mikudagur 4. februar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2009
Íslendingar selja gamalt
Tað lága virðið á íslendsku krónuni man vera ein orsøkin til,
at íslendingar útflyta gamlar lastbilar sum ongantíð fyrr.
Bkaðið Vísir skrivar, at útflutningurin av lastbilum og øðrum
vinnuakførum er vaksin nógv í seinastuni, og at prísurin er
tvífaldaður. Fyritøkan Jötunn Vélar keypir lastbilarnar og
hini vinnuakførini frá bøndrum og byggifeløgum og selir tey
av landinum. Størstu keyparalondini eru Irak, Libanon og
Benin, men okkurt fer eisini til Evropa og Suðuramerika,
skrivar Vísir.
Finnland eftir hæli
Í Finnlandi eru serfrøðingar á einum máli um, at tey
búskaparligu útlitini fyri árið í ár eru stak vábalig.
Metingar hjá stjórnini siga, at bruttotjóðarfram
leiðslan verður 3,7 prosent minni í ár enn í 2008.
Sama meting sigur, at finska útflutningsvirðið fer at
minka 10 prosent í ár. Útlitini á arbeiðsmarknaðinum
eru eisini døpur. Roknað verður við, at arbeiðsloysið
fer at veksa 7,5 prosent í ár og 8,8 prosent næsta ár.
Serfrøðingar vænta ikki, at fíggjarligir bjargingar
pakkar hjá stjórnini fara at gera stórvegis mun.
Vandaferð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eg sum skipari og vit,
sum eiga skipið, fingu eitt
sindur ilt av greinini um
hendingina, tá vit á seinasta
túri fingu so nógvan sjógv
inn á verksmiðjuna, at vit
noyddust at lata sjógv fara
niður í lastina og niður í
maskinrúmið fyri at halda
skipinum nøkulunda á rætt
kjøl.
Tað sigur skiparin á ís
fiskatrolaranum,
Grími
Kamban, Benadikt Joensen
í Vestmanna.
Reiðarin á Grími Kamban
er Tummas Henriksen í Sør
vági, men millum eigararnar
eru eisini Benadikt og aðrir
yvirmenn umborð.
Í greinini um hending
ina
sigur
skiparin
á
Tjaldrinum, Ellintur Abra
hamsen, at skiparin umborð
á Grími Kamban virkaði
skilagóður og sinniligur
hesa náttina, tá manningin
var í ringum skørum eystur
úr Fugloynni. Í somu grein
sigur Ellintur, at hevði
Grímur Kamban verið í
betri standi, hevði tað, sum
hendi, ikki verið hent.
Benadikt heldur, at her er
ikki samanhangur í.
Sjálvandi hevði eg sum
skipari ikki loyst eitt skip,
sum ikki var í forsvarligum
standi, og eg hevði heldur
ikki sett manningina í slík
an váða, sum vit komu í
hendan dagin og náttina
eftir.
Skiparin á Grími Kamban
vísir á, at Skipaeftirlitið
nýliga hevur verið umborð
á skipinum, og at hann sum
skipari tí onga orsøk hevði
til at halda, at skipið ikki
var í forsvarligum standi.
Hann sigur, at ymiskt er
gjørt við skipið, síðan teir
yvirtóku tað einaferð í fjør
summar.
Tá vit yvirtóku skipið
høvdu vit klassan umborð.
Ymiskt var, sum skuldi
gerast, og tað hava vit roynt
at gjørt so við og við. Fyri
fáum mánaðum síðan var
klassin umborð aftur og
góðkendi skipið. Tá høvdu
vit gjørt alt, sum klassin
kravdi. Tí hava vit á ongan
hátt verið til fiskiskap við
skipi, sum ikki er í forsvar
ligum standi.
Hann vísir á, at tað vóru
ymiskar samanfallandi um
støður sum gjørdu, at hann
sjálvur og manning hansara
umborð á ísfiskatrolaranum
komu so illa fyri undir
fiskiskapi.
Hvat hendi?
Tað var seinasta fríggja
morgun, at Grímur Kamb
an, sum partrolar saman við
Kalsevni, fekk trupulleikar
við elveitingini umborð,
meðan teir vóru til fiskiskap
einar 50 fjórðingar eystur
úr Fugloynni. Hetta var um
9tíðina um morgunin.
