týsdagur 25. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Útoyggjarnar klára
ikki einsamallar at
fíggja eina útoyggja-
skrivstovu, sum
ætlanin er at fáa at
virka
ÚTOYGGJAR
Eyðun Klakstein
Fólk av útoyggjunum halda
tað var gott hugskot at seta
á stovn eina serliga skriv-
stovu, sum kann taka sær av
áhugamálunum hjá teimum
smáu oyggjunum.
Men skal ein slík skriv-
stova gerast, har lønt starv-
ast
dagliga,
so
mugu
útoyggjarnar fáa fíggjarliga
hjálp.
–
Hóast útoyggjarnar
halda hugskotið verða gott,
og tey kunnu gjalda eitt
sindur til eina slíka skriv-
stovu, so klára tær ikki
einsamallar at fíggja eina
útoyggjaskrivstovu, sigur
Olga Biskopstø.
Hon var samskipari av
Útoyggjaáltinum, og nú er
hon við arbeiðsbólkinum,
sum fyrireikar stovnanina
av einum útoyggjafelagi.
– Spurningurin er so,
hvussu ein útoyggjaskriv-
stova
skal
skipast
og
fíggjast. Møguleikarnir eru
fleiri, men vit mugu fyrst
kanna, um myndugleikarnir
eru sinnaðir at samstarva
um eina slíka skrivstovu,
sigur hon.
Samstarv
Olga Biskopstø heldur, at
eitt hugskot hevði verið, at
ein
komandi
útoyggja-
felagið og landsmyndug-
leikarnir samstarvaðu um
eina skrivstovu.
– Enn er einki ítøkiligt í
hesum, men eitt hugskot
hevði verið, at landið hevði
eina
útoyggjaskrivstovu,
sum
útoyggjafelagið
á
onkran hátt kundi verið
knýtt
at,
sigur
Olga
Biskopstø.
Enn hevur hon ikki tosað
við løgmann um hetta mál,
men tað ætlar hon sær at
gera
ein
av
komandi
døgunum.
– Ein útoyggjaskrivstova
hevði kunnað verið ein stór
hjálp hjá fólkunum á smáu
oyggjunum.
Skrivstovan
kundi ráðgivið og upplýst
bæði til útoyggjafólk og til
restina av landinum, sigur
Olga Biskopstø.
Útoyggjarnar mugu fáa
pengar til skrivstovu
– Enn er einki ítøkiligt í hesum, men eitt hugskot hevði verið, at landið hevði eina útoyggja-
skrivstovu, sum útoyggjafelagið á onkran hátt kundi verið knýtt at, sigur Olga Biskopstø
4
Nr. 184 - 25. september 2001
Nr. 184 - 25. september 2001
5
Tvøroyrar Býráð
hoyrdi onki aftur frá
Almanna- og Heilsu-
málastýrinum og tí er
sáttmálin um Al-
mannastovuna nú
sagdur upp.
PRINSIPPMÁL
Áki Bertholdsen
Nú er grundarlagið undir
Almannastovuni í Suðuroy
farið at rilla.
Tvøroyrar Býráð vil ikki
longur vera við til at betala
so nógv fyri Almannastov-
una í Suðuroy, sum býráðið
hevur gjørt higartil.
Av tí sama hevur býráðið
nú sagt sáttmálan um Al-
mannastovuna í Suðuroy,
upp.
Finnleif Guttesen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, sigur, at
tað var í 1976, at sáttmáli
varð gjørdur ímillum lands-
stýrið og allar kommunurn-
ar í Suðuroy, uttan Vágs
Kommunu, um at leggja
Almannastovuna í Suðuroy.
Í 1995 kom eisini Vágs
Kommuna upp í avtaluna.
Eftir
avtaluni
betalir
landið lønirnar til starvs-
fólkið á Almannastovuni,
men kommurnar betala all-
ar hinar rakstrarútreiðsl-
urnar, eitt nú hølisútreiðsl-
ur, ljós, varma, telefon
o.s.fr.
