mikudagur 4. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 • 04. feb. 2009
MIÐvIkaN
23
máttu vit gera á hvørjum ári.
Hetta várið gjørdu vit eisini ein
vatnbrunn tætt við skúrin. Hann
bleiv stoyptur upp av betong.
Frammanundan høvdu vit haft
eina slangu liggjandi úr einari
tjørn longur uppi. Hon lá undir
einum lítlum hamara. Har lá ein
kavafonn fyrst, tá ið vit komu yvir.
Henda kavafonn tinaði so líðandi,
so hvørt sum tað leið út á várið.
Soleiðis nørdist um vatnið í
tjørnuni. Men so kundi tað knípa
við vatni, tá ið tað leið út á
summarið. Tí var tað, at vit gjørdu
henda góða brunn. Hann høvdu
vit altíð fullan at taka til.
Fossurin úr fjørðinum
Hetta summarið vantaðu vit ein
mann, tá ið vit fóru heimani frá.
Vit fóru so suður í Fiskanes at fáa
ein mann har at koma við okkum.
Vit vóru í fylgi við pápa mínum,
sum eisini vantaði fólk, og hann
fór suður har í somu ørindum við
báti sínum Magnus Heinason.
Tá ið vit komu suður í Fiskanes,
vísti tað seg, at ein stórur partur
av tí yngra fólkinum var inni í
einum fjørði innan fyri bygdina.
Vit fingu so onkran mann til at
koma inn hagar við okkum. Tá ið
vit komu inn í móti munnanum á
fjørðinum hugsaði eg, at her er
bæði smalt og grunt.
Eg haldi, at rennan var ikki
meira enn einar tríggjar báts
longdir breið. Hartil var grunt, og
tað sást væl niður á botn. Innan
fyri var fjørðurin eisini smalur
men ógvuliga djúpur.
Tá ið vit komu inn var háflóð.
Tað hugsaði eg ikki um, fyrr enn
vit fóru út aftur. Vit høvdu bert
steðgað har inni so leingi, tað
tók okkum at tosa við fólk. So
var farið út aftur. Báturin hjá
pápa mínum sigldi undan, ein
grønlendingur stýrdi.
Nú vit koma út í rennuna, fer
tann fremri báturin at vísa seg
beint á høvdið. Nú var tað farið at
fjarða, meðan vit hava verið har
inni. Tí rennur tað út sum í einum
fossi í rennuni. Vit máttu koyra á
motorin fyri at báturin skuldi hava
róðurkraft.
Eg veit ikki, hvussu tað hevði
verið vorið, um vit høvdu steðgað
longur har inni. Hetta var ikki so
løgið, tá ið hugsað verður, allur
hesin stóri og djúpi fjørðurin,
skuldi fyllast og tømast eftir seks
tímum ígjøgnum hetta tronga og
smala sund.
Tað varð so farið norður aftur í
Føroyingahavnina, og har byrjaðu
vit útróðurin eina viku av juni
mánað. Nú kann hetta tykjast at
vera long tíð, áðrenn byrjað bleiv.
Men tá høvdu vit ikki sama
skúr ár um ár, og stundum máttu
vit eisini byggja av nýggjum. Tí
bleiv so nógv tilrigging næstan á
hvørjum ári.
Tað var stórur munur á okkara
umstøðum og hjá teimum, sum
róðu út við bátunum hjá Nordafar.
Teir komu til somu barakk ár
um ár, fóru niðan á sjómansheim
ið at fáa sær at eta og fingu
fyltan matkassa við frá sjómans
heiminum, tá ið teir fóru til
útróðrar.
Var nakað í vegin við motori
ella báti, so var bara talað á
smiðjuna, so var tað orðnað.
Annars var fiskur sjáldan at
fáa fyrr enn komið var út í juni
mánað. Eg visti, at tað kundi vera
so sørt til fisk, at vit onkuntíð
á veg suður í Fiskanes royndu
stað úr stað uttan at fáa ein tann
einasta fisk.
Men eftir einum degi kundi
fiskur vera um allan grunnin. So
knappliga kundi fiskur koma.
Stríð um fiskaprís
Hetta summarið ætlaði Grøn
landsfelagið at lækka prísin við
10 oyrum fyri kilo. Hetta var nógv,
sum prísurin var tá.
Hetta fekk ilt í teir útróðrar
menninar, sum áttu sínar egnu
bátar, og sum avreiddu til virkið.
Tað bleiv kallað til fundar inni á
sjómansheiminum, har allir møttu
saman við nøkrum av teimum,
sum róðu út við nordafarbátunum.
Á hesum fundinum bleiv so
viðtikið at senda fjarrit heim,
at um prísurin varð lækkaður,
fóru allir privatbátarnir at salta
sjálvir. Henda møguleika høvdu
nordafarbátarnir ikki, teir vóru
bundnir av Nordafar. Teir høvdu
heldur ikki hølir at salta í. Men
okkara krav bleiv so eftirlíkað,
og tað hendi so ikki meira við
hesum.
Tað viðraði stak væl hetta
summarið. Vit høvdu ongan bakk
dag fyrr enn tað kom út í august
mánaði. Ólasøkudag høvdu vit
11.000 pund. Henda dagin vóru
vit suðuri á Marrak, hagar tað tók
tríggjar tímar at sigla.
Marrak lá inni á fastlandinum.
Amerikanarnir høvdu ein flogvøll
har. Her var ein ómetaliga stórur
sandslætti og útfyri har, uttan fyri
skerini, lá hendan fiskileiðin, sum
vit kallaðu suðuri á Marrak. Ein
oyggj lág eisini við ein boða har,
og hon bleiv kallað amerikanara
oyggin. Eg haldi, at teir høvdu brúkt
hendan bogan at sigla inn eftir.
Hetta summarið fingu vit 111
tons av ráfiski, og vit komu heim
við Karin K. Vit vóru heima um 8.
oktober.
Við vóru umframt meg sjálvan
Mikal Tausen, Hans Hentze,
Hetta er skúrurin sum eg leigaði frá Karl Jespersen av Tvøroyri, sum liggur beint
innan fyri Polar Oil. Undir teirri hvítu presending er ein stakkur av saltfiski. Uppi
á takinum situr Símun Joensen av Tvøroyri og tekur sær av løttum
Henda myndin er frá sama túrið: Trónd Juul, við síðuna av honum Mikal,
longst til høgru eg sjálvur, og fremst á myndini Anne Marie, sum var kokkur
við okkum
Her liggur Bogi, framman fyri skúrinum hjá mær í Føroyingahavnini.
Hetta er ein sunnudag, sum tað sæst á mynduni, tí báturin liggur fortoyaður í
so góðum veðri
Her liggur Karin K. við bryggju á Nordafar.
Lastin er tømd og aftast við borðendan situr ein maður og hugsar um støðuna
Henda myndin er frá 1959, her liggur portugisiska skonnartin Santa Maria
Magdalena, sum er farin á Stóraboða, suður úr Svartaskeri.
Boðin fekk seinni navn eftir skipinum
Hettar er ein doria av Santa Maria Magdalena, portugisisku
skonnartini, sum fór á tann sokallaða portugisaraboðan
➘