mikudagur 4. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2009
Mannaát í Russlandi
Í Russlandi hevur løgreglan tikið tveir 19 ára gamlar menn,
tí illgruni er um, at teir hava myrt eina 16 ára gamla gentu
og etið partar av henni. Blaðið Komskomolskaja Pravda
skrivar, at løgreglan skuldsetir teir báðar ungu menninar fyri
at hava druknað gentuna í einum baðikari heima í íbúðini
hjá øðrum manninum í St. Pætursborg tann 20. januar.
Seinni skulu teir hava steikt partar av líkinum og etið teir.
Eitt blað í St. Pætursborg veit at siga, at menninir hava
viðgingið ta óhugnaligu gerðina.
Metarbeiðsloysi í Spania
Í Spania eins og aðrastaðni veksur talið á arbeiðsleysum
støðugt, og í gjár kunngjørdi hagstovan í Madrid, at um
mánaðarskiftið vóru meiri enn 3,3 milliónir spaniumenn
skásettir sdum arbreiðsleysir. Sambært hagstovuni er hetta
tað størsta talið tey seinastu tólv árini. Tølini hjá hagstovuni
vísa, at talið á arbeiðsleysum vaks 6,35 prosent frá desember
til januar og heili 47,1 prosent frá januar í fjør til januar í ár.
Tað merkir, at meiri enn ein millión spaniumenn hava mist
arbeiðið tað seinasta árið, skrivar Reuters.
Maskinmeistara
felagið ger í skrivi
vart við sína meining
í samband við at
Vinnuháskúlin
verður raktur av
sparingum. At
útbúgva maskinistar
er lívsneyðugt fyri
føroyska samfelagið,
sigur formaðurin
í Maskinmeistara
felagnum
Sparingar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Vinnuháskúlin sleppur ikki
snikkaleysur undan sparing
um. Í gjár boðaði Maskin
meistarafelagið, at sparing
arnar fara at hava við sær at
vit fáa færri útbúnar mask
inistar.
Tað var ein stórur trupul
leiki fyri nøkrum árum síð
an, tá vit høvdu eina junglu
av
undantaksloyvum,
orsaka av at ov nógvir óút
búnir maskinistar starvaðust
sum maskinistar. Tí trupul
leikanum eru vit sloppin
undan, nú vit hava so
nógvar útbúnar maskinistar,
sigur Páll Lassen, formaður
í Maskinmeistarafelagnum.
Formaðurin í Maskin
meistarafelagnum sigur, at
útbúgvingin á Vinnuháskúl
anum gevur rættindi upp til
2999 kW, sum er nøktandi
fyri allan føroyska fiski
flotan, umframt at føroyskir
maskinistar egna seg til
sigla sum maskinstjórar við
øðrum smærri skipum og
sum 2. meistarar við stórum
skipum. Harafturat geva
útbúgvingarnar rættindi til
altjóða viðurkend vinnu
brøv, soleiðis at viðkomandi
kunnu mynstra við einum
og hvørjum skipi kring all
an heimin. Stjórin í Maskin
meistarafelagnum
leggur
dent á, at maskinistútbúgv
ingin er ein útbúgving, sum
er eftirspurd kring allan
heimin.
Á leið 15 maskinistar eru
á hvørjum holdi, og seinnu
árini hevur eingin trupul
leiki verið við at fylla hold
ini. Nú Vinnuháskúlin verð
ur raktur av sparingum,
verður einki hold við mask
inistum upptikin í summar.
Eg vil siga, at tað er
lívsneyðugt fyri føroyska
flotan, at Vinnuháskúlin
heldur fram við at útbúgva
maskinistar, sigur Páll Las
sen, stjóri á Maskinmeistara
felagnum.
Maskinistútbúgvingin
er lívsneyðug
Nú umsóknarfreistin
fyri politistaevni
var úti 31. januar,
vóru 40 umsóknir
komnar inn. Politiið í
Havn sigur, at talið á
umsøkjarum er hægri
í ár enn undanfarin
ár. Nógv eru sostatt
um boðið, tí einans
fýra pláss eru til
nýggju politistaevnini
ÚtbÚgving
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
40 umsóknir komu inn til
løgregluna í Havn, nú
umsóknarfreistin var úti 31.
januar. Møguleiki er fyri at
søkja alt árið, men í Før
oyum vísir tað seg, at fólk
ikki søkja fyrr enn løgreglan
søkir eftir evnum.
Í ár hava vit fýra pláss til
nýggj politistaevni, og til
hesi fýra plássini, eru 40
umsóknir komnar inn. Tað
er nakað hægri enn undanfar
in ár, tá millum 2030 hava
søkt, sigur Jákup Alberg
Berg, løgreglumaður.
