týsdagur 3. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2009
fram, til mann at enda hevur
soldað niður til tey fólkini,
ið skulu fáa boð.
– Síðan megnaðu vit at
fáa avtalu í lag við tey fólk
ini, sum vóru mett at verða
tey røttu til størvini. Tað er
nú lukkast at seta navn á
sjey spesialiseraði vísinda
fólk upp á nakrar fáar
mánaðir, og tað er eitt stórt
bragd,
staðfestir
Lis
Mortensen.
Trupulleikin
Tá komið er til 1. januar
2009, eru vísindafólkini far
in til arbeiðis, og útbúgving
arnar farnar í gongd. Hin
vegin er nógv farið fram á
politiska pallinum síðan 30.
mai, tá játtanin varð givin.
Nýtt landsstýri er skipað,
og fíggjarkreppa hevur tikið
seg upp. Tí standa sparingar
fremst á skránni hjá nýggja
landsstýrinum.
Tá lønarjáttanin hjá Fróð
skaparsetrinum varð sett til
21,4 milliónir, varð roknað
við løn til nýggju starvs
fólkini í fimm mánaðir. Tí
skuldi játtanin hækkast til
27,5
milliónir
í
2009,
soleiðs at lønir kundu verða
útgoldnar í 12 mánaðir, og
verandi
virksemi
kundi
halda fram.
Tó vórðu ikki meira enn
17,5 milliónir nýttar í 2008,
av tí at vísindafólkini ikki
vóru sett beinanvegin.
– Mann finnur tilsamans
10 fólk, sum skulu bera
nýggju
útbúgvingarnar.
Hesi fólkini kosta fimm løn
armánaðir í 2008, men 12
lønarmánaðir í 2009. Tí má
lønarkarmurin ikki standa í
stað. Lønarkarmurin má
vaksa, umframt trý prosent
til lønarvøkstur. Hetta er
tað, sum ger, at 5,3 milliónir
koma at mangla í, staðfestir
Lis Mortensen.
Anfinn Kallsberg segði
við Rás2 í farnu viku, at
lønarjáttanin til Fróðskapar
setrið er 22,2 milliónir í
2009, og at tað var ein stór
ur vøkstur frá tí, sum varð
nýtt í fjør, umframt at hetta
var í ríkiligt mát.
Loysnirnar
Fíggjarlógin er nú samtykt,
og tað mangla 5,3 milliónir
krónur í.
Stýrið fyri Fróðskapar
setrið hevur enn ikki tikið
endaliga avgerð um, hvussu
sparast skal. Farast má ikki
út um lønarkarmin, og tí eru
fleiri
worstcasescenario
sett upp. Er eitt av teimum
er, at lata vera við at taka
næmingar inn á Søgu og
Samfelagsdeildina, ikki at
seta útbúgvingina MA. í
løgfrøði á stovn, umframt at
siga fleiri fólkum úr starvi,
soleiðs sum útmeldingin
ljóðaði fyri eini viku síðan.
– Tá mann longu hevur
tikið næmingar inn, hevur
mann skyldu til at geva
teimum eina útbúgving, og
tað mugu vit taka fyrilit til,
sigur Lis Mortensen, for
kvinna í stýrinum fyri Fróð
skaparsetrið.
Sostatt tykjast bæði Lis
Mortensen og Anfinn Kalls
berg hava grein í sínum
máli, tá Lis Mortensen sig
ur, at játtanin ikki røkur til,
og skerjingar mugu gerast,
og tá Anfinn Kallsberg sig
ur, at Fróðskaparsetur Før
oya hevur fingið størri játt
an enn undanfarin ár.
Tingsins vilji
Tað er til eina og hvørja tíð
Løgtingið, ið ger av, hvørjar
raðfestingar skulu gerast.
Tingið ger av, um Fróðskap
arsetrið skal upp ella niður
raðfestast. Tað er leiðslan á
Fróðskaparsetrinum eisini
púra greið yvir.
– Vit vilja sjálvandi gera
alt fyri at liva upp til tings
ins vilja. Tá tey siga, at vit
skulu seta fleiri útbúgvingar
á stovn, so vilja vit vísa, at
tað ber til. Vit vilja vísa
teimum, at vit kunnu, og
vóna at teir skilja, at tað tek
ur tíð, og má gerast ordiligt,
sigur Lis Mortensen.
