mikudagur 4. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2009
15
viðmerkingar
Eg havi lítlan hug at brúka
orku til ein so óvitandi
persón í hesum máli sum
Kára Bæk; men tá hann
beinleiðis kallar meg fyri
grenj, má eg gera nakrar
viðmerkingar.
Tað er ongantíð komið
fram, at føroysku loftmiðl
arnir ikki vilja gjalda fyri
at spæla vardan tónleik!
Tað, sum vit vilja við okk
ara áheitan, er at eitt rætt
vísari býti skal verða av tí,
sum goldið verður, og at
tað ikki skal vera 100 ferð
ir dýrari at senda føroyskan
tónleik í sjónvarpi enn at
endurvarpa alt tað
útlendska!
Lokalvørp í Føroyum
Reglurnar hjá Koda eru
ógvuliga flótandi í praksis,
tað er ógvuliga ymiskt,
hvat teir ymisku loftmiðl
arnir í danska ríkinum
skulu gjalda.
Í Føroyum skulu vit eftir
reglunum fyri lokalsjón
varp gjalda somu upphædd
sum støðir í Danmark. Tað
er líka mikið um tað eru
5.000 hyggjarar ella t.d. 2
milliónir! Er tað grenj ikki
at góðtaka at gjalda 400
ferðir meira pr. hyggjara?
Um vit gera eitt klassiskt
lokalsjónvarp í Føroyum,
sum spælir vardan tónleik,
eru somu órættvísu reglur
galdandi.
Danskar reglur og dansk
ir prísir fyri Føroyar – tað
er órættvíst, og einki før
oyskt lokalsjónvarp fer at
hava ráð at gjalda danskar
takstir. Høvdu danskarar
góðtikið at goldið takstir
galdandi fyri 600 mió
fólk?
Tað er heldur einki sam
anhang millum prísirnar,
sum teir ymisku føroysku
loftmiðlarnir skulu gjalda
pr. hyggjara/lurtara, og als
ikki um vit eisini saman
líkna við teir donsku loft
miðlarnar. Tað er so nógv
bíligast at endurvarpa
útlendskar rásir! So kann
eg afturat nevna internet
streaming, tað er so nógv
dýrast tað er eingin
felagsnevnari!
Onkur má duga at síggja
tað órættvísa í hesum!
Koda er ikki eitt lítið fitt
felag hjá sangskrivarum,
har arbeiða 100 fólk við
nógvum fínum útbúgving
um, Koda er ein stór fyri
tøka, sum at síggja til fegin
vil vinna pening úr
Føroyum!
Býti av samsýning úr
Føroyum
Vit kunnu seta eitt rokni
stykki upp, sum vísir
hvussu skeiv fordeilingin
er fyri føroyskar tekst/
tónasmiðir og tónleikarar.
Koda krevur kr.
2.600.000, úr Føroyum,
men tað, sum samlað
kemur aftur í umfar í
Føroyum, er helst í mesta
lagi umleið kr. 600.000,
t.v.s. 2025%.
Samlað í 2007 fær Koda
kr. 484.410.489, inn, av
hesum er gjald til útlandið
umleið 210.000.000,. Eftir
í umfari í Danmark eru
umleið kr. 275.000.000,
t.v.s. Knapt 60%
Av samlaða gjaldinum,
kr. 32.000.000, sum Koda
fær úr útlandinum, gjalda
vit í Føroyum kr.
2.600.000, tað vil siga
meira enn 8%, í samlaðu
upphæddini frá øllum
heiminum, ”Er ongin sum
vaknar her!!!”
Tað mangla umleið kr.
1.000.000, um árið í før
oyska tónleikaumhvørvi
num, sum Koda deilir út til
danskarar. Hóast Kári Bæk
skrivar, at vit høvdu fingið
meira aftur, um vit spældu
meira føroyskan tónleik,
og tað hevði verið ynski
ligt, so er tað ikki so í
veruleikanum; hann átti at
sett seg inn í reglurnar fyri
lokal út og sjónvarp,
áðrenn hann fer í bløðini
við sínum ákærum.
Felagið Føroysk
Tónaskøld
At Kári Bæk, Kristian
Blak o. o. onga broyting
vilja hava í verandi skipan
kann bert koma av, at Koda
sendir eina ”narrisut” upp
á umleið kr. 150.000, um
árið til Felagið Føroysk
Tónaskøld, sum teir suve
rent umsita eftir egnum
huga helst mest til sítt
egna umráði, og so er tøgn.
Uppskot eigur at verða
lagt fram, at ongin skal
sleppa at sita í nevndini í
FFT í meira enn 4 ár í senn
og so vera úti í minst 8 ár,
hetta fyri at fyribyrgja egin
áhugamál í felagnum.
