týsdagur 3. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 23 - 3. februar 2009
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Saman við Marienlyst
vann Bárður B. Mikk
elsen allar dystirnar,
tá NMkappingin í
flogbólti varð spæld
um vikuskiftið
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað regnar við heiðurs
merkjum yvir Bárð Bendix
Mikkelsen
og
liðfelagar
hansara í Marienlyst Volley.
Eftir at tað næst seinasta
vikuskifti eydnaðist teimum
at vinna donsku steypafin
aluna
í
flogbólti,
var
Marienlyst hetta vikuskiftið
í Falkenberg í Svøríki, har
NMkappingin fyri feløg
var á skránni.
Og her gjørdu nýkosnu
steypavinnararnir
bart.
Kappast varð móti norska
Nyborg, Midelfart úr Dan
mark og Falkenberg úr
Svøríki, og eydnaðist tað
Marienlyst at vinna allar dyst
irnar og harvið kappingina.
Sjálvur hevur Bárður ikki
havt støðu sum fastur mað
ur á liðnum hjá Marienlyst,
men royndir hansara koma
tó liðnum væl við. Og enn
hevur føroyski hevarin so
als ikki fingið nóg mikið.
Nú mangla vit bara at
vinna DM. Gera vit tað, so
eru vit fyrsta danska liðið,
sum vinnur steypakapp
ingina, NM og DM í einum
og sama kappingarári. Sam
stundis er DMheitið tað
einasta, sum eg ikki havi
vunnið í donskum flogbólti,
so tað vil eg fegin royna,
sigur
Bárður
Bendix
Mikkelsen.
Bárður er norðurlendskur
meistari
Fagnaðurin var
stórur, tá tað stóð
greitt, at Marienlyst
hevur vunnið heitið
sum norðurlendskur
meistari
Tað styttist millum
teir tríggjar Róa
Agnarsson, Petur
Niclasen og Ragnar
Egilsson í føroysku
Grand Prix
kappingini. Um
vikuskiftið varð
fjórða og triðseinasta
umfar leikt í høllini í
Trongisvági.
borÐtENNIS
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Føroyski borðtenniskong
urin, Petur Niclasen, sum
hevur vunnið FM ikki færri
enn 14 ferðir, er ein av
trimum leikarum, sum kapp
ast um at vinna samlaðu
Grand Prixkappingina fyri
vaksin. Petur er í løtuni
smáskaddur og luttók tí ikki
í
kappingini,
sum
um
vikuskiftið varð avgreidd í
høllini í Trongisvági.
Ragnar gjørdi bart
Fráveran hjá Peturi gav rúm
til
Róa
Agnarsson
og
Ragnar Egilsson, sum eru
partar av grót hørðu kapp
ingini millum teir tríggjar.
Ragnar, sum er verandi
FMvinnari, lat ongan iva
vera um at hann helst er
sterkasti borðtennisleikari í
Føroyum í løtuni, og vann
hann allar sínar dystir. Hetta
styrkir honum munandi um
støðuna
í
samlaðu
kappingini, og eftir tvær
ikki heilt nøktandi GP
kappingar
fyri
hansara
viðkomandi, er hann nú
bara 50 stig frá Róa
Agnarssyni, sum sanniliga
eisini er væl koyrandi og
liggur á odda í samlaðu
GPkappingini.
Fyrireika til OyL
Borðtennis er trúðfastur
partur av Oyggjaleikunum,
og í tí sambandi hevur dan
ski landsliðsvenjarin hjá
føroyska landsliðnum, Casp
er Løje Pedersen, úttikið
ein fyribils landsliðshóp,
sum skal venja fram ímóti
Oyggjaleikunum í Álandi í
summar. Tey, sum eru við í
hópinum, eru Rói Agnars
son,
Ragnar
Egilsson,
Hallur Thorsteinsson, Mar
in í Dali, Sheila Strøm og
Rakul Mikkjalsdóttir. Sein
ast nevnda gongur í løtuni á
borðtenniseftirskúla í Dan
mark og hevur staðið seg
sera væl til kappingar í
annars sterku borðtennis
tjóðini.
Fyrireikingarnar
inni
halda fyribils fleiri venj
ingar um vikuna, og ætlanin
er eisini, at hópurin skal til
Grønlands á venjingarlegu
seinni í vár.
Tríggir berjast um GP-heiðurin
Eisini yngru deildirnar spæla steypafinalur
í hondbólti um vikuskiftið. Sunnudagin
leggur serliga undirlagið gólv til heili átta
finalur
HoNdbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum nakað nýtt verður stóri steypadagurin í hondbólti
nú eisini víðkaður til at fevna um yngru deildirnar.
Eftir at tey vaksnu sunnudagin avgreiða sínar finalur,
eru tað børnini, sum eiga tørn sunnudagin, og allan
seinnapartin verða avgerandi dystirnir spældir í ymsu
aldursbólkunum, skrivar HSF í tíindaskrivi.
Og nógv verður lagt fyri, soleiðis at karmarnir kring
dystirnar hjá liðunum skulu vera á so høgum støði,
sum gjørligt.
Serliga gólvið, sum verður lagt á til finalurnar
leygardagin, liggur eisini á sunnudagin, og tað verða
dómarapørini, ið vanliga døma fremstu mans og
kvinnudeildirnar, sum døma dystirnar.
Medaljuhandan verður beint eftir dystirnar.
Coca-Cola kapping
fyri øll
Klokkan
Aldursbólkur
dystarlongd
12:50
Gentur 10
(2x10 min)
13:25
Dreingir 10
(2x10 min)
14:00
Gentur 12
(2x15 min)
14:45
Dreingir 12
(2x15 min)
15:30
Gentur 14
(2x20 min)
16:30
Dreingir 14
(2x20 min)
17:30
Gentur 17
(2x25 min)
18:45
Dreingir 17
(2x25 min)
Dómararnir
Karstin Joensen og Kristian Joensen
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen
Kári Hansen og Sámal Hansen
Tummas Juul Thomsen og Birgir Sondum
Rúni Mohr og Ragnar Simonsen
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
FAKTA um dystin
Bólkavinnararnir:
Bólkur A: Ragnar Egilsson, Tór
Bólkur B: Karl Arni Egholm, KÍ
Bólkur C: Tórur Dahl, Tór
Bólkur D: Jónar Holm, Royn
Bólkur E: Eyðfinnur Jensen, Royn
Bólkur F: Eyðbritt Holm, Royn
Bólkur G: Herman Winther, Tór