týsdagur 3. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
G! avdúkar nýggj nøvn
alla vikuna, og í dag
er greitt, at svenski
heavy metal bólkurin
The Haunted fara at
framføra til ársins G!
Festival
- Illir, svenskir menn
við hvítum tonnum og
longum, sløttum hári,
sum hava stoypt sær
eitt trummusett, og
sum buka basstaktir
á stálveirar. Soleiðis
sigur Jón Tyril um teir
útlendsku gestirnir
Tað verður øgiligur
málmur tá The Haunt-
ed standa á palli í
julimyrkrinum í Gøtu í
summar.
Í gjár var kunngjørt
at Spleen United og
Veto koma við sínum
heiðurslønum úr Dan-
mark – og úr Svøríki
koma The Haunted
við Swedish Metal
heiðursløn í kufferti-
num. Besta metal
útgáva í Svøríki í fjør
var ”Versus” hjá The
Haunted.
- Sviarnir verða mettir
at duga tað, føroysku
metal-vinirnir leingist
mest eftir longu vetrar-
kvøldini – at gera sínar
egnu útgávur til hámar
skuggar, tá teir standa
á palli. Aggressiónir
stýrdar við harðari
hond. Skjótt og hart,
spælt við ísakøldum
neyvleika, sigur Jón
Tyril.
Svenski bólkurin
The Haunted er ikki
nakar nýggjur ókend-
ur bólkur á altjóða
tónleikapallinum. Teir
hava framført saman
síðan 1996. Anders og
Jonas Björler, sum eru
beiggjar, og Adrian
Erlandsson spældu
í bólkinum At the
Gates, sum var millum
slóðararnar á svenska
Heavy Metal pallinum.
- Serliga seinnu árini
hava The Haunted fing-
ið løn fyri stríðið, og
fyri at tora at víðka um
hugtøkini. Teir spæla
trash, ja, men teir hava
eisini melodiskar síður.
Teir eru harðir, men
eisini melankolskir,
sigur Jón.
The Haunted hava
givið út seks fløgur,
tann seinasta “Ver-
sus” er tann fyribils
best umtókta.
The Haunted hava
spælt óteljandi kon-
sertir, serliga í Evropa,
USA og Japan, og í
summar koma teir til
Gøtu.
G! avdúkar føroyskir
bólkar
Í dag avdúkar G!
Festivalurin eisini, at
SIC, ið júst hava víðka
um virksemi sítt, og í
næstum fara á sera
umfatandi Evropa túr,
vera millum annað í
Gøtu í summar.
Bólkurin, sum var nógv
úti um seg í 2008, Boys
In A Band, ið hava
altjóða fløguútgávu fyri
framman í ár, fara at
spæla undir Støðlafjalli
í ár.
The Ghost, ið hava
fingið plátusáttmála í
Onglandi og sum í jan-
uar mánaði í ár hava
havt týðandi framførs-
lur á bæði Eurosonic
og Midem, verða við á
G! skránni.
Higartil eru hesi nøvn
almannakunngjørd
sum partar av skránni
hjá G! 2009
VETO (DK)
SPLEEN UNITED (DK)
THE HAUNTED (SE)
BOYS IN A BAND
SIC
THE GHOST
Óroynd
songkvinna
tók øll á bóli
Um vikuskifti var REX karmur um sera góðan
tónleik, og leygarkvøldið trein ein ung kvinna á
pallin og tók øll á bóli. Planet var á staðnum.
Eyðun Nolsøe var saman við øðrum dugnaligum
tónleikarum á pallinum í REX um vikuskifti, og sum
vanligt var rómurin góður, og teir væl umtóktu
tónleikararnir vístu enn einaferð sínar dygdir. Tað
óvanliga við hesum leygarkvøldinum var, at á
miðjari nátt trein ein ung kvinna á pallin, og sýndi
síni kynstur sum songkvinna.
Bert 17 ára gomul var Lív Jákupsdóttir Ryggshamar
á palli saman við Eyðun Nolsøe, og framførdi hon
lagið hjá Jeff Buckley, Halleluja. Dansurin
nærmast steðgaði upp, og forvitni byrjaði at fylla
salin, meðan fólk hugsaðu um hvør tann ungan
songkvinnan var. Óroynd á palli megnaði unga
kvinnan at framføra torføra lagið meistaraliga, og
hóast hennara unga aldur var tónleikurin í hásæti
frá byrjan til enda.
- Eg haldi tað var so fantastiskt at sleppa at spæla
saman við Eyðun. Hann er ótrúliga dugnaligur, og tí
var tað ein uppliving fyri lívið, sigur Lív.
Spurd um hvussu tað var at framføra fyri fyrstu ferð,
sigur Lív soleiðis.
- Longu í fyrsta ørindinum bleiv eg ótrúliga rørd, og
hugsaði fyri mær sjálvari, at hetta vil eg gera
restina av lívinum. Eg lyfti bara armarnir upp, og
nýtti hvørt sekund av lagnum, sigur hon.
Lív er enn ikki limur í nøkrum tónleika bólki, men
hevur ætlanir um at stovna sín egna bólk.
- Eg og ein vinkona hava ætlanir um at stovnað ein
bólk, men eg veit ikki júst nær, sigur Lív við Planet
Spennandi verður at síggja um Lív ætlar sær at
halda fram við tónleikinum. Undir øllum umstøðum
vantar henni ikki førleikar sum songkvinna.
G!: The Haunted
á festival