mikudagur 4. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2009
Frøðingar skulu finna makrel
Nú skulu fiskifrøð
ingar vísa á, at
nógvur makrelur
er í føroyskum
sjógvi. Hetta skal
gerast fyri at styrkja
føroyingar í eini
samráðingarstøðu
mótvegis útlend
ingum í samband
við makrelin. Tað
er nevniliga henda
manglandi vitan,
sum hevur við sær,
at føroyingar slakaðu
fyri norðmonnum
til seinastu samráð
ingarnar
Fiskur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ofta verða allar tilráðingar
frá fiskifrøðingum skúgv
aðar til viks. Hetta er serliga
tá talan er um fiskidagar í
føroyskum sjógvi. Men nú
skulu fiskifrøðingar hin
vegin vísa á, at ein rúgva av
makreli er í føroyskum
sjógvi, soleiðis, at føroying
ar fáa eina sterkari sam
ráðingarstøðu til komandi
avtalur við serliga Noreg,
men eisini mótvegis ES.
– Vit vita tað er nógvur
makrelur undir Føroyum,
og nú skulu vit hava fiski
frøðingarnar at vísa á hesar
mongdirnar, staðfestir Ja
cob
Vestergaard,
lands
stýrismaður.
Hann
vísir
somuleiðis á, at í hetta er
eitt sindur øðrvísi, enn tá
talan er um botnfisk undir
Føroyum, tá frøðingar og
politikarar plaga at vera
ósamdir. Hesum tekur stjór
in á Fiskirannsóknarstovuni
undir við.
– Tá talan er um fiskidag
arnar, so eru tilráðingarnar
ofta, at tað skal skerjast í
døgunum, og tað hevur við
sær at minni verður at býta
ímillum skipini, og tað
kann viðføra uppsagnir. Tá
koma politikararnir undir
trýst, og slaka ofta. Í sam
band við annan fisk hava
vit altíð havt eitt gott sam
starv við landsstýrið, og
fara undir kanningar av
makrel í samráð við vinnuna
í summar, sigur Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri á Fiski
rannsóknarstovuni.
– Í Strandalanda høpi
fylgir mann vanliga neyvt
tilráðingunum frá ICES, og
tí er hetta ikki tað sama,
sum fiskiskapur undir Før
oyum, sigur Jacob Vester
gaard, sum sigur seg skilja
andsøgnina, at tá talan er
um meira fisk, skal mann
nýta fiskifrøðingarnar, men
ikki tá talan er um skerj
ingar.
Makrelbýtið
Vanligar er býtið í makrel
inum soleiðis, at norðmenn
fáa eini 30 prosent av
makrelkvotuni, ES eini 60
prosent av kvotuni og før
oyingar eini 5 prosent av
kvotuni, sum er ásett av
ICES. Restin av kvotuni fer
til lond, ið einans veiða í
altjóða sjógvi. Hetta verður
vanliga rópt heildarkvotan.
Tað, sum er hent í mál
inum, er, at ES sjálvt hevur
ásett sær 36.000 tons sunn
an fyri 62 stig norður, með
an norðmenn og føroyingar
hava ásett sær 36.000 tons
norðanfyri 62 stig, sum eitt
mótspæl. Tað var henda
eykakvota av makreli, sum
samráðingarnar
millum
Noreg og Føroyar strandaðu
uppá. Orsøkin til hetta var,
at málið upprunaliga ikki
var á skránni, men norð
menn settu tað á skrá sum
eitt kardinalpunkt, uttan at
føroyingar vóru greiðir yvir
hetta frammanundan. Sam
stundis kravdu norðmenn
85 prosent av hesi kvotu,
og føroyingar skulu taka til
takkar við 15 prosentum.
