Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 23 - 3. februar 2009 Fróðskaparsetrið Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nógv hevur verið tosað um játtanina til Fróðskaparsetur Føroya. Serliga hava nógv sett spurnartekin við, hvussu tað ber til, at Fróð­ skaparsetrið skal spara, tá tað hevur fingið størri játtan enn árið frammanundan. Hetta kann eisini tykjast løgið. Tí hava vit biðið Lis Mortensen, forkvinnu í stýr­ inum fyri Fróðskaparsetrið, greiða okkum frá, hvussu hon sær samanhangin í hes­ um. Byrjanin Tann 12. februar 2008 vóru politikarar og fjølmiðlar bodnir við til kveikingarfund á Fróðskaparsetrinum, har framtíðin hjá Setrinum varð viðgjørd. Nógvar ætlanir vórðu stungnar út í kortið, og táverandi landsstýris­ kvinna í mentamálum, Krist­ ina Háfoss, tók jaliga undir við ætlanunum. – Man hevur roynt ta tilgongdina fyrr, at vit skulu siga politikarunum, hvat skal til fyri at seta ætlanirnar í gongd. Men á vári í 2008 er fyrstu ferð at álvari kemur afturum hesi orðini. Hini árini er einki hent, hóast politikararnir lova bæði eitt og annað, greiður Lis Mortensen frá. Hon greiður víðari frá, at arbeiðið við at seta nakað nýtt í gongd, ikki kann byrja fyrr enn pengarnir eru kom­ ir á borðið. Landsstýrið sit­ ur tá við eini bráfeingisfíggj­ arlóg, og ikki fyrr enn 30. mai 2008 verður ein fíggj­ arlóg samtykt, har tað verða játtaðar 21,4 milliónir til lønir á Fróðskaparsetrinum, í mun til 15,9 milliónir árið undan. Í játtanini á 21,4 milliónir er tó bert roknað við løn til nýggju starvsfólkini í fimm mánaðir, og tí skal meira játtast til árið eftir, tá løn skal gjaldast alt árið. Summarfrítíð forðar arbeiðinum Tá fíggjarlógin er samtykt, og pengarnir eru komnir á borðið, verður farið undir at seta nýggjar útbúgvingar á stovn. – Nú má handlast. Árið er hálvrunnið, og lønarkarm­ urin er hækkaður. Men nú stendur mann við summar­ feriuni fyri framman. Man hevur fingið stungið út í kort­ ið, at fleiri nýggjar útbúgv­ ingar skulu setast á stovn, og tí má handlast skjótt, vísir Lis Mortensen á. Í summarferiuni verða trý fyrisitingarfólk sett, sum skulu vera við til at fáa nýggju útbúgvingarnar upp at standa. – Tað er ótrúligt, at mann í juni fær eina játtan, og longu í september stendur klárur við nýggjum útbúgv­ ingum, sigur Lis Morten­ sen. Man hevur tó ikki fingið sett tey sjey vísindafólkini, sum skulu bera hesar nýggju útbúgvingarnar, men mann metir at verandi starvsfólk klára at bera fyrstu fakini, til hini størvini eru sett, og tí tekur mann næmingar inn eftir summar­ feriuna. Lang setunarprosess Sambært Lis Mortensen er ein orsøk til at bert 17,5 milliónir vórðu nýttar av teimum 21,4 milliónunum, sum vóru játtaðar, at tað tekur langa tíð at finna og seta tey sjey vísindafólkini, sum skulu bera útbúgving­ arnar. – Mann skal út í verðina at leita eftir fólkum, og mann sendir starvslýsingar út í fleiri londum. Av tí sama er setanarfreistin til størvini lang. Síðan koma umsóknirnar inn, og tær skulu viðgerast. Men tað er ikki ein og hvør, ið kann meta um slíkar umsóknir. Mann verður noyddur at finna, hvør