Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 G! avdúkar nýggj nøvn alla vikuna og bólkarnir, ið vóru kunngjørdir í dag eru Bloodgroup, Fjalla- bræður og Valravn. Á heysti í 2007 gav Blood- group út debutfløguna, Sticky Situation, sum av fleiri ummælarum bleiv bólkað millum bestu útgá- vurnar tað árið. Bloodgroup hava seinasta árið framført á einum enda- leysum lista av festivalum kring heimin, millum annað Roskilde í Danmark, Pop- komm í Týsklandi, Eurosonic í Hollandi, By: Larm í Noregi, Great Es- cape í Bretlandi, Iceland Airwaves í Íslandi, og nú í vár gongur leiðin SXSW í Texas USA, og í summar framførur bókurin til ársins G! Festival. Bloodgroup byrjaði á einum køldum vetrardegi í Íslandi í 2006, tá systkinini Halez (synth), Lilja (vokal) og Rag- gi (synth, trummur) settu seg saman við føroyska Janus (vokal, synth, elektro trummur) at skriva elektroniskan popp. Eftir nakrar mánaðir við sangskriving og venjing, framførdu tey eitt fangandi og orkuríkt show á Iceland Airwaves og vórðu við eitt hátíðarhildin sum eitt hitt mest spennandi nýggja navnið í Íslandi. Seinni fingu tey tveir limir afturat, DJ Benni B-Ruff (plátuspælarar, elektro trummur) og Styrmir (sam- pling), sum hava givið enn meira av sprutli til yvirkókandi grýtuna. Fjallabræður Fjallabræður merkir á føroyskum Fjallabrøður. Fjallabrøður er eitt rock-kór mannað við fjallalendingum av vesturfirðunum, mest bygdini Flateyri í Íslandi. Fyriskipararnir av G! 2009 siga, at meira verður at frætta um Fjallabræður seinni. Valravn Bóklurin Valravn hava røtur og arv við sær, men kenna seg ikki noydd at halda alt, sum tað var í fyrndini. Tey ganga eftir nýggjum gøtum og taka tað við, tey kunnu brúka. Antin tað er eitt ele- ktroniskt ljóð, ein fólkavísa, ella ein reyður veitslukjóli. Musikalskir vallarar. Viðførið er millum annað ein bratsj, jødaharpur og ásláttur av ymsum slag. Og harkaliðið er úr Føroyum, Danmark, Sveis og Ecuador. Í felag hava tey áhugan fyri norðurlendska tónleikaarvinum. Løg sum “Svend í Rosengaard” og “Krummi” eru góð dømi um, hvussu Valravn dugir at handfara arvastyk- kini fimliga og elegant, uttan at tveita upprunaliga virðið burtur. Anna Katrin Egilstrøð, kvin- nan á odda í Valravn, hevur gjørt Ólavur Riddararós við teimum tvinnu, ómjúku kostunum til sín Ólav. Og hevur kanska enntá gjørt hann eitt sindur minni dapran. Í huglagslandinum hjá Onnu Katrin og Valravn verður sjálvt Ólavur Rid- dararós eitt sindur lættur upp á sporið. Tvísporið. Í 2007 góvu tey fløguna “Valravn” út, og gongst eftir vild, kemur ein nýggj fløga í ár. Higartil hevur tónleikaferðin ført tey til Niðurlond, Belgia, Frankaríki, Týskland, Sveis, Pólland, Finnland, Svøríki, Noreg, Ísland og Føroya. Sum tey vitja enn einaferð summarið 2009, tá tey fara at framføra á G! VALRAVN eru: Anna Katrin Egilstrøð, Føroyar Martin Seeberg, Danmark Søren Hammerlund, Dan- mark Juan Pino, Schweiz/ Ecuador Christopher Juul, Danmark Bloodgroup, Fjallabræður og Valravn á G! 2009 Linda er í X-Factor finaluni Fyrsta tokið í Føroyum við Múrin Eingin ferðsla skal inn á festival økið, og tí hava fyriskipararnar av festivalinum tikið tað stigið at leiga eitt sirkus tok til Føroya. Av trygdarávum ber ikki til at taka bilin við inn á festival økið í Kirkjubø í summar, men hetta noyðist ikki at verða ein vansi. Fyriskipararnar av festi- valinum hava hinvegin gjørt tað stuttligt at koyra til festival økið – teir hava nevniliga leiga eitt tok, ið skal koyra frá Gomlu Rætt til Kirkjubøar. Mark Joensen, ein av fyriskiparunum sigur við Planet, at ætlanin upprunaliga var at leiga bussar at koyra frá Gomlu Rætt, men ætlanirnar broyttist, tá ið teir fingu eitt tilboð frá einum donskum veitara, um at leiga eitt sirkus tok. - Vit halda tað er festligt og øðrvísi, og so kunnu vit samstundis reypa av at hava fingið tað fyrsta tokið til Føroya, sigur Mark. Ætlanin er, at tokið skal koyra aftur og fram ímil- lum Kirkjubø og Gomlu Rætt javnan, soleiðis at bíðitíðin verður minst møgulig. - Vit mugu bara vóna at tað verður gott veður, so- leiðis at tað verður møguligt at koyra við tokinum uttan at ávirkast av veðrinum. Um tað verður vátt í veðrinum, so eru nakrir vognar í tokinum, ið hava tak á, sigur Mark. Enn er endaligi sáttmálin ikki undirskrivaður, men fyriskipararnar siga, at sáttmálin hóast alt er góðtikin av báðum pørtum, og at tokið undir øllum umstøðum kemur til Føroya. Sambært Ekstrablaðnum er Linda Andrews ein av teimum níggju luttakaru- num, sum er komin víðari í finaluna. Komandi fríggjakvøldini fara minst tvær milliónir danir at kenna hesi niggju fólkini og bólkarnar, sum er eftir av teimum 3.800, sum upprunaliga vóru við í X-Factor kappingini hjá Danmarks Radio. Sambært Ekstrablaðnum eru tey níggju fólkini hesi: Tey trý hjá Thomas Blachmann eru: Lucas Mohamed Sidsel Tey trý hjá Linu Rafn eru: Claus Seest Claus Lillelund Linda Andrews Teir tríggir bólkarnir hjá Remee eru: Lulu Hightower Jaykamam og Dan Marcel, Kasper, Stephanie og Patricia. Bloodgroup Nr. 24 - 4. februar 2009