týsdagur 3. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 23 - 3. februar 2009
Oljuprísurin rakar BP
Tann fellandi oljuprísurin á altjóða marknaðinum fær nú
avleiðingar fyri bretska oljufelagið British Petroleum.
Leiðslan kunngjørdi í gjár, at felagið hevði næstan 20
milliardir krónur í halli fjórða ársfjórðing í fjør
samanborið við 25,7 milliardir krónur í avlopi í sama
ársfjórðingi í 2007. Tony Hayward, forstjóri, sigur, at
hallið kemst av tí fellandi oljuprísinum. Hann leggur
afturat, at BP misti eisini fýra milliardir krónur orsakað
av einari miseydnaðari verkætlan í Russlandi.
Hóast langt er millum
leitibrunnarnar á
landgrunninum,
so livir vónin
hjá stjóranum í
útgerðarhavnini í
Runavík, Eli Lassen
kortini, at tað skal
fara at eydnast at
finna olju, og tá tað
hendir, kann einsta
oljuútgerðarhavnin í
landinum fáa alstóran
týdning
Útgerðarhavn
Jan Muller
Jan@sosialurin.fo
Hóast tað helst fer at ganga
umleið eitt hálvt ár, til klárt
er at bora sjeynda brunnin á
landgrunninum, so eru fyri
reikingarnar byrjaðar av
álvara í Føroya einastu olju
útgerðarhavn,
Atlantic
Supply Base í Runavík.
Útgerðarhavnin liggur mest
sum í dvala millum brunn
arnar, sum verða boraðir á
landgrunninum, og oftani
eru ár ímillum teir. Tað er
tó umráðandi, at lív er í
útgerðarhavnini, meðan bíð
að verður til boringarnar
sigur Eli Lassen, stjóri, sum
er einsamallur á støðini.
Men skjótt kemur veruligt
lív í aftur, og tá verður ar
beiði til eini fimtan fólk
sigur Eli Lassen, sum í løt
uni mest tekur sær av
pappírsarbeiði, nú alt skal
tilrættaleggjast frá minstu
detalju. Teir hava longu
fingið flestu rørini, sum
skulu brúkast til at bora
Anne Marie brunnin. Annað
tilfar er eisini fingið til vega
men nógv skal sampakka
og verða klárt, tá hol verður
sett á úti á landgrunninum.
Eli Lassen dámar væl
arbeiðið, sum hann gongur
uppí við lív og sál. Nú tað
so smátt nærkast til sjeyndu
boringina livir Eli mitt í
verðini, og hann telist mill
um teirra, sum fegin síggja,
at eitt rakstrarverdugt fund
verður gjørt. Tí bert tá eru
útlit til, at meira og støðugt
virksemi fer at vera í út
gerðarhavnini í Runavík.
Ein útbygging av einum før
oyskum oljufelti ber nevni
liga í sær nógvar avmark
ingar og metingarbrunnar,
og tá er veruliga brúk fyri
havnini í Runavík.
Boripallurin West Phoen
ix, sum skal bora sjeynda
brunnin á føroyska land
grunninum, er fyri kortum
farin undir at bora djúp
vatnsbrunn í norskum øki.
Hesin brunnur er mettur at
taka einar seks mánaðir og
so eru Føroyar á skránni.
Tvs. at vit kunnu vænta, at
pallurin verður á føroyskum
øki í juli ella august. Hin
vegin gongur væl at bora í
Noregi so kann talan eisini
verða um fyrr enn tað.
Í næstum koma fólk frá
fyristøðufelagnum ENI til
Føroya at taka sær av yms
um fyrireikingum til kom
andi brunnin. Hetta er aðru
ferð, at italska oljufelagið
stendur á odda fyri eini
oljuboring
við
Føroyar.
Nógv er sjálvandi at síggja
til undan eini slíkari boring,
eitt nú skulu øll loyvi fáast
uppá pláss, avtalur skulu
gerast við føroyskar fyri
tøkur, um tær eru kapp
ingarførar, um eitt nú tæn
astur sum proviantering,
burturkast og aðrar veiting
ar.
Atlantic
Supplybase:
Fyrireikar
seg til
sjeyndu
boringina
Útlendsk oljufeløg,
sum arbeiða tætt upp
at føroyska markinum
í bretskum øki, kunnu
spara nógva tíð, orku
og pengar við at brúka
oljuútgerðarhavnina í
Runavík heldur enn at
skula fara inn í skotska
havn. Eli Lassen, stjóri
roynir hvat hann er
mentur fyri at fáa feløgini
at henda vegin.
Ùtgerðarhavn
Jan Muller
jan@sosialurin.fo
Nú nógv leitivirksemi vestan
fyri Hetland nærkast føroyska
markinum sær stjórin hjá
Atlantic Supply Base, einastu
føroysku útgerðarhavnini, Eli
Lassen tað sum ein møguleika
at skapa virksemi í Føroyum
og fáa nýggjar inntøkur, at
útlendsk oljufeløg, sum standa
fyri leitingini við markið,
venda eygunum henda vegin
heldur enn móti Aberdeen og
øðrum úgerðarhavnum í
Skotlandi.
– Eg veit, at hetta er ein um
ikki ómøgulig uppgáva so
kortini sera torfør uppgáva, tí
feløgini, sum arbeiða í
bretskum øki eru von við at
brúka útgerðarhavnirnar í
Skotlandi. Tey vilja sjálvandi
ikki fara frá tí trygga. Men
tey eiga at vita, at tey kunnu
spara nógvar pengar, tíð og
orku, um tey heldur velja at
brúka útgerðarhavnina í
Runavík.
Eli Lassen sigur, at tað er so
nógv styttri at brúka Føroyar.
Um oljufeløg brúka Rúnavík
heldur enn skotska havn, so
spara tey 300 fjórðingar í
sigling. So her er nógv at
spara. Stjórin á Atlantic
Supply Base fylgir annars
gongdini í bretskum øki sera
væl, og hann vónar, at eitt nú
Chevron og Statoil fara at
bora á landgrunninum í næstu
framtíð.
Atlantic Supply Base bjóðar seg fram hinumegin markið
Oljuútgerðarhavnin í Runavík ger klárt til sjeyndu boringina
Eli Lassen, stjóri og einasti, sum er til arbeiðis hjá Atlantic
Supply Base alt árið.