mikudagur 4. februar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 24 - 4. februar 2009
Bilar
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mánadagin 2. februar vóru 50 ár
liðin síðan Hans Egil Joensen á
Eiði keypti fyrsta lastbil.
Fyritøkan hevur ment seg til
eina av stóru lastbilafyritøkunum
í landinum. Í dag eitur fyritøkan
Hans Egil Joensen & Synir, og
tað eru synirnir Trygvi K. Joensen
og Jóhan K. Joensen, sum eiga
fyritøkuna saman við pápanum.
Stjóri í fyrtøkuni er Jóhan K.
Joensen.
Fyritøkan hevur í dag 10 last
bilar umframt gravimaskinur og
onnur arbeiðstól. Tíggju fólk
arbeiða hjá Hans Egil Joensen &
Synum.
Í sambandi við 50 ára føðingar
dagin verður móttøka í bygning
inum hjá fyritøkuni uppi í Grind á
Eiði leygardagin 7. februar frá kl.
14 til 18.
mg
Bilasøla
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ein avleiðing av minkandi
søluni av nýggjum bilum er
at bilasølan VRBilar við
Hoyvíksvegin verður niður
løgd og sølan av bilmerkj
unum Volvo, Renault og
Chevrolet verður broytt.
Jóhan Petur Olsen, stjóri
hjá VRBilum, sigur, at tað
var neyðugt við bygnaðar
broytingum og sparingum
nú fíggjaðarligu fyritreytir
nar broyttust so nógv. Í
januar 2009 var Volvo
persónbiladeildin flutt til
P/F Wenzel í Akranesgøtu,
har verkstaður og øll tæn
asta er í dag.
Í løtuni verður arbeitt við
eini loysn við bilmerkjunum
Renault og Chevrolet. Vit
hava áhugaðar keyparar, og
avgerðin verður tikin heilt
skjótt. Vit hava framvegis
tænastu og verkstað til
Renault og Chevrolet við
Hoyvíksvegin.
Jóhan Petur Olsen sigur,
at tað er góð loysn at Volvo
verða seldir hjá P/F Wenzel,
tí í altjóða høpi eigur Ford
Motor Company persónbila
deildina hjá Volvo í Svøríki.
Nógvir av eykalutunum og
øðrum komponentum eru
teir somu á Ford og Volvo.
Virksemið hjá VRBilum
byrjaði fyri átta árum síðan,
um ársskiftið 2000/2001.
At byrja við umboðaði VR
Bilar persónbilar av merkin
um Volvo og Renault,
umframt Volvo lastbilar og
bussar í Føroyum. Í 2005
fekk VRBilar eisini umboð
fyri koreansku Chevrolet. Í
dag alt virksemið við last
bilum og bussum fluttir til
MVH á Hjalla.
VR Bilar fer í søguna
Lastbilafyritøka 50 ár
Í sambandi við at bilasølan VR-Bilar við Hoyvíksvegin verður
niðurløgd, er sølan av Volvo persónbilum nú flutt til P/F Wenzel í
Akranesgøtu. Í løtuni verður arbeitt við eini loysn við bilmerkjunum
Renault og Chevrolet, sigur stjórin Jóhan Petur Olsen
Hans Egil Joensen saman
við synum og abbasynum
f.v.: Hans Egil Joensen,
yngri, Trygvi K. Joensen,
Hans Egil Joensen, Jóhan
K. Joensen og Tummas
Súni Joensen
Mynd: Sjúrður V. Nielsen
Virkisbygningurin hjá Hans Egil Joensen & Synum á Eiði