Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2009 Skótalív Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum tað sæst á yvirlits­ mynd­ini, verður talan um ein umfatand­i og framkomn­ an skótad­epil, sum ætlanin er at gera á Selatrað. Niðast høgrumegin á mynd­ini sæst eitt nýtt, stórt leguhús til yvir 120 fólk. Ovast í vinstra horni er ein Rovarasmátta, til smærri bólkar av vaksnum skótum. Økið, har Rovarasmáttan stend­ur á, er hagi og har fara tey at planta runnar, so at smáttan kemur at stand­a í einum skógarlíknand­i náttúrukend­um hagalend­i. Ímillum Rovara­ smáttuna og mið­ d­epilin, er ein gøta og ein rund­ingur, sum tey nevna Úlvad­alurin. Har er ætlanin at planta framvið og at hava gøtur ímillum trøðini og eitt opið pláss í miðjuni. Ùlvarnir eru teir yngru skótarnir frá 7­12 ár. Niðast høgrumegin er eisini ein smátta til smærri bólkar av yngru skótum, sum eru ímillum 12­16 ár. Hetta er ein smátta, sum longu er á d­eplinum á Selatrað. Ferhyrnta húsið høgru­ megin er Hoyløðan, men har verður ovara hæd­d­in tikin burtur, so at sjálv løðan verður tikin burtur og at breiða oman á tann stoypta kjallaran so at tey fáa eitt skúr til útgerð at kalla und­ir jørð. Wc bygningurin er mitt í mynd­ini og hann verður verður stand­and­i. Runt um í mynd­ini síggj­ ast smáir rund­ingar, sum eru smærri legupláss og bálpláss og har er ætlanin at hava kranar til rennand­i vatn og el. Men miðd­epilin á skóta­ d­eplinum er stóra bálplássið mitt í d­eplinum. Und­ir bál­ plássinum er skúr til brenni og amboð og oman á er pláss fyri einum stórum báli ella einum ella tveimum smærri bálum og á pláss­ unum rund­anum er rúm fyri nógvum fólki. Hávur til biogass Grønland­shávurin kann ikki brúkast sum mannaføði og hevur held­ur ikki nakað serliga gott orð á sær. Men nú er líkt til, at hann kortini kann gera gagn. KNR veit at siga, at sambært kanningum kann grønland­shávurin brúkast sum biogass. Kommunan í Uummannaq arbeiðir við einari verkætlan um at brúka biogass til orkuframleiðslu., og kanningar vísa, at biogass frá fiskaslógvi og grønland­shávi kann útvega 13 prosent av orkunýtsluni í kommununi. Sea Shepherd ger um seg Tveir menn hjá felagsskapinum Sea Shepherd­ fisgu skaða, tá teir roynd­u at órógva japonsk hvalaveiðiskip, sum roynd­u eftir stórhvali í suðurhøvum einar 1.700 fjórðingar sunnan fyri avstralsku oynna Tasmania. Formaðurin í Sea Shepherd­, Paul Watson, sigur við tíðind­astovuna AP, at eitt av teimum japonsku skipunum setti spulislangurnar á menninar hjá Sea Shepherd­, tá hesir sigld­u at hvalabátinum. Hann vil eisini vera við, at japanararnir tveittu ymsar lutir eftir gummibátinum hjá Sea Shepherd­. Framkomin depil við øllum hentleikum milliónir á Selatrað Glaðir skótar á legu á Selatrað, men í framtíðini fáa teir enn meiri at gleðast um Heildaryvirlit yvir nýggju skótaleguna. Í tekstinum verður meiri nágreiniliga greitt frá, hvussu depilin er skipaður