Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 24 • 04. feb. 2009 taka hann inn aftur. Men tað hevði nokk heldur ikki borið til, tí so kundi tað blivið stórur skaði bæði á fólk og bátar. Tað bleiv eisini tosað um, at motorurin helst var farin niður ígjøgnum bátin av tí harða stoytinum hann fekk, tá ið hann brast í sjógvin. Báturin var surraður í barðholið, sum var eitt hol í dekkinum. Stykkið av stevninum, har rundingurin sum barholi var í, hekk eftir í surringini við øllum skinnaranum uppi í. Tað var ein ótrúlig kraft at skræða allar teir stóru seymirnar úr tí hørðu eikini. Stutt síðan varð mær fortalt, at báturin var funnin aftur niðri í Hebridunum og var í brúk har. Teir sum áttu bátin vóru Sigurd og Jens Marius Hentze úr Skopun. Aðrir bátar fingu eisini smærri skaðar. Millum hesar var ein hjá Jefri í Garðastovu í Vestmanna. Tað hendi einki við teimum bátunum, sum stóðu í lastuni. So var vent aftur á Havnina at gera bátarnar aftur og eisini at gera arbeiði betur, so sum surringar og tílíkt. Skopuningarnir lántu so ein bát av Sandi, gamla Ørvarodd. Hann var frammanundan útskiftur við ein nýggjan og størri bát. Vit lógu eina viku á Havnini og umvældu skaðarnar, og síðani var hildið avstað aftur. Og nú gekk betur, vit komu yvir til Grønland í øllum góðum. Saltið mátti berast í sekkjum Tá ið vit vóru komin yvir, blivu bátarnir settir á sjógv og byrjað var at fáa útgerðina í land. Her var talan um proviant, kol, bensin, salt og annað. Í so mátar líktist hvørt ár øðrum. Tað var eitt ómetaligt sleip at fáa alt saltið uppá land og inn í skúrin. Fyrst var at fylla saltið upp í sekkir, so at hiva tað niður í bátin, síðani sigla tað inn til skúrin og fáa tað upp og seinast inn undir tak. Onkur hevði ein krana, so tað bar til við handamakt at hiva saltið upp. Men tað vóru verri enn so allir sum høvdu krana. Tá máttu teir handa sekkirnar upp úr bátinum við hond og bera teir inn í skúrin. Síðan skuldu sekkirnir stúrtast upp í rúgvur. Rúgvurnar skuldu vera so høgar, sum til bar. Hetta var fyri at hava so stórt gólvpláss sum møguligt, tí har skuldi fiskurin saltast. Tað var eitt ótrúligt sleip at fáa alt til høldar áðrenn við kundu byrja at fiska. Fiskiskapurin var hampuliga góður hetta summarið. Portugisari á Svartasker Hetta sama summarið fór eitt portugisiskt doriuskip á boðan sunnan fyri Svartasker. Skipið æt Santa Maria Magdalena. Hetta var eitt stórt skip, sum tey flestu av teimum portugisisku vóru. Eisini var tað eitt hampuliga nýtt skip. Eitt tílíkt skip mundi hava einar 70-80 doriur ella kanska fleiri. Hetta vóru smáir árabátar við einum og onkuntíð tveimum monnum. Teir avreiddu so til hesi móðurskipini. Eg rokni við, at skipið hevði verið inni á Nordafar eftir útgerð. Tá ið hann fór út aftur tíðliga um morgunin var tað svart í mjørka og háflóð. Tað bleiv sagt, at hann hevði biðið um loðs, men at tað skuldi ikki bera til. Í hvussu er endaði hann á boðanum, sum eisini fekk navn eftir honum. Av tí, at tað var háflóð, tá ið skipið fór upp, fekk tað so stóran skaða, tá ið tað fjarðaði aftur, at skipið fekst ikki av aftur. Nordafar byrjaði at taka fiskin úr skipinum. Tað bar væl til, men teir máttu gevast, tí at fiskurin var so illa arbeiddur, at tað vísti seg, at hann var ikki søluvøra. Hetta er eitt grovt dømi um, hvussu tann føroyski fiskimaðurin varð viðfarin. Um ein føroyskur fiskur bert var blánaður í sterti- num, varð hann dømdur sum vrak og fekk nógv minni prís. Fiskurin, sum her er umtalaður, var framleiddur