Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 24 - 4. februar 2009 3.000 uppsagnir hjá SAS Í enn einari roynd at bjarga felagnum hevur SAS gjørt av, at 3.000 fólk skulu sigast úr starvi. Tað er ikki bara starvsfólkatalið, sum verður skert, tí SAS hevbur eisini gjørt av at niðurleggja 10 prosent av teimum stuttu rutunum, samstundis sum tey størru flogførini fækka munandi. Tað merkir, at samanlagt verða ruturnar skerdar 40 prosent, sigur DR. Orsøkin til tiltøkini er, at SAS hevði eitt stak vánaligt rakstrarúrslit í fjør við 4,4 milliardum krónum í halli samanborið við 443 milliónir krónur í avlopi í 2007. Pedagogtrot í Grønlandi Tað er stórur tørvur á pedagogum í Grønlandi, og sambært kringvarpinum í Nuuk vanta meiri enn 300 pedagogar í løtuni. Kringvarpið nevnir sum dømið stovnin Timmiaaqqat í Nuuk, sum hevur barnagarð og vøggustovu. Har eru átta pedagogstørv, men bara fýra eru sett. Úrslitið er, at stovnurin noyðist at brúka vikarar, og tað er ørkymlandi fyri børnini, tí børnum dámar best, at tað eru tey somu, sum eru um tey, sigur sigur varaleiðarin, Bente Hare Hansen, við KNR. Nú ein fiskirættinda­ sáttmáli er komin upp á pláss millum Noreg og Føroyar, kundi verið líkt til, at málið er liðugt. Men tað er tað ikki. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer nevniliga innan tríggjar mánaðir at taka óhepnu støðuna, sum var til samráðingarnar, upp við norska fiskimálaráðharran Fiskirættinda­ sáttmáli Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast nýggjur fiskirætt­ indasáttmáli er funnin mill­ um Føroyar og Noreg, er Jacob Vestergaard ikki nøgdur við framferðina hjá norðmonnum, sum tóku makrelin á skránna, hóast hann ikki var settur á upp­ runaligu skránna. ­ Vit fara at taka hetta upp politiskt, tí vit mugu syrgja fyri, at samráðingar millum tvey lond verða hildnar á jøvnum føti. Eg fari at tosa við fiskimála­ ráðharran í Noregi, har eg fari at greiða henni frá, at hetta als ikki er nøktandi, og at framtíðarsamráðingar ikki mugu enda soleiðis, sigur Jacob Vestergaard. Sum í gjár harmaðist gísla­ støðuna, sum føroyskir flakatrolarar hava verið í síðan 9. januar, tá uppruna­ ligu samráðingarnar slitn­ aðu. Hetta hevði við sær, at ongin avtala var millum londini, og tí vóru skipini rikin úr økjunum hjá hvørj­ um øðrum. Nøgdur við úrslitið Hóast Jacob Vestergaard er firtin inn á norðmenn um framferðarháttin til samráð­ ingarnar, so er hann nøgdur við endaliga úrslitið, hóast hetta hevði við sær, at før­ oyingar slakaðu fyri makrel­ kravinum, tí hetta gav nøkur tons eyka í hinum endanum. Samstundis er makrel­ avtalan bara galdandi fyri í ár. Avtalan inniber, at før­ oyingar sleppa at fiska 120 tons av hýsu og 97 tons av toski afturat í norskum sjógvi, men kvotan, ið van­ liga kundi flytast úr russ­ iskum sjógvi í norskan er minkað við umleið 500 tonsum. Eisini er avgjørt, at norðmenn fáa 4000 tons minni av svartkjafti í før­ oyskum sjógvi. Norðmenn sleppa hin­ vegin at veiða júst tað sama, teir fyrr hava veitt í før­ oyskum sjógvi. Umframt, at teir fingu sín vilja við makrelinum, sum sam­ pakkar við lutfallið, sum Føroyar og Noreg hava ímillum sín í Stranda­ landahøpi. Vestergaard skeldar norðmenn Hóast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er firtin inn á norðmenn og harmast støðuna, sum flakatrolararnir komu í, er hann nøgdur við endaliga fiskirættindasáttmálan við Noreg Sambært hagtølunum hjá ALS, eru 749 fólk arbeiðsleys í løtuni. Tað er meir ein tvífalding síðan januar mánað 2008, og er talið hækkað við 200 fólkum síðan januar 2009. Kortini er arbeiðsloysið í Føroyum mett at vera sera lágt arbeiðsloysi Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Nýggjastu tølini hjá ALS vísa, at 749 fólk í Føroyum eru arbeiðsleys. Tað er næst­ an 200 fleiri enn skrásett vóru fyri einum mánað síð­ an, og meir enn ein tvífald­ ing av talinum av arbeiðs­ leysum, skrásett fyri einum ári síðan, tá 308 fólk vóru skrásett sum arbeiðsleys í skipanini hjá ALS. Tey flestu, ið ganga arbeiðsleys í løtuni, eru búsitandi í Suðurstreymoy, og fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleys. 406 menn og 343 kvinnur. Í Norð­ oyggjum og Vágum eru tølini kortini nakað øðrvísi. Í Norðoyggjum eru 93 kvinnur arbeiðsleysar, og 75 menn. Í Vágum eru 16 menn arbeiðsleysir og 37 kvinnur. Tey flestu arbeiðsleysu eru at finna í aldursbólkinum 20­29 ár. Av teimum 749 fólkunum, eru 182 at finna í hesum aldursbólkinum. Sambært nýggjastu hag­ tølunum á Hagstovu Føroya, er arbeiðsloysisprosentið rættiliga lágt. Seinasta metingin er frá desember mánaði, tá arbeiðsloysið varð mett til 1,8 prosent. Tað er ein munandi hækkan frá summarmánaðunum, tá arbeiðsloysisprosentið lá á 1,1 prosent. Aðra staðni verður mett, at arbeiðsloysi undir trý prosent verður ikki mett sum arbeiðsloysi. Arbeiðsloysið tvífaldað 0 50 100 150 200 250 300 350 400 450 jan/08 jun/08 jan/09 feb/09 Menn Kvinnur