týsdagur 3. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vinnan
Nr. 23 - 3. februar 2009
Nú tað er gjørligt
hjá íslendingum at
koma til Føroya at
arbeiða fyri minni
løn, eru sinnini far
in upp á kók hjá
so at siga øllum, ið
varða av arbeiðs
marknaðinum. Egon
Joensen, samskipari
hjá Føroya Handverks
meistarafelag, metir
at øll byggivinnan
sum hon er, er við at
blíva upployst inn
anífrá, og at bíliga
íslendska arbeiðs
megin í Føroyum
kann mata alt burtur
undan føroyskari
byggivinnuni og
enntá spjaða seg
til aðrar vinnur
eisini. Hjá Samtaki
eru meiningar tær
somu, sum hjá
arbeiðsgevarunum,
og frá politiskari síðu
er boðað til fundar
um málið hósdagin
Lønartrætan við
ísLendingar
Leif Láadal
Vit eru á sumri í 2009:
Tríggir
norðurlendskir
starvsfelagar sita í einum
kaffiskúri í Álakeri. Ein er
dani, ein íslendingur og hin
triði føroyingur. Allir tríggir
arbeiða teir við at umvæla
Landssjúkrahúsið. Íslend
ingurin, sum er timbur
maður, arbeiðir við at klæða
tann høga hvíta bygningin,
meðan danin og føroying
urin, sum ávikavist eru múr
ari og elektrikari, arbeiða
inni í bygninginum við at
umvæla vesini.
Allir tríggir hava eina
handverkaraútbúgving
av
umleið somu longd. Teir
hava allir arbeitt í líka nógv
ár við fakøki sínum, og allir
eru arbeiðstakarar hjá størri
felag.
Altso tykjast teir javnsett
ir í allar mátar. Men um vit
hyggja at lønini hjá teimum
trimum, eru teir rættiliga
ólíkir. Og serliga er tað
íslendingurin, sum skarar
framúr við sínari lítlu løn í
mun til hinar báðar. Íslend
ingurin fær, nú kursurin á
íslendsku krónuni er serliga
lágur í mun til donsku
krónuna, eitt sindur minni
enn helvtina av tí, sum hinir
báðir fáa. Danin fær í hes
um føri heldur meira enn
føroyingurin, tí eins og
føroyingar, tá teir arbeiða í
øðrum norðurlandi, hevur
danin ein ávísan samdøgurs
frádrátt.
Undirgravandi
ávirkan
Nú er søgan omanfyri ein
framtíðarsøga, og tískil ikki
sonn – enn. Men um nakrar
mánaðir verður hon veru
leiki, tí tá byrjar arbeiðið
upp á at umvæla Lands
sjúkrahúsið – eitt arbeiði,
sum íslendsk fyritøka vann
sær rættin til, tá tilboðini
vórðu latin upp. Tað var
enntá so, at tær tvær fyri
tøkurnar, sum høvdu næst
og triðlægsta tilboðið upp á
umvælingina, eisini vóru
íslendskar.
Hvussu ber tað til? Jú, før
oyingar hava ikki somu
skipanir – tað vil siga lógar
krøv og treytir – sum okkara
granni í ein útnyrðing,
Ísland. Vit loyva nevniliga
íslendingum at koma henda
veg at arbeiða fyri íslendsk
ar arbeiðslønarsatsir, og nú
kursurin á íslendsku krón
uni er so lágur, hava ís
lendskar byggifyritøkur (og
aðrar íslendskar fyritøkur
fyri so vítt) stórar útreiðslu
fyrimunir, tá tilboð verða
latin í Føroyum.
Hjá
bæði
føroyskum
arbeiðsgevarum og arbeiðs
takarum, skriða tey sær í
nakkanum í hesum døgum.
Hvat í Guðsgarði er gingið
galið? Hvussu ber tað til, at
vit eru endað í einari støðu,
har útlendskir arbeiðsgev
arar og arbeiðstakarar hava
eyðsýndar fyrimunir fram
um føroyingar á føroyska
arbeiðsmarknaðinum?
Svarini upp á hesar spurn
ingar eru við at koma undan
kavi, og tey verða væntandi
við til at fáa javnvág í aftur.
Annars endar heilt galið,
sum samskiparin hjá Føroya
Handverksmeistarafelag
ávarar ímóti:
– Støðan er fullkomiliga
órættvís yvirfyri føroyskum
arbeiðsgevarum og arbeiðs
takarum, og verður ikki
funnin ein loysn, eri eg har
afturat bangin fyri, at bíliga
íslendska arbeiðsmegin fer
at spjaða seg út í aðrar
vinnur enn byggivinnuna,
sigur Egon Joensen.
– Vit hava seinnu árini
sæð, at størri føroyskar
byggifyritøkur hava megnað
at tikið kappingina upp við
danskar
fyritøkur,
sum
annars ráddu fyri borgum á
føroyska
marknaðinum.