av fólki úr einum landi, sum var avtakari av tí størsta parti av tí saltfiski, sum vit framleiddu. Har vóru eftir øllum at døma eingi krøv sett. Annars er nógv broytt við saltfiski. Í nógv ár var saltfiskur størsta framleiðslan hjá okkara skipaflota. Nú eru nógv ár síðani, at nakar toskur varð flaktur umborð á okkara skipum. Framvegis verður tó flakt á flakavirkjunum á landi. Hendan dagin, portugisarin fór á skerið, komu vit aftur av útróðri seinnapartin á degi. Tá var væl av vindi. Men tað var klárað í, hann var høgur í ættini. Vit høvdu verið suðuri á Marrak. Tá ið vit komu stóð portugisarin á boðanum. Vit komu so upp ímóti honum. Tá hingu tær flestu doriurnar aftur úr skipinum. Tá kom ein maður aftur á reyv á skipinum og kappaði endan, sum tær hingu í. Har fór so alt á rák suður eftir. Dagin eftir fóru vit aftir suður á Marrak. Tá funnu vit tríggjar doriur, og aðrir bátar funnu eisini fleiri. Tey árini vóru nógvir portugis- arar í Grønlandi. Tað kundi komað fyri, at tað vóru eini 5-6 skip í senn inni í Føroyingahavnini um- framt nógv onnur skip frá øðrum tjóðum. Tað vóru einir 100 manns við hvørjum av teimum portugisisku skipunum. So tað hevur verið eitt stórt tal tilsamans, tá ið alt var inni í senn. Tað var stílur umborð. Vit løgdu til merkis, at yvirmenn- inir gingu í uniformi. Hetta var ikki tað, føroyingar vóru vanir við. Nú góðar umstøður Hesu ferð hevði eg ein annan skúr enn árið fyri. Eg hevði keypt ein saltingarskúr frá Samvinnu- felagnum. Samvinnufelagið hevði bygt hann til fýra bátaløg sum saltingarskúr, men hann var sundurskildraður í fýra partar. Menninir búðu onkra aðra- staðni. Hesin skúrurin lá í einari so serligari góðari vík. Hon var smøl og djúp og góð á øllum ættum. Henda víkin lá beint vestan fyri ta gomlu Føringa- havnina, og út í móti innsiglingini til Føroyingahavnina. Henda skúr innrættaði eg ein part burtur av til at búgva í. Her var køkur, eitt rúm til manningina at sova í og eitt kamar til tann grønlendska kokkin. Hetta gjørdu vit um várið, sum vit komu yvir, so tað tók sína tíð. Ein krana fekk eg gjørdan í eini smiðu heima. Í honum var stór hjálp, sjálvt um hann var til at vinda við hond. Gott var at leggja at, djúpt var niður fyri og hampuliga slætt omaná. Árið eftir gjørdu vit eina brúgv framvið strondini, sum vit so aftur forlongdu í 1961. Tá bleiv brúgvin líka long sum báturin, so hann kundi altíð liggja við hana. Jú, umstøðurnar vóru av teimum bestu hetta summarið. Tað skuldi bara verið komið fyrr! Alt bleiv liviligari og høgligari. Við hetta summarið vóru umfram meg sjálvan Mikal Tausen av Sandi, Símun Joensen av Tvøroyri, Hans Pauli Hansen og Andrass Hansen úr Haldórsvík og sami kokkur, Anne Mari av Fiskanesi. Nú avreiða vit ráfisk 1960 var var fyrsta summarið, sum vit avreiddu ráfisk burtur av. Tá var gongd komin á flakavinnuna hjá Nordafar. Hetta várið komu vit yvir til Grønland við Karin K. umleið 10. mai. Sum vanligt var, varð beinan- vegin farið at rigga til. Vit fóru at mála bátin, hyggja at motorinum og slípa ventilarnar. Hetta Her er Karin K. komin at kei inni á Nordafar. Lúkurnar eru farnar av og menn byrja at fáa fatur á teimum lutum, sum teir eiga. Mikal, mammubeiggi mín liggur niður á lúkukarmin til vinstru á mynduni Henda myndin er eisini frá 1958. Við kaffiborðið í skúrinum sita frá vinstru á mynduni: Mikal, næst honum situr Trónd Juul úr Skopun, innast fyri endan av borðinum situr kokkurin Anne Mari úr Fiskanesi, og fremst á myndini situr Símun Joensen av Tvøroyri ➘