týsdagur 3. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2009
23
Tá ið fólkið, biskupur,
dómpróstur, prestafelagið,
kristiligt lurtarafelag, hóp
in av felagsskapum og ein
staklingum frá øllum
handans samkomum og
ikki minst tingið, tekur sær
tíð til at viðgera eitt slíkt
hjarnumál fyri eina tjóð,
sum kallar seg kristna og
øll tey gomlu í landinum
saman við sjómonnum
eisini hava mótmælt, at
morgunlesturin ikki verður
endursendur; so átti ein
sendistøð, ið kallar seg
public serviceveitari at
havt fyrilit fyri hvat
"public" fólkið ynskir og
vil hava!!!
Hetta málið snýr seg um
respekt ella virðing og
kanska eisni um mangul
uppá sama.
Tað tykir mær sum
Kringvarpið sendir eina
undarliga, óheppna, fyri
litarleysa og ikki minst
óneyðuga provokatión á
henda hátt!
Hvat endamálið er, og
hvør endi á hesum máli
verður ja, kunnu bert
guðarnir vita.
Ein óneyðug provokatión
Dávur
Winther
Skotbráið varð stutt, ið
Føroya fólk fekk, tá kring
varpsleiðslan boðaði frá, at
nú skuldu morgunlestrarnir
ikki longur sendast kl. 9.50.
Fráboðanin kom fríggja
dag, og mánadag kom
hetta í gildi.
Argumentið var, at hetta
riggaði ikki inn í restina av
skránni. Hesir 10 minuttir
nir kundu gera, at tað al
menna kringvarpið misti
lurtarar, varð sagt.
Latum okkum hyggja
nærri at hesum argumenti.
At Morgunlesturin ikki
riggar inn í skránna, er ilt
at síggja. Sum so tykist
ikki vera nøkur serlig yvir
gongd millum morgun
sendingina, tíðindini og
sendingina Ctrl e. Og sum
oftast plagar morgunsend
ingin at enda við tónleiki,
har Morgunlesturin plagdi
at vera.
Vit hava ikki sæð hag
tølini, ið Kringvarpið
grundgevur við. Men í
lurtarakanning, sum varð
gjørd í mars/apríl 1996
(tann seinasta, vit hava
sæð), vórðu 200 fólk spurd
hvørt kvøldið millum 27/3
og 15/4, tilsamans 1328
svaraðu. 43% lurtaðu eftir
morgunlestri kl. 07.05 og
38% kl. 09.05. Tá var sjálv
andi eingin onnur rás; men
kortini eru hesi tøl so høg,
at tey mugu takast í álvara.
Ikki spurt tey, ið skriva
Tað undrar okkum í
Prestafelagnum, at vit ikki
vórðu kunnað um hesa
avgerð, áðrenn hon varð
tikin. Tað eru hóast alt vit,
ið skriva morgunlestrarnar.
Morgunlestrar eru
sjálvandi ymiskir. Men
felags fyri hesa mentanar
sending er, at hon er skriv
að av prestum, tvs. guðfrøð
ingum. Hetta hevur eisini
verið aðaltátturin, síðani
tann fyrsti útvarpsstjórin,
Axel Tórgarð, sum eisini
var prestur, byrjaði hesa
siðvenju. Fakliga skuldi
støðið vera høgt, men at
komiligt fyri øll. Leggjast
kann eisini aftrat, at fleiri
av morgunlestrunum hjá
Axeli Tórgarð eru givnir út
í bók og verða lisnir enn.
Tað undrar okkum eisini,
at henda sending eftir øll
um at døma verður so lítið
vird av kringvarpsleiðsluni,
at hon ikki skal tola at
verða send umaftur kl.
9.50, tí hon er sera bílig at
framleiða, hóast vælút
búgvið fólk og akademik
arar standa fyri henni. Og
tað mátti komið væl við
hjá kringvarpinum í hesum
tíðum.
Bíligt og breitt
Heldur ikki ber til at siga,
at Morgunlestrarnir bert
eru fyri tey tilkomnu og
gomlu. Tað eru eisini yngri
aldursbólkar, ið lurta, og
tað kemur meira enn so
fyri, at fólk skifta orð síná
millum um Morgunlestr
arnar, sum hava verið
sendir í vikuni. Hetta vita
vit, sum skriva, frá tí
responsi, vit ofta fáa.
Morgunlestrarnir eru
ætlaðir til umhugsni,
reflektión og eina stilla
løtu – og hesum er ikki so
nógv av í tí annars fjøl
broyttu útvarpsskránni.
Prestafelagið, sum um
boðar prestarnar í
Føroyum, sum skriva
Morgunlestrarnar, vil tí
heita á Kringvarp Føroya
um aftur at endursenda
Morgunlestrarnar kl. 9.50
í útvarpinum. Sjónvarp er
ikki á øllum arbeiðspláss
um, øllum rúmum í húsi
num og enn minni í øllum
bilum, og tí kunnu vit
heldur ikki taka undir við
ætlanini hjá Kringvarp
inum, at endursenda
Morgunlestrar gjøgnum
sjónvarpstólið.
