mikudagur 4. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 24 • 04. feb. 2009
Eyðun Mikkelsen, Sand, Renatius
Corneliusen og Marie Lund úr
Fiskanesi.
Hugtakandi uppliving
Í 1961 vóri vit eisini í Føroyinga
havnini. Framvegis avreiða vit
fiskin sum ráfisk. Fiskiskapurin var
hampuliga góður. Eg minnist eina
hugtakandi hending hetta árið.
Vit komu út á Fiskanesbankan,
tað var tíðliga um morgunin.
Veðrið var av tí besta, ein lítil
ond. Sólin kom júst tá úr havs
brúnni, so stór og blóðreyð, ikki
rættuliga loysnað úr havinum.
Beint ímóti sólini lá ein portu
gisisk skonnart og setti doriurnar
út. So hvørt sum tær komu á
sjógvin, hongdu tær seglið upp og
fóru frá skipinum. Tær hava verið
einar 7080 í tali. Hetta var ein
sera stórfingin sjón.
Eg róði annars nógv út á
Fiskanesbankanum. Her var gott
at rógva, serliga tá ið tað var
mjørki, tí tað var so lætt at halda
seg til kantin við fiskaluppinum.
Ein fiskaluppur er sum eitt ekko
lodd men uttan pappír. So kundu
vit reka í fleiri tímar og fiska, tá ið
tað rak longs eftir bankanum.
Eisini hildnaðist tað so væl,
um man nabbaði allan dagin,
tí at fiskurin var so stórur. Ein
annar fyrimunur var at taka land
í mjørka, tí vit vistu, hvar vit vóru
staddir, tá ið vit fóru at sigla.
Eingin radari tá. Hevði radari
verið, so hevði tað mangan verið
lættari, og meira hevði komið
burtur úr.
Eg minnist ein morgun, vit
komu út á Fiskanesbankan. Tað
vóru fleiri aðrir bátar har eisini.
Vit komu út á útnyrðingshornið
og truffu við beinan vegin. Tað
gjørdu hinir bátarnir eisini. Tað
sást av tí, at allir blivu liggjandi
so róligir.
Tað var ein frískur vindur høgt,
og vit róku suður eftir bankanum.
Tað var nógvur fiskur at fáa, men
um middagsleitið slakkaði tað av,
og fiskiskapurin minkaði niður í
einki. Men eg sá í fiskaluppinum,
at fiskur var undir bátinum.
Eg sá, at hinir bátarnir har
norðuri á bankanum eisini høvdu
mist kennið. Teir vóru farnir at
sigla uppaftur. Eg helt so við
hinar, at tað mundi duga lítið at
sigla heilt norður aftur. So eg
helt, at best mundi vera at blíva
liggjandi og fara at kóka døgurða.
Og so var gjørt, og tá ið vit høvdu
etið, var aftur farið til snelluna.
Tað gekk ein løta, so var kenn, og
sum frá leið høvdu vit aftur tann
sama góða fiskiskapin sum áður.
Tað ið fiskurin ikki tók, vísti tað
seg á fiskaluppinum sum eina
høvd á botni. Men tá ið fiskurin
so fór upp og tók húkin, líknaði
tað greinunum á einum jólatræi.
Tá ið vit fóru aftur at sigla til
lands um kvøldi høvdu vit 8.000
pund, ein góður dagur. Hinir
bátarnir truffu ikki við aftur.
Hetta heystið komu vit aftur
heim við Karin K. Við hetta summ
arið eru vit fimm menn og ein
kvinna, kokkurin. Umframt meg
sjálvan vóru vit Mikal Tausen,
Sand, Símun Joensen,Tvøroyri,
Manasse Lund, Jacob Nataniel
sen og kokkurin Marie Lund, tey
vóru av Fiskanesi.
Riggaði væl við Karin K.
Í 1962 eri eg eisini í Føroyinga
havnini, og tað er eisini við sama
báti Boga. Vit komu yvir við
Karin K. Hetta var eitt skip, sum
vit ferðaðust nógv við millum
Føroyar og Grønland. Hetta var
farmaskipið hjá Kjøbro, uppkallað
eftir fyrru konu hansara.
Tær flestu ferðirnar, sum eg
sigldi í millum londini vóru hampu
liga góðar, og sum so hendi eing
in skaði. Eg minnist onga ferð,
at tað var nakað serliga ringt
veður á hesum ferðum. Tað sum
hendi við Fursund í 1959, var ikki
neyðugt. Tað var ikki siglt eftir
umstøðunum, og eisini vóru bátar
nir ov illa surraðir og frágingnir,
áðrenn lagt var frá landi.
Fiskiskapurin var hampuligur
hetta ár og vit fingu 107 tons
av ráfiski. Hetta summarið var
verri veður enn til dømis í 1960.
Eg haldi, at vit høvdu fleiri
bakkdagar enn vanligt. Eg haldi
eisini, at tað man hava verið verri
við fiski hetta summarið.
Vit lógu eisini fleiri túrar úti.
Norðuri í Kokkoyggjunum vóru
vit fleiri túrar eisini. Vit fingu
fleiri hampuligar túrar har. Inni
í Kokkoyggjunum var eisini ein
hampuliga góð natúrhavn, har tað
var gott at liggja í øllum veðri og
øllum ættum.