– Síðani er parturin hjá
hvørjari kommunu trektur
beinleiðis av kommunu-
skattinum, uttan at komm-
unan hevur havat nakra
sum helst ávirkan. Haraft-
urat hevur mannagongdin
verið tann, at upphæddin
fyri alt árið er tikin beinan-
vegin, fyrst í januar á hvørj-
um ári.
Harafturat eru útreiðsl-
urnar ógvuliga nógv hækk-
aðar í seinastuni. Í fjør var
parturin
hjá
Tvøroyrar
Kommunu av rakstrarút-
reiðslunum hjá Almanna-
stovuni í Suðuroy 88.000
krónur, men í ár er upp-
hæddin meiri enn tvífaldað
upp í 174.000 krónur.
– Hetta er hent, uttan at
kommunan hevur fingið
eitt einasta orð at vita um,
hví útreiðslurnar eru so
nógv hækkaðar.
Almannastovan søgd
upp
Tvøroyrar Býráð góðtekur
ikki
hesa
mannagongd
longur og tað góðtekur
heldur ikki uttan víðari, at
kommunan skal betala fyri
at hava almannastovu í
Suðuroy.
– Vit halda ikki, at vit
eiga at betala fyri, at al-
mannastovan skal vera í
Suðuroy. Heldur ikki góð-
taka vit, at vit onki fáa at
vita og at vit onga ávirkan
skulu hava.
Býráðið samtykti tí ein-
mælt herfyri at krevja
nýggjar samráðingar við
Almannna- og Heilsumála-
stýrið um almannastovuna í
Suðuroy.
Býráðið ásannaði at tað
var so trupult at fáa svar frá
Almanna- og Heilsumála-
stýrinum, at tað kravdi at
fáa svar áðrenn 18. septem-
ber um samráðingarnar.
Men 18. september bað
Almanna- og Heilsumála-
stýrið um at fáa tveir dagar
afturat.
Tann freistin var úti hós-
dagin, men tað hoyrdist
onki aftur. Tí hevur Tvør-
oyrar Kommuna nú sagt
sáttmálan við Almanna-
stovuna upp.
Sáttmálin er sagdur upp
frá 1. oktober at rokna, so
frá hesum degi betalir
Tvøroyrar Býráð ikki long-
ur fyri at hava Almanna-
stovu í Suðuroy.
Tvøroyrar Býráð sagt Almannastovuna upp
– Vit halda ikki, at vit eiga at
betala fyri, at
almannastovan skal vera í
Suðuroy. Heldur ikki góðtaka
vit, at vit onki fáa at vita og
at vit onga ávirkan skulu
hava, sigur Finnleif Guttesen
Sunnumorgunin
vórðu tríggir ungir
dreingir um seytjan
ára aldur sendir á
sjúkrahúsið, eftir at
teir vórðu álopnir av
átta ungum í
miðbýnum
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Vikuskiftið fór ikki aftur-
um bak, uttan at løgreglan
og sjúkrahúsið skuldu taka
sær av fólki, sum vóru
komin illa fyri av harð-
skapi.
Hesuferð var bardagin
meira umfatandi, tí tilsam-
ans ellivu ung fóru til
hendurs.
Løgreglan greiðir frá, at
sunnumorgunin
umleið
klokkan fýra kom ein
fráboðan um harðskapin.
Tríggir
dreingir
vórðu
álopnir av trimum gentum
og fimm dreingjum, sum
vóru í aldrinum 14-17.
Hendingin fór fram í
Tróndargøtu, og tað var
sambært løgregluni nakað
av munnhøggi millum tey
ungu, sum elvdi til álopið.
Dreingirnir fingu smá-
skaðar sum blátt eyga,
skursl og blóðsamlingar og
vórðu fluttir á skaða-
stovuni.
Enn er eingin tikin í
sambandi við harðskapin,
men løgreglan veit, hvør
onkur av gerningsmonnum
er,
og
hon
arbeiðir
framvegis við málinum.
Stórbardagi
í Havn
C
M
Y
K
5
4