týsdagur 3. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 23 - 3. februar 2009
lýsingar
Hvønn dag í november mánaða verða
Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst,
tess størri møguleika hevur tú at
vinna.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Sendið okkum loysnina innan mána
dagin 9. mars 2009 kl. 10.00 og
merkið brævbjálvan »Sudoku«.
Drigið verður aðru vikuna í mars.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Vinningurin í februar
ADELAIDE 4 Classic De Luxe v/
síðubrennara frá FOREKS.
4 kraftigar stoypijarnsbrennarar við eini
samlaðari orku á 21kW.
Emaljerað grillrist og hitapláta á 3.540
fersentimetrar.
Koyrivognur í metal/træ við síðuborði.
Mál/sm: B=144 H=108 D=59.
Grillhædd: 84 cm.
Virði v/leðurhylki: kr. 4.300,
Fleiri góðar løtur uttandura – alt árið
Februar-kappingin
Rex markisur
Vakrar, hentar og álítandi
Skjót og trygg uppseting
Dygd, fyri rættan prís
www.markisur.fo
Markisur Terassuhitarar El-peisir Klimaanlegg Grillur Kampingútgerð
Virði: kr. 4.300,-
Nýtt
Nýtt
miðlahúsið í Vágsbotni
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Fish er farin sigursgongd um allan heim sum eitt
amboð at viðgerða hugburð í eini fyritøku.
Lyklaorð sum arbeiðsgleði, nærvera og ger
onnur glað, eru við til at gera okkara gerandisdag
lættari og stuttligari at koma ígjøgnum.
FISH verður brúkt í fleiri størri og smærri fyri
tøkum úti í heimi og einstøkum í Føroyum til at
skapa ein positivan og konstruktivan máta at
verða saman til arbeiðis
Elektron hevur bjóða kenda virkisráðgevanum
Michael Meinhardt at halda fyrilestur um,
hvørja ávirkan tín atburður hevur á tínar
starvsfelagar, títt virki og tíni kæru.
Fyrilesturin vendir sær leiðslur, millumleiðarar
og fólk sum í gerandisdegnum hava nógva
ávirkan á sítt umhvørvið.
Hvør ert tú, tá ið tú gert tað, tú gert?
Vilt tú broyta umverðina, mást tú fyrst broyta
teg sjálvan.
Tað var tað, sum starvsfólkið í fiskamarknaðinum
í Pike Place Fish í Seattle, USA, gjørdu. Tá ið teir
fokuseraðu á kropsligu amparnar av arbeiðinum,
dámdi teimum ikki arbeiðið. Tá ið teir í staðin
fyri settu fokus á ávirkanina, teirra egna arbeiðs
atferð hevði á onnur, gjørdust arbeiðsumstøður
nar knappliga stuttligari, hjartaligari og livandi.
Arbeiðið sjálvt broyttist ikki. Tað var sjálvs
áskoðanin, sum broyttist!
Leggur tú dent á, hvussu onnur ørkymla teg,
forða tær ella meta um teg, so illskast tú skjótt,
fert í sjálvsverjustøðu ella gevur teg undan.
Hugsar tú hinvegin um, hvussu ið TÚ ørkymlar,
forðar ella dømir onnur, fært tú heilt aðra fatan
av TEIMUM.
FISH fyrilestur í Miðlahúsinum
Fyrilesturin verður í Miðlahúsinum hóskvøldið 5. februar
2009 kl. 19:30 og varðar ein góðan tíma.
miðlahúsið í Vágsbotni
Samstarvsfelagin hjá Greengate, danska Mari
anne Rasmussen, fer at greiða frá sansi og
vælveruferð fyri kropp og sál í samband við
skeiði í Provence. Á sansiskeiðnum fáa skeiðs
lutttakararnir innlit í, hvussu ein lærir seg
sjálvan betur at kenna, og hvussu ein kann finna
samljóð, standa ímóti trýsti og ávirka orsøkir til
strongd í rokaliga gerandisdegnum. Vælveru
ferðin verður í apríl og oktobur í ár. Marianne fer
mikukvøldið at geva okkum smakkroynd á eina
dreymaferð gjøgnum eina meditatiónsvenjing.
Yogalærarin á skeiðinum í Provence, vitjar eisini
Miðlahúsið og fer hon at gerða eitt lítla yoga
venjing, sum øll kunnu luttaka í.
Inspiratiónskvøld í Miðlahúsinum
Mikudagin 4. februar kl. 19.30 skipar Greengate fyri inspiratións
kvøldið í Miðlahúsinum, um teirra ørðvísi ferðamál uttanlands. Á
skránni verða kveikjandi framløgur, ið bera brá av suðurlendskum
olivenlundum og vínmarknaðum, og eysturlendskum basarum.
Harafturat kemur William Smith, at greiða
okkum frá sínum upplivingum av at ferðast í
golfstatunum í miðeystri. William, ið hevur búð
og arbeitt í sultanstatinum Oman í nærum fimm
ár hevur ferðaist nógv í Emiratunum og í Oman.
Oman er oljustatur, randaður av Indiska flógva
num, Saudi Arabia, Emiratunum og Yemen. Í
søguligum høpi er Oman kanska mest kent sum
landið, Silkirutan gekk ígjøgnum, og í Salala, har
suðuri í Oman, hevði drotningin av Saba
summarfúrstasetur sítt. Landið er sum eitt 1001
náttar ævintýr, við ríkari nátturu og spennandi
ferðamøguleikum í oyðumørk og í Muscat
økinum, við góðum hotellum og friðaligum
baðistrondum út til Indiska flógvan.
Síðani ferðaskrivstovan GreenGate Incoming varð sett á stovn í 2001 hevur
høvuðsfokus hjá fyritøkuni ligið í at marknaðarføra og selja Føroyar sum ferðamál
uttanlands. Eftir eina væleydnaða tíð við nógvum virksemi, hevur GreenGate nú
avgjørt at víðka um síni tilboð og byrja var í fjørð heyst at selja ferðir til føroyingin,
ið ynskir annarleiðis ferðaupplivingar. Talan er ikki um vanligar charterferðir,
men GreenGate bjóðar føroyinginum at fara longri út í heim á autentiskar og
eksklusivar ferðir til óvæntað støð.