Populertónleikurin
fíggjar partiturtónleikin
Populer tónleikurin betalur
so at siga allan peningin úr
Føroyum umvegis út og
sjónvørpini og partitur tón
leikurin fær meginpartin av
ágóðanum, hetta er ikki
rættvíst og so slett ikki
yvirfyri øllum popparun
um; men ongin talar at, og
tí heldur tað fram og versn
ar, helst uttan betri vitandi.
Gramex
Vit kunnu taka hin felag
skapin, Gramex, sum í
áravís hava kravt okursprís
frá lokalvørpunum í Før
oyum, men sum í seinast
uni hava fingið harraboð
frá Ophavsretslicensnævnet
um at hava sama takst fyri
lokalradio um alt ríkið.
Danmarks Radio hevur
samlað í 2007 goldið kr.
53.730.235, og donsk
lokalradio kr. 19.186.323,
Kringvarp Føroya hevur
í 2007 goldið kr. 210.000,
til Gramex. Rás2 og Lindin
kr. 446.940,
Í Føroyum gjalda lokal
radio meira í part enn
almenna Kringvarpið, hvør
kallar okkum fyri grenj?
Nei Kári Bæk, best er at
bæði tú og Kristian Blak
siga sum minst í hesum
máli. Tað kundi hent, at tit
fingu okkurt at grenja um,
Rás 2 hevur, í mínari tíð,
goldið fleiri milliónir til
Koda/Gramex. Kristian
Blak veit mína meining um,
hvussu hann umsitur FFT,
tað havi eg átalað fyrr.
Áheitan
Til allar tónasmiðir og tón
leikarar í Føroyum, tit geva
FFT og Koda meira enn 1
mill.kr. um árið av tykkara
pengum, hava tit ráð at vera
so gávumildir? Stovnið
tykkara egna felag, her eru
nógvir pengar at heinta,
sum tit av røttum eiga.
Øll tit, sum hava áhuga í
hesum evni, eru vælkomin
at senda mær teldupost á
petur@steinamork.fo
Hetta er skrivað sum mín
persónliga viðmerking til
Kára Bæk og ikki fyri allar
miðlarnar.
fyrrverandi
útvarpsstjóri - í 8 ár
- og eins og Kári Bæk,
limur í Koda
Petur
Jacobsen
Eftir ta samrøðu, ið Sigurd
Simonsen hevði við útvarp
ið um kommunusaman
legging av komununum
Gøta, Leirvík og Fugla
firði, eru tey mong, ið hava
spurt meg, hví fuglfirðing
ar eru so hart ímóti komm
unusamanlegging.
Eg spyrji, hví tey mál
bera seg soleiðis?
Svarið er, at tey hava
hoyrt, hvat býráðsformað
urin í Fuglafirði segði við
útvarpið.
Eg sigi so teimum, at
orsøkin til at fleiri av
býráðslimunum søgdu nei,
var hon, at tíðarskeiðið hjá
býráðnum varð um at
verða runnið, tí átti málið
at verða tikið upp av tí
næsta býráðnum.
Ná, er tað soleiðis tað
hongur saman, tað er
nakað heilt annað.
M. a. tí havi eg sagt, at
frásøgn býráðsformansins
var villleiðandi, og tað
haldi eg fast við.
Annars skal tað ikki
verða nakað dulsmál, at eg
helt tað vera so løgið, at
málið um kommunusaman
legging skuldi haldast fyri
afturlatnum hurðum, so
sum býráðsformaðurin
hevði skipað fyri. Persóns
mál og líknandi plaga at
verða hildin fyri afturlatn
um hurðum Hetta er ikki
nakað persónsmál, tí átti
málið at verið viðgjørt á
almennum fundi.
Men tá ið tað nú gjørdist
soleiðis, sum býráðsfor
maðurin vildi hava tað, so
skilji eg als ikki, at hann
sum tann fyrsti almanna
kunnger, hvat úrslitið
gjørdist á fundinum.
Og uppaftur verri tykist
tað at verða, tá ið hann held
ur parti av upplýsingum
aftur, sum var orsøkin til
niðurstøðuna á fundinum.
Sigurd sigur í síni rætt
leiðing, at niðurstøðan varð
send Leirvík og Gøtu og
var sostatt almannakunn
gjørt. Nei, tað er ikki ein
almannakunngerð, men ein
kunning til bygdaráðini í
grannakommununum. Tey,
ið hoyrdu frásøgn býráðs
formansins í útarpinum,
hava onga nærri upplýsinar
fingið.
Skrivið, ið verður sent
Gøtu og Leirvík, er væl
orðað og vísir á, hvat veru
liga hendi á fundinum. Í tí
verður sagt, at málið kundi
vera standandi opið til næsta
býráð at umrøða. Hetta var
eisini innihaldið í tí, sum eg
og aðrir býráðslimir bóru
fram á fundinum.
