týsdagur 3. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 23 - 3. februar 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Charles Hauritz, van
liga nevndur Sallaba, ætt
aður av Tvøroyri, búsit
andi í Esbjerg, andaðist
leygardagin 31. januar í
Esbjerg, 84 ára gamal.
Brynjálvur Djurhuus,
vanliga nevndur Binni,
ættaður av Sandi, búsit
andi í Tórshavn, andað
ist á Landssjúkrahúsin
um leygardagin, 83 ára
gamal.
Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
týsdagin kl. 13.
Jóhannus Miðberg í
Vestmanna
andaðist
mánadagin, 94 ára gam
al. Jarðarferðin verður
mikudagin klokkan 14
úr Vestmanna kirkju.
Jústa Vang, Hvalba,
andaðist á Landssjúkra
húsinum
leygardagin,
52 ára gomul. Jarðarferð
in verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri høgtelskaði
Rólant Lenvig
ættaður úr Hesti
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum, sum ringdu til hansara og
tykkum, sum vitjaðu hann. Takk til tykkum á
Landssjúkrahúsinum; tykkara arbeiði lá ikki eftir.
Øll tit mongu, sum komu at fylgja og á ymsan hátt
hjálptu til við jarðarferðini og við ervinum,
takka vit hjartaliga.
Takk fyri blómur og kransar. Takk til tín Viggo
fyri tann vakra gravsálmin, og til tín Theodor fyri
hjálpsemi, tú veitti okkum.
Vegna Meinigheitshúsið takka vit hjartaliga
fyri minnisgávuna.
Enn einaferð hjartans tøkk øll somul.
Vegna familjuna
Malan
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkendslu, tá kæri
bróðir, svágur og mammu- og pápabeiggi okkara
Sverre Kruse
Eiði
andaðist og varð jarðaður.
Ein serlig tøkk til Emil prest og Svenning av Lofti
fyri troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Korndalsbýlið,
og starvsfólkini á Korndalsbýlinum.
Eisini takka vit teimum, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Brynhild og Gunnar Andreasen við familju
Sunnudagin 7. september andaðist
Edmund Jensen av Sandi, sonur Fríð
bjørg og Patsy Jensen, brádliga av
sjúku. Hann var staddur í Danmark í
útbúgvingarørindum. Edmund gjørd
ist bert 21 ára gamal.
Eina viku seinni 14. september
andaðist skyldmaður hansara Kristin
Tórur Bærentsen úr Skopun, 27 ára
gamal av einum óhappi á lónni á
Sandi, har hann var farin at svimja
sum froskmaður. Kristin var sonur
Sólvá og Sigurd Bærentsen, lærara.
Sigurd Bærentsen andaðist fyri
tveimum árum síðani av sjúku, 57 ára
gamal, so Kristin er nú fluttur heim
til faðir sín. Edmund eigur trý systkin,
sum hann kann vera saman við heima
hjá Harranum. Sorgardagur. Okkara
hjørtu eru sundurbrotin. Vit syrgja og
sakna tykkum so ómetaliga nógv.
»Guds náði okkum ber,
tá eingin vón er longur«
Vegna familjurnar
Sólvá og Fríbjørg
Hesin sangur, sum Fríðbjørg yrkti til
jarðarferðina hjá einum øðrum
skopuningi, sum eisini doyði ungur,
varð sungin til jarðarferðirnar hjá
Edmundi og Kristini.
Sorgardagur
Tað stóð eitt træ í mínum lívsins garði
við fýra føgrum reyðum rósum á.
Nú stendur træi mítt við trimum rósum,
tann eina er ei meira trænum á.
Ein dag tá Gud sær rósu vildi velja
at planta heima í sín rósugarð.
Ta fagrastu, ið var, hann vildi finna.
Hann hana fann í garðinum hjá mær.
Gud hevur tikið mína føgru rósu
og planta hana í sín rósugarð.
Har skal hon standa trygg í allar ævir,
ei nakað hóttir rósu mína har.
Mín Gud tú ert mín troyst, eg á teg líti,
tó ei eg altíð skilji, tað tú gert.
Eg syrgi mína føgru reyðu rósu.
Eg skilji ei, hví hon ei meir er her.
Men ein dag Guð, tá heim til tín eg komi,
tá skal eg skilja alt, sum hendi her.
Tá skal eg aftur síggja mína rósu
har heima hvar, ið skilnaður ei er.
Nú stendur træi mítt við trimum rósum,
tann eina blómar í Guds faðirs garð.
Har er hon vard mót lívsins ódnarstormum,
ei nakað hóttir rósu mína har.
Edmund Jensen
Kristin Tórur Bærentsen
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara
elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi
Johannes Ismael Miðberg
Vestmanna
andaðist mánadagin 2. febr. 2009, 94 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
mikudagin 4. febr. kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Jenny, Thorleif, Hallgrím, Kathrina, Jón,
Tova og Jonleyg
Tey, ið vilja minnast Jóhannes, kunnu lata eina gávu til
eldrasambýli í Vestmanna.
80 ára føðingardagur
9. februar verður Herborg Kjærbech Tvøroyri 80 ár.
Dagurin verður hildin 7. februar kl. 19 í ítrottarhøllini á
Trongisvági. Tey ið ynskja at koma, vinaliga ringið á tlf.
371171, innan 2. februar.
75 ára føðingardagur
Mikudagin 4 februar verður Hanna Isaksen, fyrrverandi
formaður í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,75 ár.
70 ára føðingardagar
70 ára føðingardagarnir hjá Gunnvør og Jefri Justinussen,
Tórshavn, verða hildnir í Pálsstovu leygardagin 21. februar
kl. 18.00. Tey, ið ætla sær at koma, verða vinarliga biðin um
at boða frá á tlf. 313003, 213043 ella 272803 í seinasta lagi
sunnudagin 15. februar.
60 ára føðingardagur
Fríggjadagin 6. februar fyllir Niels L Thomsen, bóndi Innan
Glyvur 60 ár. Opið hús verður heima leygardagin 7. februar
frá kl. 10 fyrrapartin.