mikudagur 4. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2009
17
tíðindi
Trupult hjá fiskimonnum
Tað kemur grønlendskum fiski- og útróðrarmonnum illa við, at Royal
Greenland hevur lækkað prísin á toski munandi, soleiðis at hann nú liggur
millum góðar tríggjar og fimm krónur kilo. Ein av útróðrarmonnunum, Erik
Egede í Nuuk, sigur við kringvarpið KNR, at tann lági prísurin ger tað
trupult at vera útróðrarmaður. Sjálvur heldur hann, at kanska eiga menn at
taka seg saman um størri bátar fyri at fáa betri lønsemi. Men úrslitið kann
eisini blíva, at menn fara aftur til smærri bátar, sum brenna minni, sigur
hann.
Siemens sigur upp
Altjóða fíggjarkreppan
rakar eisini danska
vindmylluídnaðin.
Fyritøkan LM Glasfiber,
sum ger veingir til
vindmyllur, boðaði
herfyri frá, at hon hevði sagt 450 starvsfólkum úr starvi, og í gjár kunngjørdi
Siemens Wind Power, at 400 av hennara medarbeiðarum í Danmark missa
arbeiðið. Andreas Nauen, stjóri í Siemens Wind Power, segði í gjár, at fyritøkan
væntar sær nógv av orkupolitikkinum hjá nýggju stjórnini í USA, men at tað fer at
taka tíð, áðrenn tann politikkurin sæst aftur í eftirspurninginum og framleiðsluni.
sjógv í maskinrúmið
til at stjórað menninar av
skipinum og umborð á
Tjaldrið ella Brimil, sum
eisini kom á leiðina leygar-
kvøldið.
Sum skipari við ábyrgd
av skipi og manning, heldur
Benadikt, at tað hevði verið
ógvuliga keðiligt at tikið
fólkið av Grími Kamban í
myrkrinum og ringu líkind-
unum sum vóru.
- Menn vóru troyttir, men
teir vóru sinniligir og allir
royndu sítt besta. Eg haldi,
at manningin gjørdi alt, ið
gerast kundi fyri at bjarga
sær sjálvum og skipinum í
støðuni, vit vóru í.
Meðan náttin leið, hevði
Tjaldrið enda á Grími
Kamban og royndi at halda
skipinum uppí, so minni
sjógvur gekk á skipssíð-
una.
- Tá tað lýsti morgunin
eftir var veðrið batnað, og
tá kundu vit fáa fáa pumpur
av Brimli. Líkindi vóru nú
at seta gummibátin hjá
Brimli út, og soleiðis kundu
pumpur førast yvir á Grím
Kamban.
Benadikt Joensen sigur,
at áðrenn farið varð undir at
sleipa, varð sjógvurin fyrst
pumpaður úr maskinrúm-
inum og lastini, og hann
heldur, at teir pumpaðu eini
40-50 tons úr maskin-
rúminum og umleið tað
sama úr lastini.
- Tá sjógvurin í maskin-
rúminum var mestur, stóð
hann upp á hálvan motorin,
sigur skiparin á Grími
Kamban.
Ikki heilt galið
Síðan Brimil kom til lands
við ísfiskatrolaranum sunnu-
dagin, hava menn frá skipa-
smiðjuni Mest verið um-
borð, og tíbetur bendir alt á,
at høvuðsmotorur og gear
ikki hava fingið skaða av
sjógvinum,
sum
var
í
motorrúminum.
Ljósmotorar og ein partur
av el-instalatónunum mugu
tó skiftast.
Eftir ætlan verður Grímur
Kamban klárur til fiskiskap
aftur um einar 10-14 dagar.
- Tað vóru ymiskar
samanfallandi umstøður sum
gjørdu, at vit komu so illa
fyri undir fiskiskapi, sigur
Benadikt Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang
Eini 40-50 tons av sjógvi vóru í maskinrúminum á Grími Kamban, men líkt er ikki til, at hetta
hevur elvt til so stóran skaða
Mynd: Jens Kr. Vang