týsdagur 25. september 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 184 - 25. september 2001
Nr. 184 - 25. september 2001
3
-Í Føroyum eru í dag
umleið 1000 dement.
Hóast hetta stóra
talið er vaksandi, eru
nærum ongi tilboð til
avvarðandi ella sjúk.
ALZHEIMERFELAGIÐ
Ingrid Bjarnastein
Næstseinasta
sunnudag
varð fyrsta felagið fyri de-
ment sett á stovn í Før-
oyum, og varð hetta gjørt
av tí, at tørvurin á slíkum
felagið er ógvuliga stórur.
- Tá ein í familjuni verður
raktur, stendur tú á berum.
Tú veit ikki, hvønn tú skal
venda teg til, ella hvagar tú
skalt fara. Tí varð felagið
sett á stovn, sum ein
vegleiðari fyri avvarðandi
og sjúk, sigur Sigrún Mohr,
sum er formaður í nýggja
felagnum.
- Vit hava fingið ógvuliga
positivar reaktiónir felag-
num viðvíkjandi, fortelur
Sigrún Mohr. —Tað er
næstan ikki fyrr enn nú, tað
er uppdagað, hvussu vána-
lig støðan er.
Ongi hagtøl
Ongi hagtøl fyri dement í
Føroyum finnast, men útfrá
hagtølunum í øðrum lond-
um, kann ein roknað út, at
talið man liggja um 1000
sjúk.
Á stovnandi aðalfund-
inum
hjá Alzheimerfe-
lagnum var ein danskur
professari frá universi-
tetinum í Odense, sum
hevur granskað nógv innan
fyri demens. Ein kanning,
ið hann hevur gjørt á Fyn
kann vísa okkum á talið á
dementum í Føroyum. Á
Fyn búgva 10 ferðir so
nógv fólk sum í Føroyum.
Um vit so taka hetta talið
og býta tað við 10 vísir tað
okkum á, hvussu nógv
dement eru í Føroyum.
Talið á dementum er
alsamt vaksandi av tí, at
miðaladurin veksur. Eldri
tú verður, størri møguleiki
er fyri at gerast sjúkur. Í
Føroyum veksur talið við
umleið 90 nýggjum sjúk-
lingum um árið.
Vánaligar umstøður
- Ongi tilboð eru til sjúk
ella
avvarðandi,
sigur
Sigrún Mohr. —Láargarður
hevur átta pláss til dement,
og afturat tí eru nøkur fá í
Vágunum. Síðani hevur tú
eitt annað tilboð uppá
umlætting tvær ferðir um
árið í tríggjar vikur.
Ein sjúkur hevur brúk
fyri tryggum umhvørvið,
har helst ikki ov nógv fólk
eru rundan um. Rúmini
skulu ikki vera ov stór, av tí
tey eru rættiliga í ørviti og
missa ættarsansin.
- Felagið fer fyrst og
fremst at miða ímóti at fáa
búpláss til vega, tí tað er
har tørvurin er størstur.
Fólk ringja ofta og fortelja,
hvussu støðan er, og tørv-
urin á dagtilhaldum og bú-
plássum er alsamt vaks-
andi, greiðir Sigrún Mohr
frá. —Fólkini í nevndini
hjá Alzheimerfelagnum eru
sinnað at arbeiða fyri sak-
ini, og vilja veruliga gera
okkurt við støðuna.
Kemur sníkjandi
Ikki er lætt at staðfesta, um
ein familjulimur er vorðin
sjúkur. Tey duga ógvuliga
væl at goyma tað, og ofta
megna tey at halda hetta
loyniligt í fleiri ár.
Sjúkueyðkennini
eru
fleiri. Gloymska er tað
fyrsta ein leggur merkis til.
Sjúklingurin verður innan-
hokin, og snúgvar sær ofta
undan ábyrgd. Tey sjúku
vita sjálvi, at tey eru vorðin
sjúk, men fjala tað ofta væl.
- Alzheimers er arvaligt,
men kann eisini koma av
øðrum sjúkum, sum til
dømis heilabløðing, sigur
Sigrún Mohr. —Tí er tað
ógvuliga umráðandi, at ein
fer til kanningar so skjótt
sum sjúkueyðkenni vísa
seg, tí tað kann væl verða
aðrar sjúkur.
