Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnan Nr. 23 - 3. februar 2009 Íslendingar keypa aftur Fyrrverandi starvsmenn í bretsku ferðavinnufyritøkuni XL Leisure Group, sum fór í gjaldssteðg í fjør, hava nú keypt helmingin av svenska leiguflogfelagnum Viking Airlines. Tað skrivar bretska blaðið The Independent, sum eisini veit at siga, at tveir íslendingar eru við í keypinum. Talan er um Halldór Sigurðarson og Magnús Stephensen, sum vóru ávikavist fíggjarstjóri og stjóri í XL Leisure Group. Viking Airlines rekur tvey flogfør av slagnum Boeing 737-800, og sum skilst skulu tey flúgva millum Bretland og Suðurevropa. Meiri olja til Nordkapp Í dag verða stórar nøgdir av olju og gassið umskipaðar umborð á stór tangaskip úti fyri norðurnorsku strondini, men nú vilja fleiri stór feløg sleppa at koyra oljuna upp á land og at ferma tangaskip har ístaðin fyri. Millum feløgini, sum standa aftan fyri ætlanina, er heimsins størsta umskipingarfelag, tað bretska FenderCar Marine, og saman við tí eru týska felagið Urag, eitt russiskt felag og eitt norskt felag. Ætlanin hjá feløgunum er at byggja eina umskipingarstøð nærhendis Honningsvåg, skrivar Nordlys. Harða ís­ lendska lógin Í 2007 samtykti ein meiriluti í íslendska tinginum eina lóg, sum við harðari hond skal forða fyri, at útlendsk arbeiðsmegi hevur møguleika at arbeiða í Íslandi fyri minni løn enn íslendingar sjálvir fáa í heimlandi sínum fyri líknandi arbeiði. Lógin eitur “Lóg um rættindi og skyldur hjá útlendskum fyritøkum, ið senda arbeiðsfólk til Íslands í eina tíð, og arbeiðskor og starvsfólkaviðurskifti hjá hesari arbeiðsmegi. Nr. 45/299/”. Í stuttum kann sigast um lógina, at hon er galdandi fyri starvsfólk úr ES, EFTA og Føroyum. Hetta eru felagsskapir og land, sum hava lættari atgongd til íslendska arbeiðsmarknaðin enn onnur lond í heiminum. Føroyar eru nevndar positivt í lógini fleiri ferðir fyri at eingin ivi skal vera í, at krøvini eisini eru galdandi fyri føroyingar. Kanska er tað Hoyvíkssáttmálin, sum hevur við sær, at íslendingar brúka so nógva orku upp á at nevna Føroyar, men høvuðsorsøkin er ivaleyst, at Føroyar ikki eru limur í ES ella EFTA. Íslendska lógin er sambært Samtaki tann strangasta av sínum slagi, um samanborið verður við okkara grannalond. Íslendingar hava havt ringar royndir av útlendskari arbeiðsmegi, sum undirgravaði íslendska lønarlagið, og lógin er tí ein proppur í hetta órættvísi. Aðalmálið við lógini er, at útlendingar, sum arbeiða meira enn 10 dagar í Íslandi, skulu hava í minsta lagi tað, sum svarar til íslendska arbeiðsmarknaðar-sáttmálaløn. Harafturat skulu tey verða tryggja somu rættindi sum íslendingar, tá tað snýr seg um løn við sjúku og óhappi v.m. aðinum eru galdandi, vísir Jóannes Eidesgaard á. Tað kundi verið eitt fet á røttu leiðini, metir Egon Joensen frá Handverksmeis tarafelagnum, men hann heldur ikki, at slík krøv eru nóg mikið. – Tað, sum vit síggja nú, er at hálvlønt íslendsk arbeiðsfólk í byggivinnuni undirgrava hesum slag virk- semi, og setir tað almenna og kommuna treytir, vilja íslendsku fyritøkurnar og einstøku arbeiðstakararnir fara víðari inn í privat virk- semi, sigur hann. Og tað eru longu dømir um, at íslendskir handverk- arar eru farnir til arbeiðis fyri privatfólk fyri eina helvt av tí prísi, sum ein føroyskur handverkari verð- ur noyddur at taka sambært teimum avtalum, sum eru á føroyska arbeiðsmarknað- inum. Tí mugu aðrar lógar- festar treytir til, metir Egon Joensen. Sonja Jógvansdóttir held- ur, at føroyskir myndugleikar eiga at seta í verk sama slag av lógum og reglugerðum, sum íslendingar hava. – Og vit høvdu ikki upp- livað, at íslendingar høvdu hildið tað verið nakað serliga løgið, um vit fóru at arbeiða eftir somu reglum sum teir. Tað einasta tað vildi ført við sær, var kanska at íslendingar høvdu fingu eitt sindur meira respekt fyri føroyingum, sigur hon. Tað verður Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum saman við starvsfelaga sínum í Vinnumálum, skal royna at loysa arbeiðsmarknaðarknútin, ið íslendingar og føroyingar uppliva á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 16