mikudagur 4. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 24 - 4. februar 2009
Sum øllum kunnugt, so eru
skerjingar gjørdar á fíggjar
lógini, sum meira og minni
raka allar landsins stovnar,
annahvørt sum beinleiðis
skerjingar ella sum skerj
ingar av ætlanum.
Ein av hesum stovnum er
Vinnuháskúlin, har m.a.
maskinmeistarar og mask
inistar fáa sínar útbúgvingar.
Tað er sjálvandi ikki lætt
at velja burturúr, tá ið
skerjast skal, men tá ið
hugsað verður um, hvat vit
her í Føroyum hava livað
av í stórt hundrað ár og
helst fara at liva av í rúma
tíð enn, so er tað ófatuligt,
at hesin skúli nú verður
skerdur soleiðis, at hann
ikki megnar at fylgja við tí
hækkandi útbúgvingarstøði
sum krevst og harafturat
má gevast við at bjóða út
maskinistútúgvingina.
Henda útbúgving gevur
rættindi upp til 2999 kW og
er tí nøktandi til allan okk
ara fiskiflota á nærleiðum
og maskinistar kunnu eisini
sigla sum maskinstjórar við
øllum øðrum smærri skip
um og sum 2. meistarar við
stórum skipum.
Teir persónar, ið taka
prógv á Vinnuháskúlanum,
kunnu fara beinleiðis inn í
okkara høvuðsvinnu og
harafturat so geva útbúgv
ingarnar rættindi til altjóða
viðurkend vinnubrøv
soleiðis, at viðkomandi
kunnu mynstra við einum
og hvørjum skipi kring
allan heimin.
Á hesum skúla er sostatt
ikki talan um at fara undir
nakað nýtt, sum møguliga
kann kasta nakað av sær
sum frá líður, men um
útbúgvingar, sum allur
heimurin spyr eftir her og
nú og sum frá fyrsta degi
geva fjølbroyttar møgu
leikar og góðar inntøkur.
Næmingar frá hesum
føroyska skúla verða uttan
lands mettir at vera á ein
um sera høgum fakligum
støði og hetta man vera
besta viðurkenningin, ið
ein skúli kann fáa.
Maskinmeistarafelagið
metir tí, at tað skuldi
heldur verið uppgávan hjá
myndugleikunum at givið
einum slíkum skúla enn
betur umstøður og har
afturat í nógv størri mun at
eggja ungdóminum til at
søkja sær útbúgvingar
innan hesar vinnugreinar.
Her er ein av teimum fáu
møguleikunm har tað ikki
er neyðugt at fara av landi
num til tess at fáa eina
góða og viðurkenda
útbúgving á altjóða støði.
Maskinmeistarafelagið
fer tí at heita á avvarandi
myndugleikar at síggja til,
at útbúgvingar á Vinnuhá
skúlanum ikki verða skerd
ar. Fólk við hesum útbúgv
ingum eru enn krumtappar
nir í okkara virðisskapan
og ein og hvør slaking ella
stagnatión á hesum øki er
tí at meta óráð.
Skerjingarnar á Vinnuháskúlanum
MaskiMeist
arafelagið
Stjórnarskipanarnevndin
(sum er framhald av gomlu
Grundlógarnevndini), er
aftur farin til verka. Málið
er at gera eina stjórnarskip
anarlóg fyri Føroyar, sum
bæði skal kunna brúkast
undir verandi skipan, og
eisini undir eini møguligari
broyttari skipan einaferð í
framtíðini. Men Stjórnar
skipanarlógin í sær sjálv
um broytir ikki ríkisrættar
ligu viðurskiftini.
Upprunaliga endamálið
við arbeiðinum í Grund
lógarnevndini (sum hon tá
æt), var at gera eina grund
lóg fyri føroyska fullveldis
ríkið. Grundlógin skuldi
koma ístaðin fyri ta donsku
grundlógina. Men umstøð
urnar broyttust, og við
tíðini gjørdist fólki greitt,
at fullveldisætlanin hjá
tásitandi landsstýri bleiv
ikki til nakað. Hildið var
tó, at arbeiðið sum var
gjørt í Grundlógarnevndini
átti ikki at fara fyri skeytið,
og tí varð hildið fram við
arbeiðinum, nú við heiti
num ”Stjórnarskipanar
nevndin”. Men hvat skal
Stjórnarskipanarlógin
brúkast til, nú Føroyar ikki
verða fullveldisríki?
Verandi skipan
Vit hava í dag eina skipan,
har danska grundlógin stend
ur ovast. Undir henni er
Heimastýrislógin, sum í síni
tíð flutti ein part av lóggávu
valdinum aftur til Føroya.