Plássini, føroyska løgregl
an hevur at ráða yvir, eru
pláss hon hevur forhandlað
seg til í samráð við donsku
løgregluna. Tað verður regu
lerað eftir hvussu nógv
løgreglufólk eru í starvi, og
hvussu stór væntaða frá
gongdin verður.
Av ymsum orsøkum verð
ur vanliga ein triðingur av
umsóknunum sáldaður frá
beinanvegin. Tað kann vera
orsakað av aldri, ivasamari
fortíð ella sjúku. Til ber til
dømis ikki at vera løgreglu
fólk, um ein hevur sjúku í
eygunum, ella hevur okkurt
slag av skaða at dragast við.
Sambært
reglunum
hjá
donsku
løgregluni,
skal
umsøkjarin verða fyltur 21
ár, og hann skal ikki vera
eldri enn 29. Frávik kunnu
koma fyri, men er umsøkj
arin eldri enn 31 ár, verður
hann ikki boðin til víðari
royndir, uttan so at talan er
um serligar umstøður.
Serligar umstøður í hes
um føri kunnu vera um við
komandi hevur arbeitt innan
verjuøkið áður. Men høvuðs
orsøkin til at umsøkjarar
ikki skulu vera ov gamlir,
er orsakað av longdini á
útbúgvingini. Tað skal 12
ára skúlagongd innan økið
til,
áðrenn
løgreglufólk
kunnu fara leiðaravegin, sig
ur Jákup Alberg Berg.
Av teimum 100 løgreglu
fólkunum í Føroyum, eru
10 kvinnur. Millum teir 40
umsøkjararnar
eru
átta
kvinnur.
Vit taka ikki hædd fyri
kynunum,
tá
vit
taka
umsøkjarar inn. Tey, ið
verða mett at hava ein møgu
leika, skulu gjøgnumføra
somu kropsligu royndir,
umframt at tey skulu gjøgn
umføra eina roynd í før
oyskum.
Umframt aldursmark, eru
reglar fyri hvussu høgur
umsøkjarin er, at hann hev
ur koyrikort, góða heilsu, er
kropsliga væl fyri, umframt
at rein revsiváttan krevst.
40 vilja verða politi
Eitt úrslit av
sparingum er, at
Vinnuháskúlin
noyðist at spara
burtur maskinist
útbúgvingina.
Tað er óskiljandi,
heldur stjórin, tí
eftirspurningurin
eftir maskinistum
er stórur, og inntøk
urnar til landskassan
høgar
Sparingar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Eftir at umsóknin frá
Vinnuháskúlanum
fyrst
var viðgjørd í Mentamála
ráðnum og síðan í Løgting
ininum, varð greitt at
sparingur mugu fremjast í
Vinnuháskúlanum. Skúlin
manglar tvær milliónir til
rakstur av Vinnuháskúlan
um og deildina við Áir.
Sparingarnar hava við sær,
at fólk eru søgd úr starvi,
og at maskinistútbúgvingin
verður spard burtur.
Vit hava gjørt eitt upp
skot um at leggja saman
flokkar, og at niðurleggja
maskinistútbúgvingina
á
skúlanum. Fyri at fáa fíggj
arætlanina at ganga upp,
hava vit verið noydd til at
siga lærarum úr starvi,
samstundis sum fólk úr
umsitingini hava fingið
uppsagnarbræv, sigur Hans
Jóhannus á Brúgv, stjóri.
Tað, at maskinistútbúgv
ingin dettur burtur, hongur
als ikki saman, sigur Hans
Jóhannus á Brúgv, tí eftir
spurningurin er so stórur
eftir maskinistum.
Tað er óskiljandi at nið
urleggja útbúgvingina, tí
við útbúnum maskinistum
vinna allir partir. Hetta er
somuleiðis ein stór inntøka
fyri landskassan. Eg meini
at Kaj Leo Johannesen
sjálvur hevur mett at mask
inistar vinna landskassan
um millum 200300 milli
ónir árliga, sigur hann.
Ætlanin hjá Vinnuháskúl
anum var at útbyggja
útbúgvingarnar til bachelor
støði, men tað má nú slepp
ast. Tað er harmiligt, metir
skúlastjórin, tí vit eiga at
halda støðið í flotanum,
okkara fólk arbeiða.
Skúlastjórin á Vinnu
háskúlanum leggur afturat,
at tað er ein stórur trupul
leiki fyri stovnar sum
Vinnuháskúlan, at lønir á
hvørjum ári vaksa, men at
játtanirnar ikki vaksa sam
svarandi.
Vinnuháskúlin
má spara burtur
útbúgving
Áhugin fyri politiútbúgvingini
er vaksandi. 40 hava søkt um
upptøku, í mun til tey vanligu
20-30
Ein fylgja av sparingum, er at Vinnuháskúlin má spara burtur maskinistútbúgvingina