týsdagur 3. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2009
11
Tað hevði sømt seg, um
politiski myndugleikin
ásetti við lóg, at í
Føroyum eru tað
føroyskir sáttmálar,
sum skulu vera minsta
áseting á arbeiðs
marknaðinum, um
útlendskar fyritøkur
ætla sær higar at
arbeiða
S
eta vit greiðar reglur fyri, at
útlendsk arbeiðsmegi í
Føroyum skal lønast eftir før
oyskum sáttmálaviðurskiftum,
megna vit at sláa tvær flugur í
einum. Tá forða vit fyri lønar
dumping og hægri arbeiðsloysi.
Men vit syrgja somuleiðis fyri,
at kappingin er á jøvnum støði
ímillum føroyskar og útlendskar
fyritøkur, ið bjóða uppá arbeiðir
í Føroyum.
Spara 6 mió. eftir reyv
Tað hevur verið frammi, at
landskassin sparir 6 milliónir
krónur, av tí at ein íslendsk
fyritøka við lægri lønarútreiðsl
um enn ein føroysk fyritøka
hevur fingið arbeiðið at klæða
Landssjúkrahúsið av nýggjum.
Eftir mínum tykki spara vit í
hesum føri eftir reyv. Tey, sum
tosa um hesa sparingina,
gloyma, at ein stórur partur av
pengunum høvdu komið inn
aftur í landskassan sum skatta
krónur, um arbeiðið varð gjørt
av føroyskum handverkarum.
Men vit eiga fyri tað ikki at
forða fyri, at útlendingar
kunnu bjóða upp á arbeiðir í
Føroyum. Tað sum er galið í
hesum føri er, at vit avlaga
føroyska arbeiðsmarknaðin
við at lata útlendskar fyritøkur
koma inn í landið við øðrum
lønartreytum enn hjá okkum
sjálvum. Hetta leggur upp til
eina lønardumping í føroysku
handverkaravinnuni og uttan
iva í øðrum vinnum eisini.
Hetta skapar eina ójavna
kappingarstøðu ímillum
føroyskar og útlendskar
fyritøkur. Og at enda økir hetta
eisini um føroyska
arbeiðsloysið.
Seta treytir
Tað er púra vanligt, at lond seta
treytir, ið byrgja upp fyri, at
slíkt sum hetta kann henda.
Eisini um londini hava sátt
málar við hvørt annað um tey
fýra frælsini, soleiðis sum
Føroyar hava tað við Ísland
ígjøgnum Hoyvíkssáttmálan
ella Íslandssáttmálan, sum hann
eisini verður nevndur.
Føroyar eru eftir øllum at
døma einasta Norðurlandið, ið
ikki hevur sett treytir á hesum
øki. Og nú hetta málið snýr seg
um íslendska arbeiðsmegi, er
vert at nevna, at júst Ísland er
eitt tað landið, ið hevur harð
astu treytir hesum viðvíkjandi.
Íslendingar hava til dømis lóg
um rættindi og skyldur hjá
útlendskum fyritøkum úr
EFTA, EBS og Føroyum, sum
senda arbeiðsfólk til Íslands at
virka á teirra arbeiðsmarknaði.
Hetta júst tí, at Ísland annars
hevur sáttmála við EFTA, EBS
og Føroyar um frælsan flutning
av arbeiðsmegi.
Nú fíggjarkreppan rakar, hava
vit upplivað tað fyrsta dømið
um lønardumping og ójavnar
kappingartreytir orsakað av geo
grafiskari staðseting hjá eini
arbeiðstakarafyritøku. Tað er
umráðandi, at vit steðga hesari
gongd í føðingini, soleiðis at vit
sleppa undan keðiligum avleið
ingum í nærmastu framtíð.
Vit eiga at áseta við lóg, at í
Føroyum eru tað føroyskir sátt
málar, sum skulu vera minsta
áseting á arbeiðsmarknaðinum,
um útlendskar fyritøkur ætla
sær til Føroya at arbeiða.
Partur av alheimsgerðini
Ímeðan kjakið gongur heitt um
føroyska uttanríkispolitikkin og
harvið møguligan EFTA ella
ES limaskap, so er júst hetta
málið ein týdningarmikið liður
í neyðugu fyrireikingunum at
gerast partur av einum størri
arbeiðsmarknaði.
Fáa vit neyðugu arbeiðs
marknaðarlóggávuna upp á
pláss, eru vit eisini betri brynj
að til avbjóðingarnar, um vit
gerast partur av EFTA, og eisini
tá vit gera aðrar 2. ættarliðs
sáttmálar við lond og við
felagsskapir av londum.
Vit lurtaðu eftir vinnuni og
góvu arbeiðsmegi úr ES
londum frítt at koma til Føroya
at virka. Hetta var skilagott,
hóast vit helst lógu sjóvarfallið
av okkum. Nú eiga vit at lurta
eftir fakfeløgunum og vinnuni
og gera nakað við
lønardumpingina, ið serliga
íslendingar gjøgnum
Íslandssáttmálan eru førir fyri
at fremja í Føroyum.
Nú eg nevndi arbeiðsmegina
úr ES, er rætt at nevna, at vit
júst í teirri lóggávuni settu
greiðar minstulønartreytir. Vit
ásettu, at útlendska arbeiðs
megin úr ESlondum skuldi liva
upp til sáttmálarnar á arbeiðs
marknaðinum her heima. Somu
treytir hava vit fyri arbeiðsmegi
uttan fyri ES lond.
Tað er onki sum forðar
okkum við lóg at áseta treytir
fyri arbeiðsmegina hjá fólki,
sum koma her við fyritøkum
gjøgnum Íslandssáttmálan.
Landsstýrið skal bara ráðføra
seg við partarnar á arbeiðs
marknaðinum og síðani bera
uppskotið niðan í tingið.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vit eiga at lóggeva
móti dumping á
arbeiðsmarknaðinum
Tíðargreinin
tíðargreinin
John Johannessen,
Form. Javnaðarfl. á tingi