Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnan Nr. 23 - 3. februar 2009 hjá Samtaki. Hon vísir harafturat á, at í sambandi við lógina, sum stýrir tíðaravmarkað arbeiði hjá útlendingumí Íslandi, eru Føroyar og føroyingar nevndir positivt. – Íslendingar hava tryggj­ að sær, at Hoyvíkssáttmálin ikki skal geva føroyingum nakran fyrimun á hesum øki framum eitt nú ES­ borgarar. Teir hava tilskilað í nýggju lóg síni, at hon er galdandi fyri fólk út ES­ londum, EFTA­londum og úr Føroyum, vísir Sonja Jógvansdóttir á. – Hinvegin, so sleppa íslendskir arbeiðstakarar at arbeiða í Føroyum eina tíð eftir treytum, sum eru gald­ andi fyri íslendska arbeiðs­ marknaðin, og tað er tað, sum nú gevur hesa ójavnvág, leggur hon afturat. Fundast hósdagin Málið um hálvu tímalønina hjá íslendskum handverkar­ um, sum koma til Føroya at umvæla sjúkrahús í summ­ ar, er ein tikkandi bumba undir lívsgrundarlagnum hjá nógvum føroyingum. Og sjálvt um tað ikki tykist sum, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum hevur skilt álvarsemi í støðuni (hann tosar bara um tær sparingar, sum bíligu ís­ lendsku tilboðini geva, held­ ur enn tað arbeiðsloysi og tann inntøkumiss, sum før­ oyskar fyritøkur fara at uppliva), so vilja starvs­ felagar hansara, landsstýris­ maðurin í Vinnumálum og landsstýrismaðurin í Fíggj­ armálum, gera eina roynd at fáa knútin loystan. Teir hava kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum til fundar nú hósdagin, tí sum Jóannes Eidesgaard, ið varðar av fíggjarmálum, sigur, so ber ikki til at arbeiða við politiskum loysnum upp á eitt arbeiðs­ marknaðarmál, uttan fyrst at hoyra, hvat partarnir á arbeiðsmarknaðinum halda um málið. Jóhan Dahl, landsstýris­ maður í Vinnumálum, held­ ur eins og starvsfelagin Jó­ annes Eidesgaard, at málið um munin á lønum hjá íslendingum og føroyingum í Føroyum má loysast sum skjótast, men har Jóannes Eidesgaard tosar um at hava altjóðagerð og millumlanda­ sáttmálar í huga, tá mann viðgerð slík evni, er Jóhan Dahl meira bersøgin. – Handan Hoyvíkssátt­ málan var eg dyggiliga ímóti í tí líki, sum hann bleiv samtyktur, og nú standa vit her og skulu rætta upp á teir feilir og tað órættvísi, sum hann inniber. Hetta er eitt arbeiði, sum skal gerast, men tað besta hevði sjálvsagt verið, um arbeiðið var gjørt nóg væl frá grundini, so vit sluppu undan at koma í hesa støðu, sigur hann. Loysnirnar Tað er eitt sindur ymiskt, hvørjar loysnir partarnir á arbeiðsmarknaðinum og politisku partarnir í teimum ymsu aðalráðunum hella til, nú føroyskar fyritøkur síggja út til at fara at gerast Svartiper í mun til ís­ lendskar fyritøkur, sum vinna sær arbeiði í Føroy­ um. – Tað almenna og kommunala kunnu bjóða arbeiði út, har tað verður upplýst í treytunum fyri at fáa arbeiðið, at sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarkn­ erður upployst innanífrá Fakta Við verandi lógarskipan og verandi kursum á íslendsku krónuni, ber til hjá einari íslendskari fyritøku at feiga eina føroyska av vøllinum, tá tað snýr seg um at lata inn tilboð til nýbygging ella umvæling her á landi. Málið um bíliga íslendska arbeiðsmegi í Føroyum er sett ovast á politiska listan yvir mál, sum skulu loysast, og er fyrsta stig ein fundur millum landsstýrismenninar í ávikavist vinnu- og fíggjarmálum og partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hesin fundur verður nú hósdagin. »Verður ikki funnin ein loysn, eri eg bangin fyri, at bíliga íslendska arbeiðsmegin fer at spjaða seg til aðrar vinnur enn byggivinnuna.« Egon Joensen, samskipari í Vinnuhúsinum Skerja toskaflotan Svenska fiskimálaráðið hevur játtað seks fiskiførum tilsamans 54 milliónir krónur í endurgjaldi fyri, at tey fara burtur úr fiskiflotanum, og erigararnir hava nú seks mánaðir til at høggja fiskiførini upp. Halda teir ikki tíðarfreistina, fellur tilsøgnin um endurgjald burtur. Øll seks skipini, sum fáa upphøggingarstuðul, hava trolað eftir toski í Esytrasalti. Fiskimálaráðið í Stockholm sighur, at ætlanin er at taka uppaftur fleiri skip úr hesum fiskiskapinum, soleiðis at veiðiorkan verður skerd Írar steðga állaveiði ES­londini hava gjørt av, at hvørt landið sær skal koma við einari ætlan um, hvussu felagsskapurin skal røkka málinum at bjarga tí evropeiska állastovninum, sum er illa fyri. Nú er írska stjórnin komin við sínum ískoyti, sum millum annað ber í sær, at tað er bannað at veiða áll í Írlandi. Stjórnin í Dublin sigur, at veiðibannið skal tulkast sum ein boðskapur um, hvussu álvarssom støðan hjá tí evropeiska állinum er. Svøríki hevur eisini latið ES­nevndini sítt uppskot. Í tí verður mælt til, at állaveiðan verður skertd 90 prosent. Møguleikarnir hjá íslendingum at koma hendaveg at arbeiða fyri “íslendska løn” síggja út til at verða taldir. Í hvussu so er, so fara politiskir myndugleikar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum til fundar um støðuna hósdagin, og ein av teimum loysnum, sum skulu vendast á borðinum, er at seta líka strong krøv til íslendskar arbeiðstakarar í Føroyum, sum íslendingar seta føroyskum arbeiðstakarum í Íslandi Tilvildarlig arkivmynd 15