Tá ið eg í grein míni
havi sagt, at vit vóru fleiri
býráðslimir, ið fleiri ferðir
áður mæltu til, at skipa fyri
fundum við kommunus
stýrini í grannabygdunum
at umrøða felags áhuga
mál, so er tað sjálvandi
rætt, men hetta varð noktað
okkum fyrst og fremst av
býráðsformanninum.
Lítið ella einki hendi á
nevnda øki, og tað kundi
tað av góðum grundum
heldur ikki, tí ein treyt fyri
at kunna taka støðu í
einum so stórum máli er
upplýsandi tilfar og so
hoyra, hvat umboð
kommunurnar hava at føra
fram um eina møguliga
kommunusamanlegging.
Einki av hesum varð gjørt,
tí eru vit komin so stutt.
Í greinini sigur Sigurð
S., at eitt sitandi kommunu
stýri kann ikki atkvøða
um, hvat eitt annað býráð
skal atkvøða um ella gera.
Tá ið eg las hesa reglu, helt
eg Sigurd skemtaði, ella
vóru villur í tekstinum, tí
Fuglafjarðar býráð hevur
gjørt tað í einstøkum
førum, hóast býráðslimir
gjørdu vart við skeivleikan.
Undanfarna býráð samtykti
at rinda ávisa upphædd til
felagsskap, ið skuldi fara
undir bygging, og at hesin
peningur skuldi rindast í
2009 og 2010. Tí lurtaðu
Sigurd og hansara fólk ikki
eftir, men atkvøttu fyri
málinum, so tað varð
samtykt.
Jú, sanniliga hevur Sig
urd verið villleiðandi í síni
frásøgn og eftir rættleiðing
ina til mín, kann eg bert
staðfesta, at hann syngur
uppaftur falskari, enn hann
hevur gjørt frammanundan.
Sigurd Simonsen og kommunusamanlegging av Gøtu, Leirvík og Fuglafirði
signar á
brúnni
Morgunlesturin, sum hevur
verið endursendur áðrenn
tíðindini kl. 10 fyrrapart,
og fimleikurin, sum hevur
verið sendur aftaná
tíðindini, hava verið fastir
tættir í tí dagliga lívinum
hjá teimum eldru í áravís
umframt hjá nógvum í
yngri aldursbólkum. Nú
knappliga fara hesar báðar
sendingar av skránni og
verða vístar til internetið.
Hetta er sera óheppið, og
serliga fyri fólk í pensjóns
aldri. Munnu tey, sum
leggja skránna til rættis,
vita, hvussu nógv gomul
fólk hava teldu? Og duga
at brúka hana? Hóast tað
nú er farið undir at læra
eldri fólk at brúka teldu.
Tað eru ikki nógvar
sendingar á skránni í
kringvarpinum, sum
beinleiðis venda sær til
tann eldra aldursbólkin,
men hesar báðar nevndu
sendingar hava tey eldru
tikið til sín, og tey leggja
sín fyrrapart av degnum til
rættis eftir hesum sending
um. Og hví so taka tær frá
teimum? Tað eru hóast alt
út ímóti 6000 fólk, sum
eru í pensjónistaaldri.
Nógv av teimum eldru
eru ikki so tíðliga á fótum,
at tey hoyra morgunlesturin
kl. 7, tí kom tað væl við, at
endursending var áðrenn
kl. 10, eitt gott orð frá
morgni av hevur stóran
týdning fyri andaliga lívið
hjá okkum øllum, og tað er
við til at styrkja okkum
mentalt, eins og fimleik
urin, sum nógv eldri gjørdu
brúk av, er við til at styrkja
okkum likamliga.
Nú eru hesar sendingar
tiknar av skránni. Hví skal
altíð skerjast á eldraøki
num fyrst? Daglig likamlig
rørsla er sera týdningar
mikil fyri førleika og
vælveru, eins og dagligur
sálmasangur og lestur eru
andaliga uppbyggjandi.
Hesar báðar sendingar eru
við til at halda okkum eldri
í form, so lat okkum
framvegis varðveita tær,
tað er okkara ynski.
Tónleikur er góður í
mangar mátar, hann hava
vit ríkiligt av allan dagin í
kringvarpinum, men hann
tolir at skerjast ella koyrast
út á internetið. Er ein
samrøða ella eitt prát við
onkran, so skal eitt lag
spælast fyrst, og áðrenn so
viðkomandi fær orðið,
skal enn eitt lag afturat
spælast fyrst. Er tónleikur
bara ífylla? Í slíkum førum
ørkymlar tónleikurin meira
enn hann gagnar. Nógvir
minuttir fara soleiðis næst
an til spillis, her kann
sparast tíð, um hetta er
trupulleikin. Morgunlest
urin og fimleikurin gera
gagn, og tað hevði verið
gott, um kringvarpið fram
vegis vildi gjørt sítt til at
gleða ein stóran part av
sínum lurtaraskara.
Morgunlesturin – fimleikurin
sigvald
Kristiansen
Aftursvar til Kára Bæk um Koda