Veðrið var hampiligt
hendan morgunin. Meðan
vit tógaðu, kom skipið í
eina aldu og legði seg. Ljós
motorurin slóknaði, og vit
høvdu onkran kortslutning.
Vit mistu streymin og ein
astu ljós, sum virkaðu, vóru
neyðljós og eitt nú WHF
urin.
Benadikt sigur, at teir
riggaðu brandpumpuna til
at hava tøka, um sjógvur
skuldi komið inn á verk
smiðjuna, nú teir lógu við
ongum
streymi.
Brand
pumpan gongur við diesel
og er leys av elveitingini
umborð.
Meðan vit soleiðis
liggja, fáa vit sjógv inn á
verksmiðjuna og royna at
pumpa hann útaftur við
brandpumpuni. Vit klára at
halda skipinum lens, men
sum tíðin gongur, gongur
eisini motorurin til brand
pumpuna heitur.
Sum
morgunin
líður,
biðir Grímur Kamban Vakt
arog Bjargingartænastuna
um hjálp, og haðani senda
teir Tjaldrið út á leiðina.
Tá Tjaldrið var hjá
okkum um 16tíðina, fingu
vit eina lensipumpu um
borð, og tá fingu vit aftur
allan sjógvin útaftur. Um
17.40tíðina kundi Tjaldrið
byrja at sleipa, men nú var
vorðið myrkt, umframt at
líkindini vóru versnaði.
Benadikt sigur, at hóast
roynt varð at sleipa Grím
Kamban við hóvligari ferð,
sást skjótt, at hetta ikki bar
til.
Tað gekk illa at halda
skipinum lens. Kørini á
dekkinum vóru farin at
rósa. Træskott brotnaðu, og
træspønir og annað, sum lá
á dekkinum, typtu pumpuna.
Vit royndu at reinsa pump
una, so hon koyrdi aftur.
Men so hvørt, sum um
støðurnar á verksmiðjuni
versnaðu, gekk illa at sleppa
niður á dekkið. Til endans
kundu vit bara standa í leyt
aranum og halda pumpuni
niður í sjógvin.
Skiparin sigur, at ógjørligt
er at siga, hvussu sjógvur
kom inn á verksmiðjuna, tá
myrkrið legðist yvir skipið.
Eg haldi, at sjógvur
kom ymsastaðni, og vit
fingu einki gjørt til tess at
fyribyrgja hesum.
Óvanligt stig
Hann vísir á, at sum kvøldið
leið, gjørdist støðan umborð
“kritisk”, sum hann tekur
til.
Skipið lá í bakborðssíðu,
og tá tað lá tyngst á síðuni,
mundi tað liggja eini 5060
stig.
Benadikt sigur, at tá ið
ringast stóð til um mid
náttarleitið leygarkvøldið,
sóu
teir
ongan
annan
møguleika enn at sleppa
sjógvinum á verksmiðjuni
niður í lastina og maskin
rúmið.
Hetta gjørdi, at stabili
teturin hjá skipinum batn
aði, og nú var ikki vandi
fyri, at skipið koppaði.
Hetta
var
avgjørt
ein
neyðloysn – og ein tann
seinastu møguleikin, vit
høvdu.
Skiparin heldur, at so
leiðis sum líkindini vóru
leygarkvøldið og út á nátt
ina, hevði verið sera trupult
at tikið fólkið av skipinum.
Eg trúgvi, at frægasti
møguleikin hevði verið at
farið
í
bjargingarbátin.
Kanska hevði eisini borið
Noyddust at sleppa s
Ísfiskatrolarin
Grímur Kamban
lá eini 50-60
stig, tá slagsíðan
var størst í
myrkrinum sein-
asta leygarkvøld.
- Sjálvandi hevði
eg sum skipari
ikki loyst eitt
skip, sum ikki var
í forsvarligum
standi, og eg
hevði heldur ikki
sett manningina
í slíkan váða,
sum vit komu
í hendan dagin
og náttina eftir,
sigur skiparin,
Benadikt Joensen
- Skipaeftirlitið hevur nýliga verið umborð á Grími Kamban,
og eg hevði onga orsøk at halda, skipið ikki var í forsvarligum
standi, sigur skiparin, Benadikt Joensen
Mynd: Jákup Durhuus