Hinvegin sigur Løgtingið,
at farast skal ikki út um
fíggjarkarmurin, og stýrið
fyri Fróðskaparsetrið skal
altíð liva upp til Tingsins
vilja. Tí verða tey noydd at
spara nakrar funktiónir og
nøkur størv, soleiðs at tey
framvegis kunnu liva upp
til Tingsins vilja.
st meira pengar
Onkur
hevur
eitt stórt
problem
Anfinn Kallsberg, for
maður í fíggjarnevndini,
segði í tíðindunum á
Rás2 týsdagin 27. januar,
at tað er pressan, sum
hevur vent forteknunum,
og at mann hevur valt at
uppprioritera virksemið
á Fróðskaparsetrinum
Hinvegin heldur hann,
at tað er onkur á Fróð
skaparsetrinum,
sum
hevur eitt stórt problem.
»Vit samtykkja eina
fíggjarlóg fyri eitt ár í
senn. Og er tað soleiðis,
at mann hevur gjørt
starvssetanir á Fróðskap
arsetrinum upp á »for
vantet fangst« á eini
fíggjarlóg í 2009, sum
gongur út yvir hesi 26
prosentini í vøkstri, so
hevur onkur eitt stórt pro
blem, tí at vit kunnu ong
antíð disponera út yvir
eitt fíggjarár«.
Tá
tíðindakvinnan
spyr, um ikki tað er ringt
at reka ein slíkan stovn,
og ikki kunna planleggja
meir enn eitt ár í senn,
svarar Anfinn Kallsberg
soleiðs:
»Jú, mann kann plan
leggja við teimum karm
um, sum eru, og so tekur
man tað soleiðs hen ad
vejen, men tú skal minn
ast til ein ting. Vit eru
komnir inn í eina kreppu,
har vit síggja, at alt tað
pulserandi lívið er noytt
til at repa seglini. Hóast
hetta, so hava vit hildið
tað verið rætt at upp
prioritera tað virksemi á
Fróðskaparsetrinum, og
hava givið teimum eina
játtan, sum er 26 prosent
hægri, enn tað, teir hava
brúkt í 2008. Eg skilji
ikki, at mann ikki kann
planleggja út frá hesum
fíggjarkarmum«.
-RN
milliónir, og má tí spara, sigur Lis Mortensen. – Hevur man gjørt starvssetanir upp á »forvantet fangst« á
, sigur Anfinn Kallsberg
mynd: Tilgjørd mynd
Missiónsvika í Kollafirði
Missiónsvikan í Kollafirði byrjar týskvøldið kl. 20.00 við Jórun
Malakiev, Menn úr Kollafirði syngja. Hildið verður fram Miku
kvøldið kl. 20.00 við Pól Johannesen, Kór úr Meinigheitshúsinum
syngur. Hóskvøldið kl. 20.00 talar Sólrun Poulsen, og kvinnur úr
Kollafirði syngja. Fríggjakvøldið kl. 20.00 talar Jógvan Fríðrikson,
og menn úr Fuglafirði syngja. Leygarkvøldið kl. 20.00 talar Tumm
as Juul Askham, og Miktam úr Kollafirði syngja. Sunnudagin kl.
14.00 verður sunnudagsskúli, og møti verður kl. 18.00 við Regin
Høgnesen, og menn úr Leirvík syngja. Øll kvøldini verður
bønarløta ½ tíma áðrenn møti, og ein drekkamunnur á loftinum
aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr Kollafirði.
Lønarkarmur hjá Fróðskaparsetri Føroya (í mió. kr.)
2007
15,9
2008
21,4
2009*
27,5
2009**
22,2
*Upprunauppskot til fíggjarlóg til 2009
**Samtykt fíggjarlóg fyri 2009
FAKTA
Geir Haarde skurðviðgjørdur
Geir H. Haarde, sum júst hevur lagt frá sær sum íslendskur
forsætisráðharri, varð í gjár lagdur undir skurð á einum sjúkrahúsi í
Amsterdam í Niðurlondum. Geir H. Haarde almannakunngjørdi í
næstsíðstu viku, at hann hevði fingið staðfest ein illkynjaðan vøkstur
í hálsinum. Morgunblaðið skrivar, at skurðviðgerðin eydnaðist væl,
men at Geir H. Haarde skal halda frí eina tíð. Hann er formaður í
Sjálfstæðisflokkinum, men hevur boðað frá, at hann fer frá á
landsfundinum, sum verður í næsta mánað.
tíðindi 21