mikudagur 4. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 24 • 04. feb. 2009
4. partur
Í 1959 havi eg ein nýggjan bát,
sum eisini æt Bogi. Hann var
bygdur í Hvalba eins og báturin
hjá pápa mínum.
Mikkjal bátasmiðurin í Hvalba
smíðaði skrokkarnar á bátunum.
Hetta var júst tann tíðin, tá ið
teir nógvu bátarnir blivu gjørdir.
Vit fingu so teir á bedingina á
Tvøroyri at gera bátarnar lidnar
við motorhúsi við stýrhúsi oman
á, tiljur, mastur og árar. Motorin
setti Heini Nygård í.
Heini var eisini norðuri í Hvalba
eftir bátinum hjá mær við báti
sínum Kolli og sleipaði hann upp
á Tvøroyri. Groth Larsen gjørdi
elektrisku innleggingina, eins
og hann leveraði og monteraði
radiosendara, móttakara og
fiskalupp .
Hans Hedtoft,
Umanak og Ternan
Vit gingu hvønn dag inn á beding
ina at mála bátarnar. Hetta var
veturin 195859. Eg minnist, tá
vit komu inn á Tvøroyri seinast í
januar, at onkur fortaldi okkum,
at Hans Hedtoft var forlistur á
Kappanum.
Greitt varð frá hesi hending í
seinasta Vikuskiftis Sosiali. Men
her skal eg skoyta uppí søguna
um eina hending, sum ikki var við
í hesi grein.
Hetta er í samband við frá
søgnina um ferðamannaskipið
Umanak, sum á heysti 1959
mundi gingið burtur bæði á
ferðini til Grønlands og aftur
til Danmarkar. Tað var serliga
hetta, sum fekk menn at ivast í tí
forsvarliga at sigla til Grønlands
mitt á vetri.
Við í hesum orðaskifti var
eisini, at 26. januar 1957 gekk
eitt marinuskip Ternen burtur við
átta monnum. Tá ið eg seinni
sama vár kom í Føroyingahavnina,
fekst at at vita frá Egon, sum var
dani, og sum hevði hildið vakt í
Føroyinghavnini um veturin, at
Ternen var á veg úr Godthaab til
donsku flotastøðina Grønnedal í
Suðurgrønlandi. Teir komu inn í
Føroyingahavnina 24. januar at
bíða eftir betri veðri, og at banka
ís, sum hevði lagt seg á bátin.
Kuldin var átjan stig.
Dagin eftir hildu teir ferðina
fram. Á kvøldið fær flotastøðin
í Grønnedal boð um, at teir eru
komnir til Ravns Stóroy. Síðan
hoyrdist einki frá teimum.
Farið varð at leita, men teir
vóru tarnaðir av ringum veðri.
Tann 31. januar varð báturin
funnin á botni í havnini í Ravns
Stóroy. Fleiri av monnunum vóru
framvegis í koyggjunum, og
hetta merkti, at vanlukkan var
hend sera knappliga. Kanningar
vístu, at talan hevur verið um
yvirísing saman við manøvrering.
Teir deyðu vóru blaðungir danir,
marinarar, í aldrinum 1930 ár.
Ternen var seinni á sumrinum
tikin upp aftur. Tá vísti tað seg,
at hann var púra óskaddur. Eg
minnist hann liggja í Føroyinga
havnini sum eitt dapurt minni um,
hvussu vandafult tað var at sigla í
Grønlandi, serliga á vetri. Báturin
varð seldur til KGH.
Í 1991 varð reistur ein minnis
varði á Ravns Stóroy beint við
staðið, har báturin møtti síni
lagnu.
Mistu bát av
dekkinum
Samvinnufelag Fiskimanna stóð
fyri útróðrinum hetta summarið
og hetta var eisini seinasta árið,
at vit vóru til saltfisk. ´
Samvinnufelagið var eitt
lutafelag, sum fyrst í 50
unum var stovnað av Føroya
Fiskimannafelag, sum átti 90%
av lutapeningium. Hinir eigarar
nir vóru Føroya Skipara og
Navigatørfelag og Føroya Motor
passarafelag, sum áttu 5% hvørt.
Hetta felag rak útróður og sølu
av fiskinum fram til fyrrapartin av
60unum. Tað hevði eisini handil
á Bryggjubakka inntil fyri nøkrum
árum síðani.
Vit fóru til Grønlands við farma
skipinum Fursund, sum var um
3.000 tons til støddar. Jógvan
Martin Joensen úr Oyndarfirði var
skipari. Vit tóku salt frá Saltsøluni
í Havn, og har tóku vit eisini
nógvar bátar inn.
Dekkið var fult og eisini vóru
bátar niðri í lastuni. Teir stóðu
oman á saltinum. Vit vóru komnir
norður til Havnar við bátunum
Boga og Magnus Heinason nakað
frammanundan. Teir vóru tiknir
upp á keiuna hjá Bacalao við
saltkrananum. Teir vóru tiknir
fyrst umborð, og komu teir tí at
standa í lastini oman á saltinum.
Tað var altíð fólk frá landi, sum
gjørdi skipið sjóklárt og sum tískil
eisini surraði bátarnar.
So var farið avstað. Nakað av
vindi var ímóti, men einki illveður.
Komnir nakað vestur úr Føroyum,
umleið sigling í eitt samdøgur,
fekk skipið eitt nos, og hann setti
naka harðliga. Helst hevur tað
verið ov nógv ferð við tílíkum
farmi. Ein skopunarbátur fór í
heilum líki í havið.
Eg haldi, at tað hevur verið ov
illa frágingið við surringini. Tað
var kanska heldur ikki so lætt.
Skjótt skuldi berast at, og hetta
var eitt stórt arbeiði.
Tað var ein syrgilig sjón at
síggja henda nýggja og vakra
bát fara rekandi aftur
við borðinum. Tað var
eingin roynd gjørd at
Anton Petersen:
Portugisari á Svartasker
Tað vóru nógv skip frá ymiskum tjóðum undir Grønland. Tað hendu eisini vanlukkur, sum tá ið
eitt portugisiskt doriuskip sigldi á Svartasker. Annars var tað eitt stórt framstig, tá ið fiskurin
kundi avreiðast feskur
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Her blívur Bogi sleipaður av Hvalba upp á Tvøroyri at vera gjørdur liðugur, tað
bleiv gjørt á bedingini inni í Trongisvági
Karin K. setur bátar út í Ravnstóroy. Hann hevur lagt at her á veg norður í
Føroyingahavnina
➘
Minnisvarði á Ravns Stóroy um teir,
sum fórust við Ternuni
Ternen hálvdist av yvirísing í 1957,
og átta ungir menn lótu lív