Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 4. februar 2009 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tað verður neyvan Colin Calderwood, sum fer at standa á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum. Spurningurin er nú, um FSF byrjar aftur á berum, ella um teir taka upp samráðingar við Luka Kostic ella Flemming serritslev Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Líka síðani næst seinasta hóskvøld hevur tað ligið í luftini, at Colin Calderwood skuldi verða nýggjur føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti. Men nú bendir alt á, at talan er um ein »Horst Wohlerst« hjá føroyska fót­ bóltssambandinum. Í Dan­ mark munnu tey flestu minnast navnið á týska venjaranum, sum stóð á gáttini til at gerast danskur landsliðsvenjari. Ta ferðina var venjarin enntá við á tíðindafundi, men DBU og týska felag hansara komu ongan tíð ásamt um treyt­ irnar fyri eina leysgeving, og tí gjørdist tað ístaðin Richard Møller Nielsen, ið gjørdist landsliðsvenjari. Kom ongantíð Hesa ferð kom tað tó ongan tíð somikið langt, at Calderwood var partur av nøkrum tíðindafundi. Men á forsíðuni hjá Dimmalætting varð í gjár staðfest, at maðurin var ávegis til landið. Og hóast FSF­forsetin, Høgni í Stóru­ stovu, ikki vildi seta navn á komandi venjaran, so stað­ festi hann, at ein undirskrift helst kom á sáttmálan í vikuni. Calderwood kom tó ong­ an tíð til Føroya. Í gjár­ kvøldið varð sagt, at tað var illveður í Onglandi, sum var orsøk til, at maðurin ikki fór úr Onglandi, men meira sannlíkt hava nakrir snøklar verið í seinasta part­ inum av samráðingunum. Samráðingar, sum altso eftir øllum at døma endaðu úrslitaleysar. Kostic ella Serritslev Tá FSF fyri 14 døgum síðani fór á fund um kom­ andi landsliðsvenjaran, stóð greitt, at umframt Colin Calderwood vóru hini bæði nøvnini á seinasta stutta listanum danski Flemming Serritslev og íslendski serbin, Luka Kostic. Tað er ikki greitt, um tað nú verður annar av hesum, sum verður landsliðsvenjari, men tað er tó nógv, sum bendir á, at FSF fyrst velur at seta seg í samband við hesar, áðrenn talvan verður vaskað heilt rein. ­ Vit hava alla tíðina sagt, at vit arbeiða við málinum um nýggjan landsliðs­ venjara. Tað eru ikki vit, sum hava sett navn á nakran kandidat, og tað gera vit framvegis ikki, sigur Høgni í Stórustovu í viðmerking til skrivið, sum er lagt á heimasíðuna hjá Fótbólts­ sambandinum. Merkir hetta, at tit nú byrja heilt av nýggjum? ­ Nei. Vit staðfesta bara, at tað ikki verður í hesi vik­ uni, at venjarin verður sett­ ur. Vit hava jú gjørt eitt ávíst forarbeiði, og vit arbeiða víðari út frá hesum, er einasta viðmerkingin, sum Høgni í Stórustovu vil gera. Undan fundinum hjá Starvsnevndini fyri tveim­ um vikum síðani varð sagt, at Flemming Serritslev var eitt navn, sum partur av starvsnevndini hevði góðan hug á. Og tí er sera væl hugsandi, at næsta telefon­ uppringingin úr FSF­húsi­ num er til hansara. So er spurningurin, um 61 ára gamli danin velur at taka av tilboðnum, sum helst stend­ ur honum í boði nú. Mistu kalvan Tíðindaskrivið, sum FSF legði á heimasíðu sína í morgun, var soljóðandi: Setan av nýggjum landsliðsvenjara Starvnevndin hjá Fótbóltssambandinum arbeiðir fram- vegis við uppgávuni at finna nýggjan landsliðsvenjara. Fyrr hevur verið fráboðað, at nýggi landsliðsvenjarin skuldi setast fyrstu vikuna í februar, men er nú staðfest at hetta mál ikki kundi røkkast. Arbeiðið við at finna rætta persónin at standa á odda fyri A-landsliðnum heldur áfram, og starvsnevdin vónar at avtala kann gerast við rætta persónin innan alt ov long tíð er liðin. Vegna Fótbóltssambandið Høgni í Stórustovu, Forseti FAKTA Alt bendir á, at Colin Calderwood nú er sleptur sum landsliðsvenjaraevnið. Áðrenn FSF velur at leita aftur í rúgvuna, fara teir helst at seta seg í samband við Flemming Serritslev og Luka Kostic fyri at vita, um hesir framvegis hava áhuga í starvinum