Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2009 European Payment Index (EPI) Hvørt ár fær Intrum Justitia, størsta innheintingarfyritøka í Europa, við hjálp av túsundavís av fyritøkum í 25 londum tilfar sum vísir, hvussu fyritøkur í Europa rinda sínar rokningar. Okkara árliga European Payment Index (EPI) hevur víst seg at verða ein virðismikil hjálp hjá fyritøkum, sum selja til viðskiftafólk runt um í Europa. Júst nú vísir tað seg at verða serliga umráðandi at verða við í EPI, tí at alheims fíggjarkreppan, sum ger um seg í hesum døgum, ger tað enn týdningarmiklari at halda eyga við, hvussu fyritøkur rinda rokningar í teimum ymsu londunum í Europa. Hetta er triðju ferð, at Intrum Føroyar er við í hesi kanning. Undanfarnu ár hevur luttøkan og áhugin fyri hesi kanningini verði stórur og vónandi verður tað eisini soleiðis í ár, sigur Inrtum Føryar í skrivi. Grønland umtókt ferðamál Felagið Lonely Planet, ið er kent um allan heimin fyri sínar ferðavinnubøkur, hevur júst útnevnt tíggju tey best umtóktu ferðamálini í 2009. Í grønlendsku ferðavinnuni eru tey sera fegin um, at Lonely Planet hevur valt Grønland sum eitt av teimum fremstu ferðamálunum í ár. Anders La Cour, sam­ skiftisleiðari í ferðavinnuráðnum, sigur við KNR, at avgerðin hjá Lonely Planet er ein stórur vinningur fyri Grønland, serliga nú tey fremmandu ferðafólkini hava verið fækkandi. 15 bileigarar hava gjørt av at stevna TAKS eftir MVG, sum stovnurin uttan heim­ ild hevur kravt frá fólki, ið hava keypt bil í tíðarskeiðinum 1. mai 1999 til 28. apríl 2005 SAKARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá lógin um skráseting­ argjald av bilum varð dag­ førd á vári 1999 var ein feil­ ur gjørdur soleiðis, at heim­ ildin at krevja hetta gjaldið ikki var til staðar. Hesin feilurin varð ikki uppdag­ aður fyrr enn á vári í 2005, og 28. apríl hetta árið verður lógin broytt soleiðis, at heimildin at krevja gjaldið inn verður í lagi. Hetta merkir so, at TAKS í seks ár hevur kravt hesi skrásetingargjøld inn uttan heimild, og hetta var eisini staðfest av Skatta­ og av­ gjaldskærunevndini 25. oktober 2006. Tá ger nevndin úrskurð í kærumáli og staðfestir, at eingin heimild var at krevja hesi gjøld inn, og TAKS má tí rinda gjaldið aftur til bil­ keypara. Seinni hevur TAKS lagt hetta málið fyri dómsvaldið, men enn hevur hetta tó ikki verið fyri í rættinum. Síðani Sosialurin í vár varpaði ljós á málið, hava hundraðtals borgarar vent sær til Taks og bilasølur kring landið. Og nú hava 15 borgarar tikið seg saman í felags stevning móti Taks. Ein teirra er Rodmundur Nielsen. ­ Ja, eg eri ein av teimum 15, sum hava stevnt TAKS. Eg átti meiri enn hin eina bilin í hesum tíðarskeiðin­ um, og tá hetta er eitt ógvu­ liga prinsipielt mál, valdi eg at stevna, sigur Rod­ mundur Nielsen. Sum nevnt eigur Rod­ mundur Nielsen tvær ella tríggjar av teimum 15 sak­ unum, og tað undrar hann stórliga, at ikki fleiri bil­ eigarar, sum hava kypt bil í tíðarskeiðinum, hava valt at stevnt. ­ Eg trúði, at eg fór at verða ein av mongum hundr­ að, sum hava valt at stevna TAKS, men vit eru bert 15, og harav eigi eg minst tvær, kanska tríggjar sakir, sigur Rodmundur Nielsen. Moralskt forkastiligt Tað er Bjørn á Heygum, sum førir sakirnar fyri Rodmund Nielsen og nakrar aðrar av bileigarunum, sum hava stevnt TAKS. ­ Málið er enn á fyrireik­ andi støði. Vit hava í skriv­ um til rættin ført okkara sjónarmið fram við grund­ gevingum fyri, hví vit seta krøvini fram. TAKS hevur so í sínum lag roynt at grund­ givið fyri, hví teir ikki skulu