- Nú hava vit heiligvágur
fyri dement. Hann lekir
ikki, men hann gevur tær
betri liviumstøður í upp til
fleiri ár. Skjótari tú kemur í
viðgerð, jú betri er tað,
greiðir Sigrún Mohr víðari
frá.
Eldri í vanda
Eldri tú ert, størri er vandin
fyri at gerast dementur.
Sagt verður, at sjúkan oftast
rakar fólk í aldrinum frá 65
árum og uppeftir, men tað
eru eisini fólk í 50´unum og
heilt niður í 40 árs aldurin,
ið hava verið rakt, men er
hetta ikki vanligt.
- Politikkarnir hava nú so
við og við fingið eyguni
upp hesum viðvíkjandi,
sigur Sigrún Mohr. —Til
dømis
hevur
Javnaðar-
flokkurin tikið eldrapoli-
tikk á skránna, og býráðið
hevur sagt, at tað fer at
byggja eini hús til tey
dementu. Alzheimerfelagið
fer so at arbeiða fyri at fáa
hesi tiltøk sett í verk.
- Vit vita ikki rættiliga,
hvussu og hvat ætlanin er at
gera av tí felagið er so nýtt.
Vit hava bert havt ein fund
enn, og verður ein fundur í
vikuni.
Spurd um, hvussu tað ber
til, at onki felag fyri
dement er stovnað fyrr, tá
tørvurin vísir seg at vera so
stórur,
svarar
Sigrúm
Mohr: -Tað eru jú nógv
feløg fyri alt møguligt, men
ongin fyri júst hendan
bólkin. Tá eg havi tosað við
sjúkrasystrar, hava tær sagt,
at tað noyðist næstan at
vera ein avvarðandi, ið fer
undir eitt tílíkt tiltak av ti,
at tey kenna best til hetta.
Trupulleikin er bara tann,
at sum avvarðandi fyri ein
dementan, hevur tú ikki
yvirskot til tess, tí at eitt
tílíkt arbeiði fer jú við
nógvari tíð og orku.
Felagið
hevur
longu
fingið nógvar limir, og er
hetta ógvuliga positivt. Ein
og hvør, ið hevur hug, kann
tekna seg sum lim hjá
felagnum.
Tilmeldingar-
skjøl liggja á posthúsum og
apotekunum kring landið.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri
maður, pápi, verfaðir og abbi
Joen Hendrik Zachariassen
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Sørvágs kirkju,
tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og til
tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ruborg, Jens Erik, Maria Eyð og Henry
Sunnudagin fer
rockbólkurin Chase
undir upptøkurnar til
eina nýggja fløgu,
sum skal koma út í ár
Sunnudagin verða fyrstu
upptøkurnar til eina nýggja
fløgu við rockbólkinum
Chase gjørdar. Tað er
trummuspælarin
James
Olsens, um fer í studio, og
hann skal eftir ætlan brúka
fýra dagar um at taka
trummurnar upp.
Tað verður Niclas Jo-
hannesen, sum saman við
James skal standa fyri hes-
um upptøkum, og Niclas
fer eisini at standa fyri
upptøkunum, sum byrja í
Føroyum um eina góða
viku.
Tónleikararnir í Chase
eru sera fegnir um, at
upptøkurnar nú fara í
gongd.
– Sangirnir hava verið
klárir leingi, men tað hevur
gingið sera striltið at fáa
lagt upptøkuarbeiðið til
rættis,
sigur
Edmund
Jacobsen, sum er sangari í
Chase.
Teir, ið verða við á
nýggju fløguni hjá Chase,
sum verður tann næsta hjá
bólkinum, eru Edmund
Jacobsen (sang), Niclas
Johannesen (gittar), Mikkj-
al Joensen (bass), James
Olsen
(trummur)
og
Stamen Stanchev (ljóm-
borð). Harafturat er ætlanin
at hava onkrar gesta-
tónleikarar við á fløguni.
Kemur einki óvæntað
upp í, so verður nýggja
fløgan við Chase givin út
áðrenn jól.
Chase farin í studio
Edmund Jacobsen, sangari í
Chase, sstudio at syngja
sangir inn til eina nýggja
fløgu hjá rockbólkinum
Umstøðurnar fyri dement í Føroyum vánaligar
C
M
Y
K
3
2