Men nú sær út til at ein ella
annar politiskur bukkur,
sum er við til at undirgrava
føroyska marknaðin, fer at
kosta okkum alla hesa ser
frøði, leggur hann afturat.
Samtak skelkað
Hjá Samtaki, sum varðar av
teimum stóru arbeiðarafe
løgunum í Føroyum, er
arbeiðsmarknaðarferðslu
ljósið farið frá grønum yvir
í gult. Tað er ikki komið á
reytt enn, men tað er ikki tí
at støðan ikki er álvarslig.
Tað er bara tí, at Samtak
hevur eina vón og eitt inni
ligt ynski um at fáa bøtt
upp á støðuna, tí sum Sonja
Jógvansdóttir,
samskipari
hjá Samtak, spyr:
– Hvat í allari víðu verð
skulu vit gera uppi í EFTA
ella EBS, um vit ikki klára
at seta eina lítlan millum
landasáttmála við Ísland
saman, soleiðis at føroying
ar ikki verða við sviðusoð?
Og har hava vit veruliga
ein ræðandi tanka. Ímynda
tær, at Føroyar fara fram
eftir sama leisti, sum við
Hoyvíkssáttmálanum,
og
avreiða alt ov illa gjøgnum
hugsað lyftir til meginpartin
av londunum í Evropa?
Ímynda tær, at politiski
meirilutin á tingi trumfar
hálvhugsaðar
loysnir
ígjøgnum, sum Føroyar fáa
meira enn torført við at
sleppa sær burturúr, tá tað
vísir seg, at føroyingar
verða trælir í egnum landi?
Ja, ímynda tær...
Tað kom sum ein bumba,
tá tað frættist, at íslendingar
høvdu vunnið útbjóðingina
upp á umvælingina av
Landssjúkrahúsinum, tí at
felagið ið bjóðaði, slapp at
løna sínum starvsfólkum út
frá
íslendskum
arbeiðs
marknaðarsáttmálum. Hjá
Samviti fór alt maskinaríið
í gongd, og felagið hevur
millum annað sett seg væl
og virðiliga inn í, hvussu
íslendski arbeiðsmarknað
urin er settur saman.
Strangastu krøv í
Norðurlondum
Og tað er ikki løgið, at støð
an í løtuni hevur fingið
sinnini í Samtaki í kók, tí
tað vísti seg, at íslendski
arbeiðsmarknaðurin
er
hermetiskt stongdur fyri
øllum, sum kann føra til
mismun yvirfyri íslendskum
arbeiðstakarum.
Ringu
royndirnar
av
útlendingum, sum arbeiddu
fyri lítið og lætt fyrst í hesi
øldini, hava havt við sær, at
íslendingar hava táttað í av
álvara. Tað er ógjørligt at
sleppa undan at betala
útlendskum arbeiðsfólki í
Íslandi minni enn sáttmála
ásettu
lønini,
sum
ein
íslendingur fær fyri líknandi
arbeiði.
– Vit kannaðu fleiri lond,
harímillum Ísland, og tað
vísi seg, at Ísland hevur
eina av harðastu lóggávum
á økinum, sigur Sonja
Jógvansdóttir,
samskipari
Føroyska byggivinnan ve
Ætla at steðga alistøð
Danski umhvørvisverndarfelagsskapurin Danmarks Naturfredningsforening
(DN) er til reiðar at fara til Naturklagenævnet og
Miljøklagenævnet fyri at forða fyri, at ein støð til at ala
saltvatnsfisk verður gjørd í Hirtshals. Alistøðin skal sambært
verkætlanini ala 3.250 tons av fiski um árið, og tað fer
sambært DN at hava við sær, at støðin fer at koyra 110 tons
av køvievni út í Skagerrak um árið. Til sammetingar nevnir
DN, at tey 110 tonsini svaras til avfallið frá 38.000 svínum.
«Fiskets Gang» steðgar
Norska fiskivinnustýrið hevur gjørt av at steðga mánaðartíðarritinum «Fiskets
Gang», sum er komið út síðani 1910. Avgerðin hjá stýrinum merkir kortini
ikki, at lesararnir verða sleptir upp á fjall. Fiskivinnustýrið sigur, at haldararnir
fara framvegis at fáa tíðindini, so í veruleikanum er tað bara navnið, sum fer í
søguna. Síðani norska fiskirannsóknarstovan bleiv løgd undir fiskivinnustýrið,
hevbur ”Fiskets Gang” gjørt mest burtur úr fiskirannsóknum og øðrum
rannsóknum innan fiskiskap.
Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, var ongantíð
serliga heitur fyri Hoyvíkssáttmálanum, men nú hevur hann
møguleika sum landsstýrismaður í vinnumálum at rætta upp
tað ójavnvág, sum nógv halda at sáttmálin hevur til fyrimuns
fyri íslendingar
14