Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 vinnan Nr. 23 - 3. februar 2009 Honda letur aftur Japanska bilaverksmiðjan Honda ætlar at steingja sínar framleiðsludeildir í Bretlandi. Tað verður gjørt teir næstu mánaðirnar, og orsøkin er, at bilasølan er minkað so nógv orsakað av fíggjarkreppuni. Uppsagnartíðin er fýra mánaðir. Honda sigur, at tey uppsøgdu fáa fulla løn í tveir mánaðir og 60 prosent av lønini teir báðar seinnu mánaðirnar. Talan er um 4.200 fólk, sum arbeiða á verksmiðjunum í Swindon og Wiltshire. Honda sigur, at batnar marknaðurin, verða deildirnar latnar uppaftur. Stórt prísfall á toski Grønlendingar fáa væl minni fyri tosk, nú Royal Greenland hevur gjørt av at lækka prísin, sigur KNR. Í fiski- og veiðimannafelagnum KNAPK eru tey í øðini um, at Royal Greenland hevur lækkað prísin uttan at tosa við KNAPK fyrst, og tey eru heldur ikki nøgd við nýggja prísin. Príslækkinginm ber í sær, at óskildur toskur, veiddur fyri línu ella snellu, skal avreiðast fyri 5,50 krónur kilo. Tað er 2,65 krónur minni enn undan lækkingini. Garna- og troltoskur fer nú fyri 4,50 krónur kilo. Her er lækkingin 3,25 krónur. Sølan av nýggjum bilum er nógv minkað seinastu mánaðirnar. Hagtølini vísa, at niðurgongdin, sum byrjaði seinastu mánaðirnar í fjør, heldur áfram. Í januar vóru seldir 32 persónbilar í mun til 113 í januar 2008 Bilasøla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hagtøl fyri sølu av nýggjum bilum í januar vísa, at niður- gongdin, sum byrjaði sein- astu mánaðirnar í fjør, heldur áfram. Í januar í fjør vóru seldir 113 persónbilar og í ár vórðu seldir 32 bilar. Um vit hyggja eftir mynstrinum fyri søluna av bilum í 2008, sæst at í januar vórðu seldir 143 bil- ar og sølan toppar í apríl og mai, tá seldir vóru 222 bilar, í juni vóru seldir 175 bilar og frá oktober til og við desember minkar sølan frá 82 til 63 bilar og nú í januar eru seldir tilsamans 41 bilar. Hagtølini vísa at stóra broyingin kom í oktob- er 2008, tá altjóða fíggjar- kreppan av álvara tók seg upp. Um núverandi gongdin heldur áfram verða neyvan seldir nógvir bilar í ár, men bilasølurnar vóna, at onkur broyting kemur í sam- felagsligu gongdina, og umstøðurnar gerast betri hjá fólki at keypa bil. Sølan av vørubilum er minkað heilt nógv. Í januar í fjør vórðu seldir 26 vøru- bilar í mun til fýra í ár. Sølan av vørubilum fall frá 428 bilum í 2007 til 290 bilar í 2008. Vørubilar sum heild blivu dýrari at keypa, tá lógarbroytingarnar við- víkjandi skrásetingargjøld- unum komu í gildi juni í 2008. Ein orsøk til minkandi søluna av bilum er at før- oysku stovnarnir, sum hava fíggjað bilar, eru givnir at fíggja brúktar bilar og útgjaldið til fígging av nýggjum bilum er hækkað frá umleið einum fjórðingi til umleið eina helvt. Hóast nakrar bilasølur hava útvegað lagaliga fígg- ing við t.d. 25 prosentum í útgjaldi, vísa hagtølini fyri søluni av nýggjum bilum at fólk eru ógvuliga varin. Frá onkrari av bilasølun- um sum hava fígging, eisini til brúktar bilar, verður sagt, at størsti áhugin er fyri brúktum bilum fyri undir 80.000 krónur. Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri 2008 hjá Akstovuni vísa, at saml- aða sølan minkaði við umleið 30 prosentum í mun til í 2007. Tá ringast stóð til í bú- skaparkreppuni fyrst í 1990-unum var bilasølan metlág. Tað eina árið vórðu bert seldir 125 bilar tilsam- ans. Bilasølan minkar støðugt Bilasølan seinastu 13 mánaðirnar 0 50 100 150 200 250 Jan/08 Feb/08 Mar/08 Apr/08 May/08 Jun/08 Jul/08 Aug/08 Sep/08 Oct/08 Nov/08 Dec/08 Jan/09 Bilar í l Tilvildarlig mynd