rinda peningin aftur, sigur Bjørn á Heygum. Han sigur, at teir hava biðið um at fáa at vita svart upp á hvítt hvar tað stendur, at TAKS hevði neyðugu heimildirnar at krevja hesi gjøldini inn. ­ Men tað kunnu teir ikki, tí teir hava ikki havt neyð­ ugu heimildina. Teir nýta undarførsluna, at tað eru ikki teir, men bilasølurnar, sum hava kravt hesi gjøldini inn, men tað hava bila­ sølurnar gjørt vegna TAKS, sum aftur hevur kravt peningin frá bilasølunum, sigur Bjørn á Heygum. Teir hava kortini stevnt bilasølunum síðuloypandi, har tað er møguligt, og tað hevur tað ikki verið í øllum førum, tí summar hava snar­ að lykilin um og aðrar eru ikki til longur. Skapa presedens ­ Tað verður ógvuliga áhugavert at síggja, hvat hendir í hesum málinum. Hetta er í hvussu er ikki nakað, sum uppbyggir virð­ ingina fyri tí almenna, tá teir royna at skulka sær undan ábyrgd, sigur Bjørn á Heygum. Hann sigur, at TAKS ikki hevur havt heimild at krevja hesi gjøldini inn, og heldur enn at skulka sær undan ábyrgd, áttu teir at verið so mikið at sær komnir, at teir viðgingu síni mistøk. ­ Tað er tað einasta, sum kundi skapt virðing fyri tí almenna. Teir skuldu gingið undan at hildi landsins lógir. Tað, sum teir nú gera, er moralskt forkastiligt, sigur Bjørn á Heygum. Hann heldur, at slík fram­ ferð í ringasta føri kann gera, at fólk ikki bert missa virð­ ingina fyri landsins myndug­ leikum, men eisini missa álitið á rættarskipanini. ­ Nú verður ein fyri­ reikandi fundur ein av fyrstu døgunum, har støða verður tikin til, hvussu verður farið fram. Í løtuni bendir nógv á, at nakrar fáar sakir – kanska einar fýra – verða tiknar fram og royndar í rættinum, og úrskurðurin fer síðani at skapa presedens fyri alar hinar sakirnar og fyri allar bileigarar, sum hava keypt bil í tíðarskiðinum 1. mai 1999 til 28. apríl 2005, sigur Bjørn á Heygum. TAKS stevnt í MVG-málinum 1. mai 1999 vórðu dagføringar gjørdar í lógini um skrá­ setingargjald fyri innflutning av bilum. 28. apríl 2005 verður lógin broytt, soleiðis at heimildin at krevja inn ætlaða gjaldið verður í lagi. 25. oktober 2006 ger hjá Skatta og avgjaldskærunevndini úrskurð í kærumáli. Har verður staðfest, at tað ikki var lógar­ heimild at krevja inn millum 1. mai 1999 til 28. apríl 2005. 26. mars 2008 tekur Skatta­ og avgjaldskærnevndin avgerð um, at avgerðin frá 25. oktober skal fylgjast, so leingi sum annar dómur ikki fyriliggur í málinum. Skatta­ og avgjaldskærunevndin er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki innan skatta­ og avgjaldsøkið. 15. apríl 2008 sendir Taks út tíðindaskriv. Her staðfestir stovnurin, at tey ikki meta Skatta­ og avgjaldskærunevndina hava heimild at fastleggja rættarstøðuna í málum, sum ikki eru løgd fyri nevndina. 7. mai 2008 afturvísir Taks kæru frá borgara, sum hevur kravt mvg­afturbering í samband við keypi av persónbili. Talan er um mál millum borgaran og bilasøluna, sum hevur selt bilin, sigur Taks. Síðani Sosialurin í fjør vár varpaði ljós á málið, hava hundraðtals borgarar vent sær til Taks og bilasølur kring landið. Og í einstøkum førum hava borgarar tikið seg sa­ man í felags stevning móti Taks. Enn er bert eitt mál endað við, at Taks hevur goldið borgara pening. Hetta er málið, sum varð avgreitt av kærunevndini tann 25. oktober 2006, men Taks hevur lagt málið fyri dómsvaldið at taka støðu til. FAKTA - Eg eri púra avkláraður við sakina, og fyri meg er tað líka nógv ein spurningur um prinsipp sum nakað annað, sigur Rodmundur Nielsen, sum eigur tríggjar av teimum 15 sakunum, sum TAKS er stevnt fyri