Við tøkk fyri annars
gott samstarv við
Kringvarpið.
Prestafelagið mótmælir at
morgunlestrarnir verða skerdir
Áðrenn Rás2 byrjaði var
alt í ÚF stórt sæð sum tað
hevði verið í 40 ár.
Men so kom privata
Rás2 við studio í Klaks
vík (Norðlýsið).
Stutt eftir helt ÚF, at tað
var upp á tíðina at byrja at
hava sendingar úr studio í
Klaksvík.
Eftir nøkur ár gevst Rás2
við hesum, hvat gjørdi ÚF
eftir tað tað sama.
Rás2 byrjaði frá byrjan at
senda Orðið (bíbliulestur )
kl.9:45. Hvat ger ÚF? Jú teir
mugu flyta morgunlesturin,
sum í mannaminni hevur
verið endursent kl 9 fyrra
part, til somu tíð (genialt).
Hví mátti ÚF (hermirás
in) brádliga flyta tíðinda
sendingina sum í 50 ár var
send kl 18:30 til kl 18??
Var tað uppá grund av
lúðurinum á skipasmiðuni
(sambart Jógvan Jespersen)
ella var tað tí at tíðindini á
Rás2 vóru kl 18.
Rás2 tekur Orðið av
skránni og hvat ger
Hermirásin nú? Jú morgun
lesturin má avtakast, ti at
tá Rás2 ikki sendir bíbliu
lestur kl 9:45 ja hví so
ÚF (genialt).
Ynskiløtan hevur altíð
verið seinnapart á Rás2
hvat ger Hermirásin nú
(genialt).
Nú hevur IKTUS sent
andaligt tilfar á sjónvarpi í
nakrar mánaðir t. d. fyrra
part – og hvat ætlar Kring
varpið nú? jú nú halda tey,
at tað er sera gott at senda
t.d. morgunlestur fyrrapart í
sjónvarpinum og enntá
sangir/sálmar við teksti á
skerminum júst tað sum
Iktus ger (genialt).
Kundi sikkurt funnið
nógv onnur dømi, og hetta
fer óivað at halda áfram.
Man má bara siga, at
programfólkini á Kring
varpinum eru sera kreativ,
tey fáa løn fyri at herma.
Hvussu hevði sæð út,
um einki privat útvarp og
sjónvarp var? jú sum
fyri c.a. 40 árum síðani!
Eg haldi, at tað almenna
Kringvarpið hevur spælt
fallit. Public Service kravi
kundi verði deilt út til
allar luftmiðlarnar, t.v.s.
eisini milliónirnar. Hví
skullu allar milliónirnar
fara til tann eina, sum
næstan bara hermir eftir
teimun privatu miðlunum?
Kringvarpið = Hermirásin
terje
hansen
Prestafelag føroya:
jákuP reinert hansen,
formaður,
theoDor e. D. olsen,
næstformaður
viðmerkingar
Dagurin
3. februar, Blásius,
deyður umleið ár 300.
Tikin av døgum fyri trúar
sakir. Var biskupur í
Sebaste í núverandi
Turkalandi, og av tí at
hann bjargaði einum
smádrongi, sum hevði
sett eitt fiskabein í hálsin,
varð hann tilbiðin sum
verndari fyri hálsverk.
Prógv
31. januar 2008 vera
Joan Djurhuus av
Morkranesi og Rúni
Djurhuus úr Havn
útlærd sum kramba
kallar.
Tey hava bæði staðið í
læru hjá PE, Joan á
Argjum og Rúni á
Heykavegnum í Havn.
Takk
Øllum tykkum úr bygd og úr bý, ið vóru
við til at gera sjeyti ára føðingardag mín
ógloymandi og hátíðarligan, sendi eg eina
hjartans tøkk.
Takk fyri tlf. uppringingar, fjarrit, gávur og
blómur. Stóra tøkk til tykkum,
sum hjálptu til.
Ein serliga tøkk til Marner og Henning, ið
settu sín serliga dám á veitsluna.
Eg ynski tykkum øllum eitt av Harranum
signað nýttár.
Vinarliga heilsan
Fríðolv Eysturberg, Hvalba
Tøkk
Ein hjartans tøkk til tykkum mongu,
sum gleddust saman við mær
og gjørdu mín 85-ára føðingardag
ógloymandi.
Túsund takk fyri gávur, blómur, sangir,
talur, køkur, fjarrit og heilsanir.
Somuleiðis stóra tøkk til tykkum øll,
ið á ymiskan hátt hjálptu til,
so føðingardagsveitslan gjørdist so góð og
hugnalig.
Tøkk øll somul
Blíðar heilsanir
Gretha Husgaard
Lesið
- so eru tit við