Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 4. februar 2009 Farna vikuskifti var vetrar jazzur á skránni í mið- býnum í Tórs- havn. Tiltakið var so mikið væl eydna, at fyriøreikararnar siga seg hava ætlanir um at halda fram við festivalinum frameftir Farna vikuskifti sá ein nýggjur festivalur dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Talan er um Vetrar Jazz Festi- valin, ið Havnar Jazzfelag og Tórshavnar Kommuna skipaðu fyri. Framførslur vóru ymsa staðni í miðbýnum, og luttøkan var so mikið góð, at fyrireikararnar hava ætlanir um at halda fram við festivalinum, og víðka um konsepti frameftir. - Tað var góður stemningur allastaðni, og aldurs- bólkurin á luttakarunum var munandi minni enn vit høvdu ímynda okkum, so týðiliga er tørvur á slíkum tónleiki, sigur Kristian Blak, ein av fyriskiparunum. Hóast festivalurin tóktist verða væl fyriskipaður og allarhelst tíðarkrevjandi fyri mong, so var hesin fes- tivalur ikki tíðarkrevjandi fyri fyriskipararnar. - Hugskotið kom til okkum fyrst í januar, og tískil hava vit bert havt ein lítlan mánað at fyrireika okkum, sigur Kristian Blak. Hóast hetta var tiltakið so mikið væl eydna, at fyr- ireikararnar longu nú eru farnir at fyrireika næsta árs festival. - Vit hava longu lagt tann fyrst fundin, har vit skulu finna útav hvussu vit gera komandi ár. Men tað er eingin ivi um, at festivalurin verður aftur í 2010, sigur Kristian Blak við Planet. Jazzur skal verða eitt starv Sum øllum kunnugt eru nógvir tónleikarar her á klettunum, og á jazz økinum ikki minst. Kristian Blak fegnast um, at tónleika- rarnir so nógvir í talið, og hetta skal sambært honum verða kjarnan í men- ningini av jazz mentanini í Føroyum. – Havnar Jazzfelag er ikki eitt frítíðarítriv. Vit miðja eftir, at teir dugnaligu tónleikararnir á økinum kunnu liva av jazzinum, og í framtíðini fáa tað sum eitt fulltíðarstarv, sigur Kristian. Aðrir jazz festivalar ávegis Havnar Jazz felag er veruliga fari at gera um seg, og vit kunnu vænta nógv meira frá felagnum komandi tíðina. - Vit hava ætlanir um at gera nøkur líknandi tiltøk seinni í árinum. Væntandi verða jazz tiltøk hildin javnan, við sama konsepti sum festivalurin, men tann stóri festivalurin skal framyvir verða í januar, sigur Kristian Blak. Jazz mentanin hevur í eina tíð verði heldur frammaliga, og hvørt týskvøld er Hvonn karmur um jazztónleik, og hvørt fríggjakvøld er tað Tórskjallarin, ið stendur fyri tónleikinum. Sostatt er jazzur longu vorðin væl umtóktur, og vit kunnu vænta at hoyra nógv meira frá Havnar Jazzfelag í framtíðini. Øssur og Hjalti ávegis við nýggjari fløgu Fríggjakvøldið komandi verða Øssur Johan- nesen og Hjalti Joensen at hoyra í Tórskjal- larunum í Havn. Framførslan verður bandað, og ætlandi verður úrslitið av hesum ein fløguútgáva Øssur Johannesen og Hjalti Joensen eru ikki ókendur í føroyska tónleikaheiminum. Teir hava útgivið fleiri fløgur – bæði saman og hvør sær. Saman hava teir givið út tríggjar fløgur, og Øssur hevur givið út fimm solofløgur, har av ein er ein tvífløga. Teir hava áður útgivið fløgur, har tónleikurin er beinleiðis upptikin frá ymsum konsertum, og tað er júst hetta sum liggur í kortinum fríggjakvøldið. Øssur Johannesen sigur við Planet, at teir fara at framføra improviseraðan rokk við stillum stemningi. Hetta skal verða kjarnan í nýggju Live fløguni hjá Øssuri og Hjalta, og komandi tíðina fara teir báðir at spæla ymsar konsertir, ið eisini skulu verða við á nýggju fløguni. Tiltakið í Tórskjallarunum byrjar kl. 22 ko- mandi fríggjakvøld. Jazzur skal verða eitt fulltíðarstarv Kristian Blak