Kanningar
Nógvar kanningar eru fyrr
gjørdar av svartkjafti og
sild í føroyskum øki, men
trupulleikin við makreli, er,
at hann ongan sundmaga
hevur, og tí ikki er líka lætt
ur at finna. Tað, sum í ár er
ætlanin er, at føroysk skip
gera nakrar túrar í føroysk
um sjógvi eftir makreli,
sum Fiskirannsóknarstovan
skal kanna. Eisini skulu
úrslit frá russiskum skipum,
eggkanningar og annars hjá
veiða av makreli sum heild
vísa
á,
at
so
nógvur
makrelur er í føroyskum
øki, sum mann gongur og
billar sær inn.
Hetta skal síðan geva
eina sterkari støðu til allar
samráðingar um makrel,
har íslendingar helst eisini
vera við til komandi sam
ráðingarnar í heyst, tí teir
kunnu vísa á nógva makrel
veiðu í íslendskum sjógvi.
Umleggingar
Henda eyka uppgáva hjá
Fiskirannsóknarstovuni
skal tó gerast uttan eyka
fígging.
– Tað eru ikki nógvir
pengar til, og tí verður tað
helst soleiðis, at Fiskirann
sóknarstovan má gera nakr
ar umleggingar. Tí mann
kann ikki rokna við, at
meiri peningur verður tøk
ur, vísir Jacob Vestergaard
á.
Hjalti í Jákupsstovu greið
ir hinvegin frá, at Fiski
rannsóknarstovan
longu
hevur minni pening, enn
tað hon hevur tørv á, men
at hon sjálvandi má virka
undir teimum fyritreytum,
sum eru.
– Vit fáa ikki sett størvini,
vit hava heimild til, tí vit
hava ikki nóg mikið av
peningi. Hetta hevur við
sær, at nógv úrslit, ið skuldu
verið kannaði, ikki vera tað,
vísir Hjalti í Jákupsstovu á.
Hann leggur afturat, at hann
ikki kann úttala seg so nógv
um, hvørjar umleggingar
vera neyðugar, tí hetta skal
diskuterast á fundi í dag,
men hann staðfestir, at
stovnurin má skera munandi
av rakstrinum.
Hetta vil við orðum siga,
at sparingarnar, ið vera
gjørdar, koma at ávirka
Fiskirannsóknarstovuna,
men orka skal nýtast at
finna makrel í føroyskum
sjógvi, tí hetta verður týdn
ingarmikið til komandi fisk
irættindasamráðingar.
Útbúgva seg á alnótini
Børn og vaksin í teimum fátæku londunum, sum hava
lætt við at læra, fáa nú ein møguleika at nema sær
útbúgving ígjøgnum alnótina, skrivar New York Times.
Tað er ísraelski íverksetarin Shai Reshef, summ arbeiðir
við einari verkætlan um at lata upp heimsins fyrsta lærda
alnótarháskúla. Nýggi skúlin hevur fingið heitið Fólkains
Skúli, og einasta treyt fyri upptøku er, at tey lesandi duga
enskt, og at tey hava atgongd til alnótina.
Íslendska samgongan
ósamd
Nýggi fiskimálaráðharrin í Íslandi. Steingrímur J. Sigfús
son, hevur boðað frá, at hann ætlar sær at ógilda avgerðina
hjá undanmanninum, Einari K. Guðfinnsyni, at loyva
hvalabátum at veiða stórhval tey næstu fimm árini. Men
Framsóknarflokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini,
er ikki so fegin um ta ætlanina. Siv Friðleifsdóttir, sum er
formaður í tingbólki Framsóknarfloksins, segði við
íslendska kringvarpið í gjár, at tað er óheppið fyri Ísland,
um ráðharrin ætlar at elva til óvissu í einum tílíkum máli.
Nú skulu Hjalti í Jákupsstovu og
restin av Fiskirannsóknarstovuni leita
eftir makreli í føroyskum sjóøkið,
soleiðis, at føroyingar fáa eina
sterkari samráðingarstøðu viðvíkjandi
hesum fiskaslagið. Hinvegin manglar
Fiskirannsóknarstovan pening, og tí
kann hetta ganga út yvir aðrar partar
av virkseminum hjá stovninum