týsdagur 3. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 23 - 3. februar 2009
Bankapakki í Svøríki
Svenska stjórnin kunngjørdi í morgun, at hon hevði
samtykt at rætta landsins bankum eina hjálpandi
hond. Hetta er annar bankapakkin í Svøríki, síðani
fíggjarkreppan tók seg upp. Samtyktin hjá stjórnini
í Stockholm ber í sær, at tað almenna setir 50
milliardir svenskar krónur í bankakervið fyri at
stimbra tí til at veita privatum og vinnufeløgum lán.
Eins og í Danmark hevur svenska stjórnin samtykt
at krevja lønarsteðg í bankaleiðslunum, og at
bonusskipanir hjá leiðslunum verða settar úr gildi.
Bretska húsavirðið rapar
Eydnast tað ikki bretsku stjórnini at útvega fólki betri
møguleikar at læna pengar, er tað ikki óhugsandi, at húsa- og
íbúðarprísurin í Bretlandi fer at fella heili 40 prosent, og tað
kann trýsta allan búskapin í botn. Tað skrivar blaðið The
Independent í dag og vísir til eina kanning, sum The Centre
for Economic and Business Research (CEBR) hevur gjørt. Í
kanningini sæst, at húsa- og íbúðarprísurin í Bretlandi fall 16
prosent í 2008, og at hann fer at fella 25 prosent í ár, um fólk
ikki fáa betri møguleikasr at fáa bústaðarlán.
reistir á Toftum
ætlanin hjá felagnum var
alla tíðina, at seinni bygn-
ingurin, sum er beint norð-
anfyri hin fyrra, skuldi
verða bilaverkstaður.
Nú eru teir so farnir at
reisa tann bygningin eisini.
KBH byggir
Um dagarnar er eisini ein
annar nýggjur bygningur
reistur á økinum við Rætt,
beint innanfyri gamla Turki-
húsið í Oyrunum. Tað er
KBH, sum byggir henda
bygningin.
KBH er ein byggifyritøka,
sum hevur bygt fleiri sethús
og stovnar kring um í
økinum.
Nú minni er at gera hjá
fleiri
timburmeistarum,
hevur felagið gjørt av at fáa
henda bygningin upp.
Hetta tykist vera skilagott,
nú virksemið í løtuni er
minni, enn tað hevur verið,
og tað er hugaligt at síggja,
at fólk hava mót um, at
fíggjarkreppan, sum hevur
herjað um stóran part av
heiminum, hugsandi hasar
av aftur, áðrenn langt um
líður.
Eisini saltsøla
Ein fjórði bygningur, sum
væntandi kemur upp á
økinum við Rætt í næstum,
verður MJ Saltsøla, sum
hevur søkt Nes kommunu
og hevur fingið økið til
bygging.
Økið hjá Saltsøluni liggur
vestanfyri bygningarnar hjá
Sea
Star
og
sambært
borgarstjóranum
í
Nes
kommunu,
Símuni
Johannesen, hevur felagið
havt ætlanir um at sett
spakan í til várs.
- Nú er ein tíð, síðan
partarnir
tosaðu
saman,
men vit hava skilt, at
ætlanin var at fara í gongd
til várs. Økið vestanfyri
bygningarnar hjá Sea Star
er nóg stórt til bygningin
hjá Saltsøluni, sigur Símun
Johannesen, borgarstjóri.
Hetta er bygningurin hjá KBH, sum er byggifelag, ið seinastu
árini hevur bygt bæði sethús og stovnar kring um í økinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í januar mánaði í
ár hevur Landingar
miðstøðin í Salt
angará landað 3.100
tons av ráfiski
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun liggja Rókur og
Lerkur í Saltangará og
landa. Skipini hava stívliga
340.000 pund tilsamans, og
soleiðis eru tey fullfermd
við upsa.
Í gjár landaðu Polarhav
og Stjørnan eisini í Salt-
angará. Teir høvdu umleið
400.000 pund, sum eisini er
ein góður túrur.
Partrolararnir hava góðan
upsafiskiskap, og væntandi
er, at Heykur og Falkur
koma inn at landa í vikuni.
Á Landingarmiðstøðini í
Saltangará siga tey, at Bak-
ur og Stelkur, sum eisini
eru til fiskiskap, helst koma
inn fyrst í næstu viku.
- Tað er ikki heilt óhugs-
andi, at skipini koma inn í
endanum av hesi vikuni,
men tá skal tað ganga
ógvuliga væl at fiska, siga
tey í Saltangará.
Í januar vórðu tilsamans
3.100 tons løgd upp á
Landingarmiðstøðini
í
Saltangará, og hetta eru
helst eini 1000 tons meira
enn í januar í 2008.
Rókur og Lerkur fullir undir lúkurnar
Rókur og Lerkur landa í
morgun. Skipini eru full
undir lúkurnar. Vit tóku
hesa myndina á Beta-
bryggjuni í morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógv vinnuvirksemi er við havnalagið á Toftum,
og áðrenn langt um líður standa væntandi fýra
vinnubygningar lidnir á nýggja vinnuøkinum hjá
kommununi við Rætt
Mynd: Vilmund Jacobsen