Síðani hava vit Stýrisskipan
arlógina, sum skipar valdið
ímillum føroyingar, og undir
henni eru vanligu løgtings
lógirnar, sum áseta reglur
fyri hvørt einstakt øki.
Síðani hava vit kunngerðir,
sum áseta nakrar smálutir í
teimum einstøku løgtings
lógunum o.s.fr.
Málið við gomlu Grund
lógarnevndini var at gera
eina grundlóg, sum skuldi
taka ovasta plássið frá don
sku grundlógini. Men hvar
skal Stjórnarskipanarlógin
vera í skipanini, nú fullveldis
ætlanin ikki bleiv til nakað?
Danska grundlógin er
galdandi fyri alt tað danska
ríkið, og tí kunnu vit ikki
vera partur av ríkinum
uttan at vera undir grund
lógini. Tað er tí útilokað at
seta stjórnarskipanarlógina
á ”ovastu hyll”.
Tað verður uttan iva
trupult at finna semju um
henda spurningin, men
kanska finst ein smidliga
orðing, sum allir partar
kunnu liva við.
Ein víðkað
stýrisskipanarlóg
Sambandsflokkurin hevur
ta áskoðan, at Stjórnar
skipanarlógin skal avloysa
Stýrisskipanarlógina, men
skal samstundis vera meira
umfatandi enn Stýrisskip
anarlógin er. Meðan ver
andi stýrisskipanarlóg bert
hevur ásetingar um land
sins stýri, so skal Stjórn
arskipanarlógin harafturat
eisini hava ásetingar um
onnur øki í samfelagnum.
Tríggir menn eiga
Stýrisskipanarlógina
Ein vansi við Stýrisskipan
arlógini, sum vit ikki mugu
fáa í Stjórnarskipanarlóg
ina, er, at hon er ógvuliga
tengd at ávísum persónum.
Hvørja ferð okkurt ivamál
er um, hvussu eitt ella
annað í lógini skal tulkast,
ringja fjølmiðlarnir til ein
av teimum trimum jurist
unum, sum gjørdu uppskot
ið til Stýrisskipanarlógina,
og tá hesin hevur úttalað
seg, hevur eingin annar
loyvi til at halda nakað
annað. Teir eru vorðnir eitt
slag av ”ovasta tulkingar
myndugleika”, tí tað vóru
teir, sum gjørdu uppskot
ið. Hetta má ikki endur
taka seg við Stjórnar
skipanarlógini. Hon má
kunna lesast av øllum, og
øll mugu kunna kjakast
um innihaldið, eisini tey,
sum ikki hava verið við til
at gjørt hana.
Breiða semjan
Líkamikið hvar í systemi
num Stjórnarskipanar
lógin endar, so er umráð
andi, at breið semja
verður um hana. Tað
gevur onga meining at
gera eina skipan, sum
51% av fólkinum tekur
undir við, meðan 49% eru
ímóti. Um vit ikki megna
at finna eina breiða semju
um stjórnarskipanina, er
hon einki verd.
Tá tað er sagt, so sigur
tað seg eisini sjálvt, at jú
meira ítøkilig vit eru við
víkjandi teimum ríkis
rættarligu orðingunum,
minni verður undirtøkan,
tí vit sleppa ikki undan tí
veruleika, at vit eru
ósamd um tann
spurningin.
Aftaná 10 ár, mugu vit
koma á mál
Tað verða skjótt 10 ár
liðin, síðani Grundlógar
nevndin / Stjórnarskipan
arnevndin fór til verka, so
tíðin má vera komin, hvar
ið semja verður gjørd um
eitt ella annað úrslit.
Fyri okkum sum
umboða Sambandsflokkin
í Stjórnarskipanarnevndini
er eingin ivi um, at Stjórn
arskipanarlógin er ikki ein
fullveldisgrundlóg, men
ein lóg, sum fyrst og
fremst skal kunna brúkast
undir verandi skipan.
Nýggja stjórnarskipanarlógin skal
ikki vera ein fullveldis-grundlóg
Helgi
abraHaMsen
Hvør hevur orðað spurn
ingarnar? – og hvussu?
Hvør hevur svarað
spurningunum? – og
hvussu?
Hvør hevur tulkað
svarini? – og hvussu?
Í meira enn eina viku
hava vit ikki fingið morg
unlesturin endursendan,
og tað eru nógv fólk
ikki bert gomul og
pensiónistar sum plaga
at lurta og tí sakna hetta.
Endursendingin í mynda
leysa SVF er betri enn
einki, men er ikki nøkt
andi fyri tey mongu, sum
koyra bil, eru til arbeiðis í
vøggustovum, handlum,
smiðjum, á skrivstovum,
virkjum, skipsdekki ella
eru við hús og hava annað
at takast við enn at seta
seg framman fyri sjón
varpinum. Útvarpið hevur
so vælsignað nógvar
møguleikar – tað kanst tú
hava við tær alla staðni.