Báturin hekk í leysum
lofti
Men allastaðni kann vandi vera
á ferð. Eitt kvøldið komu vit inn
í havnina. Vit fortoyaðu upp á
síðuna á Giguni, bátinum hjá Karl
Jespersen. Tað var flóð, tá ið
vit komu inn. Einaferð onkur av
okkum fór upp, tá var tað fjarað,
nú hongur Gigan mestsum í
leysum lofti. Tá hevur ein stórur
steinur verið undir bátinum, tá ið
teir løgdu hann, og sum teir ikki
sóu í myrkrinum.
Mennirnir á Giguni vóru farnir
í land av bátinum, tí at tað var
vandi fyri at hann koppaði. Vit
máttu so eisini flyta, tí at tað sá
rættuliga hættisligt út. Men hon
bleiv so liggjandi, og tá ið flóðin
kom, so flotnaði hon aftur og
einki var hent við bátinum.
Har vóru eisini nógvir aðrir
bátar frá Føroyingahavnini, sum
fiskaðu har norðuri.
Vit komu eisini heim við Karin
K. hetta heystið.
Manningin var umframt
meg sjálva Eyðun Mikkelsen,
Mikal Tausen, Sand, Símun
Joensen,Tvøroyri, Manasse Lund
og Marie Lund, kokkur, Fiskanes.
Longri at sigla eftir
fiskinum
Vit eru komin til 1963. Vit høvdu
rímuliga góðan fiskiskapi tey
flestu árini, uttan tað síðsta
árið, í 1968, tá bleiv so nógvur
ísur seint á summarinum. Tað
tarnaði fiskiskapinum so nógv,
og tað kom ongantíð skil aftur á
fiskiskapin. Annars var tað blivið
so langt at rógva tey seinastu
árini í mun til frammanundan.
Tey fyrru árini varð fiskað í
nánd av Føroyingahavnini, ein
tíma at sigla í longsta lagi. Men
seinni bleiv tað heilt vanligt við
trimum tímum. Og sigling fór við
nógvari tíð, og ikki var tað altíð
veður at fara so langt.
Annars haldi eg, at vit øll árini
burdu fingið eina líkinda inntøku
í mun til tann fiskiskap, sum vit
høvdu. Men prísurin var heilt
út av lagi vánaligur. Eg rokni
við, at teir hava lagað prísin
hjá bátunum eftir tí, sum støðin
skuldi hava fyri at klára seg. Og
tað var ikki smávegis, tí hon var
bæði stór og dýr.
Løgið veður
Eg var úti fyri løgnum fyribrigdum
tey árini eg var í Grønlandi.
Eitt av hesum var ein dagin,
vit lógu suður fyri Marrak, tað
var fínasta veður. Hetta mundi
vera mitt í 60unum. Vit lógu út
fyri boðanum, sum er útsuður úr
Amerikanaraoynni.
Tá hoyri eg í móttakaranum,
at bátar, sum vóru staddir longur
norðuri fyrst við Kokkoyggjarnar
og síðani longur suðuri á
Bokoyggjagrunninum, tosaðu
sína millum um, at teir fóru at
sigla til lands, tí tað var blivið
stormur.
Hjá okkum var sum sagt fínasta
veður. Men norðuri á luftini stóð
eitt spiralformað skýggj eftir
øllum hválvinum frá innlandsísi
num eystanfyri til havsbrúnna
vestanfyri. Og tað kom skjótt
suður eftir. Vit hoyrdu eisini
bátarnar norðan fyri boða frá, at
nú var stilli aftur.
Tá ið hetta góða skýggj var
beint uppi yvir okkum bleiv tað
kolandi stormur. Tað var eitt belti
so langt sum eyga rakk, men bara
einar 2300 metrar breitt sum
vindurin var í. Vit skuldu fara at
draga upp, men áðrenn vit høvdu
fingið tíð til tess, var tað farið
fram við. Tað var, sum tá ið man
sær ein helikoptara koma tætt
niður ímóti sjónum, tá ið tað er
blika stilli. Hetta var møguliga
eitt slag av einari tyfon.
Við hetta summarið vóru
umfram meg sjálvan Mikal
Tausen, Sand., Símun Joensen,
Tvøroyri, Manasse Lund, Rebekka
Lund, kokkur, Fiskanes.
Her liggja vit við brúnna framman fyri skúrin hjá mær í Foyringahavnini.
Í bátinum lítli Jens Kristjan, eg sjálvur og Marta, á brúnni Elias Antoniusen.
Nú eru vit við at flyta suður í Grátufjørðin
Hetta er frá sama túri sum vit fara suður í Grátufjørðin. Her draga vit eina
jollu á sjógv sum vit skullu hava suður við. Hetta er inni í Dagmarsvík
Hetta er tað várið sum vit fluttu suður í Grátufjørðin, ísurin lá einar 200 metrar
út úr víkini. Her liggur Líðarenni við ískantin. Vit eru í ferð við at draga tilfarið
til skúrin inn í víkina í einari jollu. Pápi mín stendur á dekkinum, eg sjálvur
mitt í myndini og tríggir grønlendingar
Komandi partur
Í komandi parti
verður greitt frá tí
mest óhugnaliga
sum hendi alla hesa
útróðrartíð. Ein
føroysk genta hvarv
og sást ikki aftur