Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2009 Rockbólkurin Chase ger comeback í sam­ bandi við 20 ára føðingardagin, og teir leggja upp til eitt ordans rockbrak á Summar Festivalinum í august FESTIVALUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Chase telist millum legend­ urnar í føroyskum rocktón­ leiki. Teir vóru millum best umtóktu bólkarnar í Føroy­ um í fleiri ár, og við rock­ tónleiki í altjóða flokki livdu teir dreymin á føroysk­ um palli. Teir hava givið tvær fløg­ ur út, og sangir sum Fyrstu Ferð, Two Heart, Sjey Míl Frá Hollywood og Niðasta Brúgv eru millum varðarnar, sum standa eftir bólkin. Í ár fyllir Chase 20 ár, og føðingardagurin skal hald­ ast við rimmar framførslu á Summar Festivalinum. ­ Vit hava tosað um tað leingi, men bara soleiðis leystliga. Í ár eru 20 ár lið­ in, síðani vit byrjaðu at spæla, og vit hava tosað um at gjørt okkurt í hesum sam­ bandi. Tað verður so fram­ førslan á Summar Festival­ inum, sigur Edmund Jacob­ sen, sangari í bólkinum. ­ Um tað er eitt veruligt comeback, ja, tað mugu áskoðararnir avgera. Vit fara í hvussu er at gera okk­ ara besta. Vit eru allir sera spentir og fit for fight, og tað verður stuttligt at møtast aftur. Vit hava satt at siga ikki verið saman síðani vit innspældu „Sum Tjóvur á Nátt” í 2001, sigur hann. Spæla tað besta Chase vóru kendir fyri bæði at spæla egnar rocksangir, og fyri at spæla tað besta hjá kendum útlendskum bólkum. ­ Á Summar Festivalinum fara vit at spæla tað besta úr kataloginum ­ mest løg frá báðum fløgunum, men helst eisini okkurt einstakt coverlag, og møguliga okk­ urt nýtt, sigur Edmund Jacobsen. Hvussu kennist tað at fara aftur á pallin? ­ Kann bara svara fyri meg sjálvan. Og mín mein­ ing er, at tað kenst sera gott. Eg gleði meg. Havi tosað við hinar, og teir eru eisini sera spentir. Er Summar Festivalurin hóskandi til eitt Chase- comeback? ­ Persónliga haldi eg, at Chase riggar best á einum stórum palli, har ið vit kunnu leika í og spæla rokk­ stjørnir. Tvætl! Lítil ella stórur pallur ­ tað snýr seg um tónleik. Vit fara bara at gera okkara besta, og lata áskoðararnar døma. Fyrst og fremst festivalur Hevur Chase nakra framtíð uttan hesa comeback­fram­ førsluna? ­ Eg tori ikki at siga. Um tað nú gongur ordiliga væl á Summar Festivalinum, so kann tað verða, at vit fara at freistast til okkurt meira. Kennist tað stuttligt og spennandi, so er tað ikki óhugsandi at vit gera okkurt saman í framtíðini. Nú fáa vit at síggja. Og fyri fyrstu kunnu gomlu fjeppararnir fegnast um, at Chase aftur kann upplivast á palli. Og tey yngru kunnu fáa eitt prógv um, at føroyingar sanniliga duga bæði at skriva og spæla rættan rocktónleik. Chase heldur føðingardag á Summar Festivalinum KONSERT Komandi vikuskifti verða urgukonsertir í Fuglafirði og í Vesturkirkjuni í Havn. Tað er íslendski urguleikarin Bjørn Steinar, sum kemur til Føroyar at spæla og hava fyrilestur og skeið við urguleikarum. Bjørn Steinar hevur síðan 2006 verið organist­ ur í Hallgrimskirkjuni í Reykjavik og er skúlastjóri við Tónskóla Kirkjunnar, har hann eisini undirvísir í orgulspæli. Hann er royndur urguleikari, hevur spælt nógvar konsertir bæði í Íslandi og aðra­ staðni. Hann hevur spælt saman við symfoni­ orkestrum, spælt kamar­ tónleik og fleiri upptøkur fyri útvarp og sjonvarp og á CD, m.a. øll orgulstykk­ ini hjá Páll Ísólfsson. Á skránni hesar báðar konsertirnar eru verk af Mendelsohn, Páll Ísolfs­ son og Messiaen. Av Mes­ siaen fer hann at spæla kenda verkið ”La Nativité du Seigneur” – Føðing Krists. og v Mendelsohn Sonatur í c­mol. Í samband við konsert­ ina í Vesturkirkjuni fer Bjørn Steinar at halda fyrilestur um franskan urgutónleik og hann fer at spæla dømir um henda serstaka urgutónleik. Eis­ ini fara urgunæmingar, sum fáa frálæru í urgu­ spæli á Musikkskúlanum, at spæla franskan urgu­ tónleik fyri honum og skeiðluttakarunum. Konsertin í Fuglafjarðar Kirkju verður leygardagin kl. 16. Í Vesturkirkjuni verður konsertin sunnudag eisini kl.16. Aftaná konsertina verður okkurt til matna til skeiðlut­ takararnar og síðan verður fyrilestur og skeið frá kl 18 – 20. Øll, við áhuga fyri urgutónleiki, eru væl­ komin at tekna seg til skeiðið á tlf. 284001. Íslendsk­ur urguleik­ari vitjar Føroyar Feløg á svartalista Norski oljugrunnurin hevur sett amerikonsku stórfyritøkuna Textron Inc. og kanadisku fyritøkuna Barrick Gold Corp. á svartalista. Tað merkir, at grunnurin vil ikki hava nakað fíggjarligt samband við fyritøkurnar, og orsøkin er sambært grunninum, at tær hava brotið tær siðareglurnar, sum eru galdandi fyri samstarvið millum oljugrunnin og viðskiftafeløg. Fíggjarmálaráðið í Oslo sigur, at Textron Inc. er komið á svartalista, tí fyritøkan ger tyssibumbur, og Barrick er sett á listan, tí fyritøkan heldur ikki ásetingarnar um at verja umhvørvið. Ferðavinnan eftir hæli Ittoqqortoormiit.er eitt av teimum best umtóktu ferðavinnumálunum í Grønlandi, men nú bendir alt á, at gestirnir har verða munandi færri í ár enn tey seinastu árini. Masrtin Munck, stjóri í Nanu Travel, sigur við Sermitsiaq, at soleiðis sum útlitini eru nú, verður ferðafólkatalið í ár bara helmingurin av tí, sum tað var í fjør. Fíggjarkreppan er morsøkin. Martin Munck sigur, at í fjør keyptu ferðafólk 600 dagar á hundasleðu, men higartil eru bara 262 hundasleðudagar seldir í ár. íslendski urguleikarin Bjørn Steinar