Avhøvdingin av morgun
lestrinum er bert tann
síðsta av ógvusligu broyt
ingunum, sum nýggja
leiðsla Kringvarpsins
hevur framt – hvør óhepn
ari enn onnur. Føroyingar
eru tolnir, viðhvørt
kanska ov tolnir, og fá
hava talað at, men nú er
farið at prutla undir
lokinum, og fleiri og fleiri
krevja, at leiðslan stingur
fingurin i jørðina og
umhugsar sínar broyting
ar, so at ikki alt ov nógv
verður niðurbrotið og oyði
lagt, men at broytingar
verða til tað betra, sam
stundis sum tað góða
gamla fær frið.
Sum føroyingur havi eg
altíð verið stoltur av
Kringvarpinum (serliga
Útvarpinum). At ein so
lítil tjóð skal hava eitt so
fjølbroytt, aktuelt og áhuga
vert útvarp, er undrunar
vert, og stóra tøkk eiga
slóðbrótararnir har saman
við dugnaligum starvs
fólkum fyri sítt væl útinta
verk. Tíverri hava fleiri
teirra fingið eina sera
óvirðiliga viðferð frá
nýggju leiðsluni – hug
stoytt og stór skomm, tá
hugsað verður um, hvørji
mentanarvirði teir gjøgnum
ÚF hava givið okkum. Eg
meti, at ÚF hevur havt týð
andi leiklut at skapa sam
leika okkara sum føroying
ar, og ilt er at ímynda sær,
hvar vit vóru sum fólk, um
vit ikki høvdu havt ÚF
seinastu hálvu øldina við
teimum eldsálum, sum har
hava virkað.
Ein ”postalínshandil”
Men, sum alt annað virðis
mikið, er eisini hesin dýr
gripur viðbrekin – sum
vørurnar i einum postalíns
handli. Vit gleðast um alt
tað virðismikla og vakra,
sum har er, sumt brúka vit,
meðan vit vita, hvar vit
skulu leita eftir hinum, tá
vit hava brúk fyri tí. Gam
an í vita vit, at okkurt eigur
at verða støvað av, og part
vís hevur tað eisini verið
gjørt, tá sendingar eru
dagførdar ella tiknar av
skránni og komnar fram
aftur i nýmótans líki osfr.
Men framferðin hjá
nýggju – áramálssettu –
leiðslu Kringvarpsins er so
als ikki nøkur ”avstøving”,
tá hon trampar runt millum
postalínsdýrgripirnar, sum
av sonnum mugu sigast at
vera OGN FØROYA
FÓLKS !!! Hetta hevur
hon ongan rætt til! Niður
brótingin og oyðileggingin
má halda uppat!
Kanningin
Aftur til morgunlesturin.
Leiðslan sigur seg hava
gjørt eina kanning, sum er
grundarlag undir støðu
takanini til at taka morgun
lesturin av skránni kl. 9.50.
Almannakunngerið hesa
kanning, so eisini vit, van
ligu lurtarar, kunnu meta
um úrslitið og gera okkara
egnu niðurstøðu. Vit hava
øll krav upp á at síggja,
hvussu tit eru komin fram
til hesa avgerð og hava
gjørt hesa ógvusligu
broyting.
Setið kanningina i bløð
ini og leggið hana út á
netið, so vit kunnu fáa svar
upp á m.a. hesi viðurskifti:
• Hvør hevur orðað
spurningarnar? – og
hvussu?
• Hvør hevur svarað
spurningunum? – og
hvussu?
• Hvør hevur tulkað
svarini? – og hvussu?
”...et søkort at forstå –
et skib at føre ...”
Ein skipari, sum setir kós
og so bert siglir hana við
skýklaffum fyri eygunum –
uttan at taka atlit til streym
og vind á leiðini – fær eina
buldruta ferð, kanska
kemur hann als ikki fram.
Við avhøvdingini av
morgunlestrinum hevur
Kringvarpsleiðslan rent seg
í eina krappsjógvaða íðu,
sum hon ger rættast í at
hava virðing fyri, og tað
kann gerast við at geva
okkum endursendinga aftur
á skránna kl. 9.50 – henda
broyting kostar einki – og
hevði kenst sum ein útrætt
hond til fólkið við lyfti um
ikki at trampa meira í
OKKARA postalínshandli,
men heldur fara varliga til
verka – við einum
støvklúti.~
MORGUNLESTURIN
AFTUR Á SKRÁNNA
KL. 9.50!!!
Morgunlesturin avhøvdaður
– kunngerið kanningina,
sum er orsøkin til hetta!
súni
kristiansen
viðmerkingar