hevur førleika at hyggja uppá teirra kvalifikatiónir, og um tær samsvara við okkara tørvir, greiður Lis Mortensen frá. Nevndir verða settar nið­ ur at viðgera umsóknirnar, og ein neyv viðgerð fer Setrið má spara hóa Anfinn avsannar skerjing Anfinn Kallsberg, for­ maður í fíggjarnevndini, varð í Degi & Viku hós­ dagin spurdur um skerj­ ingarnar á Fróðskapar­ setrinum. Anfinn Kalls­ berg svaraði soleiðs: »Eg haldi slett ikki at vit halda aftur í Fróð­ skaparsetrinum. Tvørtur­ ímóti. Eg haldi nemliga tað, at vit hava fulla ferð á, kanska í so nógva ferð á, eftir tí búskaparligu útlitunum, vit hava í løt­ uni. Ein 26 prosents vøkstur á aktivitetinum har úti, tað er jú eindømi á fíggjarlógini. Desverri er tað nú soleiðs, at hetta verður vent til at tað er ein skerjing á Fróðskap­ arsetrinum. Tað er tað nú als ikki, tí teir fáa hóast alt næstan 5 milliónir krónur meira til at gera gott við í 2009, í mun til tað teir hava gjørt í 2008. Og tí skilji eg slett ikki henda pástandin um, at verandi virksemi skal skerjast á Fróðskaparsetr­ inum.« Tá sjónvarpsverturin í Degi & Viku hjá Kring­ varpinum spyr, um tað ikki er rætt, at tað, tey ætla, verður skert, svarar Anfinn Kallsberg soleiðs: »Okey, tað, sum man ætlaði, ja, men eg gangi út frá at tit í sjónvarpinum eisini hava skert nakað virksemi í mun til tær ætlanir, tit hava. Tað verð­ ur ein og hvør stovnur í hesum landi noyddur til í hesum døgum.« -RN Í stríðnum um játtanina til Fróðskaparsetur Føroya stendur orð móti orði. – Fróðskaparsetrið manglar 5,3 m eini fíggjarlóg í 2009, so hevur onkur eitt stórt problem, tí vit kunnu ongantíð disponera út yvir eitt fíggjarár, Verða tey á Fróðskaparsetrinum biðin um at seta fleiri útbúgv­­ingar á stov­­n, gera tey tað. Verða tey biðin um ikki at fara út um fíggjarkarmin, gera tey tað. – Men tá man setur so stór ting í v­­erk, so ber tað ikki til, at játtanin ikki fylgir v­­ið, sigur Lis Mortensen, forkv­­inna í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið Inuittar til Bruxelles Tá Grønland næsta ár fær formansstarvið í inuittafelags­ skapinum ICC, fer felagsskapurin at lata upp skrivstovu í Brux­elles. Formaðurin í grønlendsku deildini av ICC, Aqqaluk Lynge, sigur við KNR, at endamálið við skriv­ stovuni er at fáa tættari sdamband millum ICC og ES. Aqqaluk Lynge fegnast um, at ES­nevndin hevur biðið ICC um upplýsingar og ráð, nú ES skal leggja sín politikk fyri tað arktiska økið til rættis. Hann heldur tó, at tað er umráðandi hjá ICC at kunna ES um viðurskiftini hjá inu­ ittunum, og tað skal skrivstovan í Brux­elles eisini gera. Kunnu gera sum føroyingar Grønlendingum nýtist ikki at yvirtaka útlendingaøkið fyri at gera málsviðgerðina smidligari. Teir kunnu bara gera sum føroyingar, sigur stjórin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, Henrik Leth. Við kring­ varpið KNR sigur hann, at føroyingar hava fingið eina smidligari skipan, sum ger, at útlendingamál kunnu avgreiðast væl skjótari enn fyrr. Serliga fyritøkur í grønlendsku byggivinnuni hava kært seg um, at tað tekur ov langa tíð at fáa svar frá donsku myndugleikunum.