
vit bert at fáa eina hálva
loysn fyri at kalla fullan
prís.
Hann sigur, at sostatt
hava tey heldur gjørt av at
umkalfatra allan skótadepil
in sum hann er og at gera
ein nýggjan depil, heilt frá
botni av.
Skótahúsið, Kambur, á
Kambsdali er selt, tí bygdin
vaks inn á skótarnar.
Tá ásannaðu vit, at tað
varð neyðugt at miðsavna
okkum um ein skótadepil í
Føroyum og úrslitið er so
fyriliggjandi uppskot um
hendan nýggja depilin á
Selatrað. Talan er um eina
heildarloysn, sum fevnir
bæði um landsslagið og um
bygningar og aðrar hent
leikar.
Tað merkir, at flestu bygn
ingarnir, sum eru á skóta
deplinum á Selatrað nú,
verða tiknir niður, ella flutt
ir og nýtt bygt ístaðin
Í deplinum verður eitt
stórt, nýtt leguhús, umframt
smærri
hús,
skúrar
til
amboð,
bálpláss,
tjaldingarpláss og annars
alt, sum hoyrir einum fram
komnum skótadepli til.
Bæði stórt og smátt
Verður ætlanin góðkend á
landsfundinum,
verður
farið til verka beinanvegin
Men av tí, at talan er um
eina stóra og dýra verkætlan,
verður arbeiðið gjørt so
hvørt, sum ráðini verða til
tað.
Men ætlanin er at hava
tað stóra bálplássið liðugt
longu á landsleguna, sum
skal vera í summar. Roynt
verður
eisini
at
hava
Úlvadalin lidnan í summar
og tá er eisini ætlanin at
planta rundanum Rovara
smáttuna.
Saman við tí tey fingu
fyri húsið á Kambsdali,
hava tey útvegað sær ein
startkapital upp á millum
tvær og tríggjar milliónir.
Men tey fara nú at søkja
um stuðul ymsastaðni frá
og tey fara at byggja, so
hvørt tey fáa stuðul.
Byggja skótadepil fyri 12
Allur skótadepilin verður bygdur rundanum um tað stóra bálplássið í miðjuni, sum Hjálpirót hevur skipað fyri.
Kreppa eisini í Australia
Fíggjarliga kreppan er altjóða, og hinumegin klótina hevur aurtralska stjórnin boðað frá einum hjálparpakka
áljóðandi 42 milliardir australskar dollarar, skrivar dagblaðið The Australian. Australski búskapurin hevur í
mong ár notið gott av einum boomi í heimsnýtsluni av metalli, sum stóra landið er ríkt av, men nú er ballið
buið. Endamálið við hjálparpakkanum er at útvega 90.000 nýggj arbeiðspláss komandi tvey árini. Íløgur
verða eitt nú gjørdar í skúlar, almennar íbúðir, bjálving av húsum og sólhita skipanum. Saman við
hjálparpakkanum hevur stjórnin kunngjørt, at fíggjarlógin í ár fer at geva eitt undir skot uppá 22,5 milliardir
australskum dollarum, meðan arbeiðsloysið væntandi verður 5,5% í juni móti einari metan í undanfarna
fíggjarlóg um eitt arbeiðsloysi á 4,3%. Australski tjóðbankin, Reserve Bank of Australia, hevur harumframt
lækka rentuna 100 basisstig til 3,25%, sum er tað lægsta í 45 ár. Rentulækkingin var kortini, sambært
Bloomberg, væntandi á marknaðinum. Australski dollarin kostar í meðal 3,68 krónur og tað merkir, at
hjálparpakkin er verdur góðar 150 milliardir krónur, skrivar boersen.dk.