Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 23 - 3. februar 2009 Japanar nokta at gevast Japanska stjórnin kunngjørdi í morgun, at hon fer ikki at akta møgulig boð frá altjóða hvalaveiðinevndini at steðga vísindaligu stórhvalaveiðini í Suðurhøvum, sjálvt um japanar sleppa at veiða hval í egnum sjógvi afturfyri. Japanska stjórnin sigur, at tann vísindaliga veiðan í Suðurhøvum heldur fram, og at málið er at veiða allar teir 985 stórhvalirnar, sum skipinmi hava fingið loyvi at veiða. Shigeru Ishiba, fiskimálaráðharri, sigur tó, at stjórnin er til reiðar at viðgera øll uppskot um hvalaveiði. Stjóri í SAS gevst Forstjórin í teirri donsku deildini av flogfelagnum SAS, Susanne Larsen, fer nú úr starvinum og felagnum. Tann 59 ára gamla Susanne Larsen hevur arbeitt hjá SAS í 40 ár, og sjálv heldur hon, at tað er hóskandi hjá sær at gevast, nú felagið er í so ógvusligum rembingum. Børsen skrivar, at starvið sum forstjóri í SAS Danmark verður niðurlagt, nú Susanne Larsen gevst. Flemming Jensen, sum umsitur SAS-virksemið í Kastrup, skal røkja uppgávurnar, sum fráfarandi stjórin hevur havt. Um ikki so langa tíð er væntandi, at fýra nýggir vinnu­ bygningar fara at standa á nýggja ídnaðarøkinum hjá Nes kommunu við Rætt. Ein bygningur stendur liðugur, ein er reistur og hin triði verður nú eisini reistur, umframt at MJ Saltsøla ætlandi skal byggja á nýggja vinnuøkinum Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havnalagið í Nes kommunu er ivaleyst tað havnalag í Føroyum, sum er mest broytt seinastu árini. Hyggja vit at myndum, sum eru tiknar fyri kreppuna fyrst í nítiárunum og samanbera tær við myndir, sum eru tiknar í dag, sæst, at havnalagið og vinnuøkið kring havnina hevur verið fyri sera stórum broytingum – og í stórari menning. Ein orsøk til hesa menn- ing er, at tey, sum í síni tíð stóðu aftanfyri Fiska- marknað Føroya, gjørdu Toftir til miðdepil fyri sølu og landing av fiski. Nógv virksemi Umframt fiskamarknað og landingarmiðstøð, er eisini Kassamiðstøð á økinum sunnanfyri Toftagjógv. Beint heimanfyri Tofta- gjógv er bygningurin hjá Snodd, har skrivstovuvirk- semi og goymsla er. Síðan kemur bygningurin hjá Valhalla, ið er eitt pakki- virki, sum útflytir feskan fisk. Útflutningurin av fesk- um fiskavørum fer fram um farleiðina hjá Fresh Link, ið hevur skrivstovu í bygninginum hjá Snodd og hevur tvær avskipingar av Toftum við farmaskipinum Silver Fjord um vikuna. Miðskeiðis millum gamla vinnuøkið kring Toftagjógv og nýggja vinnuøkið við Rætt, kemur fiskavirkið hjá Faroe Seafood, ið er fyrrverandi Nykur. Hetta er saltfiskavirki, ið uppruna- liga læt upp sum vanligt fiskavirki longu í 1969. Aftrat nevndu vinnubygn- ingur millum fyrrverandi Nyk og Toftagjógv, kemur so eisini smiðjan, sum SD Beding átti. Haldur Vang, timburmeistari, hevur í heyst keypt henda bygning til sítt timburvirksemi. Nýggj vinna Áhugin fyri at byggja upp vinnuvirksemi í Nes kommunu hevur verið so mikið stórur seinastu árini, at kommunan hevur plan- erað eitt nýtt og stórt vinnuøki innanfyri Oyrarnar – ella við Rætt, tey rópa. Á hesum øki hevur fyritøkan Sea Star longu bygt sín fyrra bygning av tveimum, sum stóð liðugur einaferð í fjør summar. Í hesum bygningi er fram- leiðsla av betong element- um, umframt at felagið eisini hevur bilaverkstað í einum parti av bygninginum. Sea Star stoypti fundamentir til tveir bygningar um nøkulunda somu tíð, og Nýggir vinnubygningar Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at enn hevur komm­ unan einki merkt til, at skattainntøkurnar eru minkaðar. – Men vit eru spentir eftir at síggja, hvussu inntøk­ urnar hava verið í januar, sigur hann Skattur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Borgarstjórin í Nes komm- unu kann fegnast um, at skattainntøkurnar hjá komm- ununi higartil hava hildið. - Í 2008 hildu skattainn- tøkurnar væl og virðiliga. Vit fingu umleið 3 miljónir kónur meira inn í skatti, enn vit høvdu væntað, tá vit løgdu fíggjarætlanina fyri farna ár. Hann vísir á, at metta skattainntøkan fyri 2008 var 31,8 miljónir krónur, men tá samanumkom gjørdist hon 34,9 miljónir krónur við partafelagsskatt- inum, sum kemur teir sein- astu mánaðirnar av árinum. - Soleiðis hildu skatta- inntøkurnar í 2008 væl og virðiliga, leggur hann aftrat. Símun sigur, at enn veit hann ikki, hvussu januar mánaði í ár hevur vignast, og tí bíðar hann spentur eftir, hvat úrslitið verður. - Vit kunnu vænta, at inntøkurnar ikki økjast, men heldur minka, soleiðis sum tíðirnar eru. Hann vísir á, at skatta- inntøkan var javnt størri allar mánaðirnar í fjør – undantikið í august, tá hon var væl minni. Annars vóru eingi stór sveiggj. - Eg havi skilt, at fleiri kommunur høvdu lægri skattainntøku í august í fjør enn sama mánaða árið fyri, og eingin veit, hvør orsøkin er til tess. Borgarstjórin fegnast annars um gongdina í kommununi, har alt virk- semið, sum verið hevur, framvegis er í gongd. - Vit fegnast eisini um, at fólk hava mót upp á at byggja sær betri umstøður á nýggja vinnuøkinum hjá okkum við Rætt. Í sínum stilla sinni sigur borgarstjórin seg vóna, at fíggjarkreppan, sum eisini hevur við sær, at keypiorkan í vinnuni er lítil í løtuni, fer at hasa av, tá árið í ár fer at líða. - Eg havi einki at hava tað í, men onkusvegna kundi líkt verið til, at henda kreppan ikki verður so drúgv. Hann vísir á, at fiski- skapurin hjá partrolarunum hevur verið góður, og vónir eru um, at toskurin fer at mennast aftur. - Samanumtikið haldi eg ikki, at kreppan hesaferð kann samanberast við kreppuna, vit høvdu fyrst í nítiárunum, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri. Eingin minking í skattainntøku Símun Johannesen, borgarstjóri