mikudagur 4. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 24 - 4. februar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Týsdagin 3. februar fylti
Gordhan Rajani, serlækni í
orthopædi, 75 ár.
Gordhan er indari, hann
var borin í heim í Shirkarpur
í landslutinum Sindh, núver
andi Pakistan, tann 3. febru
ar 1934. Í 1947 flutti familj
an frá Shirkarpur til Karachi
og seinni til Bombay.
Frá 1952 til 1958 tók
Gordhan læknaútbúgving á
vælumtókta
skúlanum
Grant Medical Collage í
Bombay.
Eftir at hava arbeitt í
umleið eitt ár á sjúkrahúsi í
Bombay, lá leiðin í 1959 til
London, har hann fekk
starv á skaðastovuni á Til
bury sjúkrahúsi.
Aftaná
nøkur
ár
á
ymiskum sjúkrahúsum í
London, bar Gordhan eyga
við eitt starv í Føroyum í
einum læknatíðarriti. Ein
umsókn varð beinanvegin
send, og fáar dagar seinni
kom eitt telegram aftur, har
sagt varð at hann hevði fing
ið starvið.
Í 1964 fór Gordhan, uttan
at vita stórvegis um Føroyar,
við flogfari úr London til
Glasgow og so víðari til
Vágar. Hann byrjaði á
sjúkrahúsinum í Havn, og
var har til 1967.
Í hesum tíðarskeiði hitti
hann Guðrun Simonsen av
Høgabóli í Saltangará, sum
starvaðist á sjúkrahúsinum.
Eftir at tey vórðu gift, fluttu
tey 9. juli 1967 til Rønne á
Bornholm, har Gordhan
hevði fingið starv sum
skurðlækni.
Í 1969 gjørdist hann ser
lækni innan skurðviðgerð,
og aftaná at hava arbeitt í
nøkur ár á sjúkrahúsi í Aar
hus og Holstebro, gjørdist
hann í 1971 serlækni innan
orthopædi.
Í september 1971 byrjaði
Gordhan sum lækni á Klaks
víkar sjúkrahúsi, og røkti
hann hetta starv til 1995.
Saman við sjúkrahúsleiðsl
uni og politisku myndug
leikunum í Norðoyggjum
var hann í hesum tíðarskeiði
við til støðugt at menna
sjúkrahúsið í Klaksvík.
Guðrun og Gordhan eiga
fimm børn: Kala, John, Sita,
Laila og Gordon, umframt
ommu og abbabørn.
Seinastu árini hava Gord
han og Guðrun búð á Høga
bóli í Saltangará.
-red
Gordhan K. Rajani 75 ár
Andlát og jarðarferðir
Charles Hauritz, van
liga nevndur Sallaba,
ættaður av Tvøroyri,
búsitandi í Esbjerg, and
aðist leygardagin 31.
januar í Esbjerg, 84 ára
gamal.
Jústa Vang, Hvalba,
andaðist á Landssjúkra
húsinum
leygardagin,
52 ára gomul. Jarðar
ferðin verður lýst seinni.
Tey, ið vilja minnast
Jústu, kunnu lata eina
peningagávu á konto
166.34.55 í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
4. februar. Veronica. Vit vita einki um hesa halgi
kvinnu uttan tað, sum halgisøgan sigur, at hon var ein,
ið fylgdist við Jesusi, og at hon á leiðini út til Golgata
turkaði sveittan av andliti hansara. Tá ið hon fekk turri
klæði aftur, stóð mynd frelsarans á tí, og tað varð síð
ani varðveitt sum ein dýrur gripur. Hann varð róptur
”vera ikon”, sum merkir tann sanna myndin. Harav
kemur eisini navnið á halgikvinnuni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
75 ára føðingardagur
Mikudagin 4. februar verður Hanna Isaksen, fyrrverandi
formaður í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,75 ár.
Prógv
21. januar fekk Mirjam Reinert Olsen prógv sum stylist og
makeup artist á skúlanum Art of International Training í
Keypmannahavn.
Prógv
28. januar fekk Jeanette Højgaard Miné handað prógv sum
sjúkrarøktarfrøðingur við bachelor í sygeplejeuddannelse í
Keypmannahavn.
Aðalfundurin hjá
Arbeiðarafelagnum Lýsing
verður 20. februar kl. 18.00 í pensjónistahúsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Fríggjakvøldið kl. 19.30
verður føroysk samkoma
umborð á gomlu Norrønu,
sum nú eitur Logos Hope,
og liggur í Køge Havn.
Á hesari samkomu, sum
Kristnastova í Keypmanna
havn skipar fyri, verður
m.a. greitt frá tí ætlan, sum
skipsleiðslan
hevur
fyri
Logos Hope, tá lagt verður
frá landi – væntandi seinni
í hesum mánaði. Eitt nú
hevur talan verið um at
koma til Føroya seinni í ár.
Fleiri av manningini eru eis
ini føroyingar, og teir fara
at vera við á samkomuni
fríggjakvøldið.
Stóra bókasølan verður
opin bæði áðrenn og aftaná
fundin. Høvi verður eisini
at síggja skipið, soleiðis
sum tað er innrættað ídag.
Øll eru vælkomin at vera
við. Tó er best at fólk siga
frá við at ringja til Kristna
stovu á telefon 32551809
ella við at senda teldupost
til kristnastova@kristna
stova.dk
Hetta kvøldið verður eing
in fundur í Kristnastovu.
Logos Hope:
Føroysk samkoma umborð
S i l
i
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Sk ái
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið