týsdagur 25. september 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 184 - 25. september 2001
Nr. 184 - 25. september 2001
7
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Fríggjanáttina varð ein
annar bilur eisini meld-
aður stolin.Hesin per-
sónbilurin
varð
tó
funnin aftur í Uppsala-
gøtu, har hann varð farin
útav vegnum.
Enn veit løgreglan
ikki, hvør hevur koyrt
útav, men hon hevur sín
illgruna.
500 krónur horvnar
Í KÍ-høllini hevur onkur
verið í skiftingarrúm-
inum og tikið 500 krón-
ur úr eini mappu. Stuld-
urin fór fram, meðan
fólk spældi í høllini, og
pengarnir lógu óvardir í
skiftingar rúminum.
Løgreglan hevur onga
hóming av, hvør hevur
verið uppá spæl.
Tríggir dreingir í
aldrinum 15 til 16 ár
sluppu ógvuliga væl
frá einum
ferðsluóhappi við
byrgingina í
Haraldssundi
fríggjanáttina, tá
stolni bilurin endaði
á blámanum
FERÐSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Fríggjanáttina nakað eftir
midnátt fekk løgreglan
fráboðan um, at ein vøru-
bilur varð stolin í Klaksvík.
Tað gekk striltið at finna
bilin, tí hann varð ikki
funnin fyrr enn leygardagin
klokkan 17.30.
Tá lá hann á botninum í
Haraldssundi. Fólk høvdu
varnast, at kúfangarn av
einum bili lá á vegnum, og
tí varð farið at leita har.
Dreingirnir høvdu koyrt
norðureftir móti byrgingini,
men førarin klárar ikki at
sneiða til vinstru inn á
sjálva byrgingina, og tí fer
bilurin beina leið á sjógv.
Teir tríggir sleppa heil-
skapaðir úr bilinum og
svimja uppá land. Síðani
leggja teir leiðina aftur til
Klaksvíkar, og á heim-
leiðini royna teir at bróta
inn í ein buss, sum stóð við
neystini á Strond. Tað
eydnast teimum tó ikki at
sleppa avstað við tí lítla
bussinum.
Løgreglan hevur avhoyrt
tann eina av dreingjunum,
og hann hevur viðgingið
brotsgerðina. Teir hava
brotið lógina í fleiri førum.
At koyra uttan koyrikort,
stuldur av bilinum og ikki
at hava boðað frá einum
ferðsluóhappi.
Bilurin
hevur
fingið
stóran skaða, tí hann hevur
ligið í havinum í fleiri
tímar. Bilurin hevur eisini
aðrar skaðar. Ein frosk-
maður varð sendur niður at
kann bilin, áðrenn ein
kranabilur tók hann upp.
Eitt líknandi mál var sein-
asta vikuskiftið, tá ein bilur
fór á sjógv á Borðoyarvík,
og eingin boðaði frá til-
burðinum.
ELDSBRUNI
Stefan í Skorini
Leygarmorgunin klokk-
an 11.37 varð boðað frá
einum
eldsbruna
á
Selatrað. Tað var ein
smátta á skótadeplinum,
sum eldur var komin í.
Konfirmantar vóru á
legu og búðu í smáttuni.
Við sær høvdu tey
hitablásara, og tað var av
hesum blásaranum, at
eldur var komin í.
Sløkkiliðið var bein-
anvegin á staðnum og
basti eldinum. Smáttan
stóð tó ikki at bjarga, og
dreingirnir, sum búðu
har, mistu alt, teir høvdu
við sær.
Løgreglan í Runavík
hevur annars havt úr at
gera hetta vikuskiftið. Á
Strondum rendir ein
bilur á tveir dreingir á
súkklu,
sum
koyrdu
útfyri bilin. Báðir fóru á
sjúkrahúsið, og tann eini
hevur
helst
brotið
beinið.
Í Leirvík var fráboðan
um herverk. Har hevur
onkur verið í innkoyr-
ingini og sett hol á tvey
hjól, áðrenn gernings-
maðurin hevur tømt eitt
ruskílat omanyvir bilin.
Harumframt er herverk
framt kring húsini.
SPRINGARAR
Stefan í Skorini
Leygarmorgunin klokk-
an 9.20 var ein flokkur
av springarum á veg inn
á Gøtuvág, har menn
stóðu klárir at drepa.
Sýslumaðurin noktaði
tó fyri, at drápið skuldi
fara fram. Hann gav boð
um at lata teir fara aftur.
Hetta kom væl við hjá
klaksvíkingum. Tí løtu
seinni, umleið klokkan
10.30,
verður
sami
flokkur av springarum
hildin til á vágni í
Klaksvík.
Talan var um ein lítlan
flokk av springarum, 55
í tali. Sýslumaðurin gav
í hesum førinum loyvi til
drápið, og tað gekk væl.
Eini 50 fólk vóru við í
drápinum, og býtt varð í
drápspartar. Ógreitt er,
hví tann eini sýslu-
maðurin gav forboð, og
hin gav grønt ljós.
Leygardagin valdi
Høgni Johannesen,
sum er trúboðari í
Pakistan, at koma
heimaftur til Føroya.
Støðan í landinum
var ov hættislig hjá
honum og konuni at
vera verandi. Orsøkin
er hóttanin frá
víðgongdum
muslimum
PAKISTAN
Stefan í Skorini
Í seinastu viku skrivaðu vit
um Høgna Johannesen,
sum tá var staddur í Lahore
í Pakistan í sambandi við
trúboðaravirksemi. Hann
greiddi tá frá, at støðan í
landinum var hættislig, og
at hann tá ikki visti, um
hann kom heimaftur.
Leygardagin settu hann
og kona hansara seg í eitt
flogfar í Islamabad og hildu
leiðina heimaftur.
– Vit høvdu ein fund á
skúlanum, har eg undirvísi,
og avgerð varð tikin um, at
niðurleggja virksemið í
eina tíð. Teir flestu vestur-
lendingarnir
eru
farnir
heimaftur,
men
nakrir
valdu at vera verandi.
Skúlastjórin hjá mær, sum
er pakistani, hevur sent
familjuna til Evropa, men
hann sjálvur er farin undir
jørðina at goyma seg, sigur
Høgni, sum nú er í Keyp-
mannahavn.
Tað er ikki beinleiðis
orsakað av hóttanini um
kríggj móti Afganistan, at
Høgni er rýmdur. Hann
greiðir frá, at tíðindi gingu í
Lahore um, at víðgongdir
muslimar
lótu
stórar
peningaupphæddir til tann,
sum kom við einum hvítum
vesturlendingi livandi ella
deyðum.
Tað kristna umhvørvið er
eisini
undir
støðugari
hóttan,
tí
hugburðurin
mótvegis vesturheiminum
og
kristindóminum
er
ógvuliga fíggindasinnaður.
Orsøkin er tann ameri-
kanska hernaðardubbingin
í økinum.
– Vit rýmdu av skúlanum
um náttina av ótta fyri
álopi.
Teir
muslimsku
prestarnir hava øst fólkið
upp móti teimum kristnu og
hvítum, og tí var tað
vandamikið hjá okkum at
vera verandi, greiðir Høgni
frá.
Annars
hevur
Høgni
blandaðar kenslur, nú hann
er heimkomin. Hann hugs-
ar nógv um vinir og kenn-
ingar í Pakistan, sum
kanska eru í vanda, og
familjan hjá konuni er
eisini eftir. Hann er tó eisini
glaður fyri at vera heima
aftur.
– Vit royndu at halda út
og vera verandi, men eg og
konan máttu velja, og vit
fóru so heim, sigur Høgni
Johannesen at enda.
Ungir tjóvar koyrdu á sjógv
Høgni Johannesen komin aftur úr Pakistan:
Støðan var ov hættislig
Høgni Johannesen og kona hansara, Shamila, valdu at rýma úr Pakistan, nú støðan í landinum
versnar
Springaradráp
í Klaksvík
Eldsbruni á Selatrað
Stuldur í Klaksvík
Hesin bilurin varð meldaður stolin í Klaksvík
leygarnáttina. Hann varð funnin aftur í Uppsalagøtu.
Verri var við byrgingina í Haraldssundi, har ein annar
stolin bilur fór á bláman
Í síðstu viku vóru
hvalbingar í Lítlu
Dímun í tveir dagar.
Tað vóru tveir langir
og strævnir dagar,
men slaktið kundi
verið betri
SEYÐAHALD
Áki Bertholdsen
Hvalbingar og sandvík-
ingar hava altíð verið spent-
ir uppá at fara í Lítlu Dìm-
un eftir slakti. Í ár var
spenningurin serliga stórur
og tað av tveimum orsøk-
um: Onnur orsøkin var, at
fyri veður eydnaðist tað
ongantíð í fjør at sleppa í
Oynna, sum Lítla Dímun
verður nevnd á manna-
munni í Hvalba og í Sand-
vík. Hin orsøkin er, at tað
nú er so nógvur vargur í
Oynni, at teir hava sett sær
fyri at fáa tiknan av og at
fáa nýtt slag sett út.
Tí høvdu teir gjørt seg út
til at liggja nátt í Oynni, tá
ið teir loystu frá landi í
Hvalba í dýrdarveðri tíðliga
mikumorgunin.
Tilsamans vóru 34 mans
uppi í oynni og tað er nakað
lítið, tí tað er nógv og tungt
arbeiði at gera.
Tá í teir komu aftur
klokkan gott níggju hós-
kvøldið staðfesti formaður-
in fyri Oynna heilt stutt, at
tað kundi gingið betri.
– Vit róku í tveir dagar og
vit høvdu góðar 430 seyðir
á hondum.
Etir, at teir vóru komnir í
rættina tann fyrra dagin,
fóru teir aftur vestur á
oyggj at taka seyð. Har
gingu einir 40 seyðir eftir
og tað eydnaðist at taka
einar 30 av teimum í bakk-
anum og hann varð koyrdur
beinleiðis í bátin.
Harafturat var tað mesta
av gomlum seyði í rættini
tikið og somuleiðis seyður
við fullari ull, sum ikki
hevur verið inni leingi
Menninir,
sum
róku,
høvdu trol ímillum sín og
soleiðis fingu teir tikið heilt
fitt av seyði, sum legði á og
annars hevði sloppið.
Mett var, at einir 130
seyðir vóru úti eftir og dag-
in eftir varð aftur roynt at
taka teir.
– Men tað gekk sera illa.
Vit vónaðu at fáa gott og
væl helvtina av tí, so hóast
vit royndu tvær ferðir,
fingu vit ikki meiri enn
einar gott 30.
– Restin læt seg snøgt
sagt ikki taka. Teir fóru
longur og longur niður í
bakkan og einar 15-20 lupu
út berginum í tann vissa
deyðan, heldur enn at teir
lótu segt taka.
Av tí, teir, teir høvdu tik-
ið, vórðu seyðir 130 seyðir,
sleptir útaftur, mest lomb.
11 til gyllinina
Tilsamans var úrslitið, at
góðir 380 seyir vórðu førdir
til lands.
Tað gevir 11 seyðir til
hvønn gyllin og tað er tvær
ferðir so nógv, sum vanligt
hevur verið.
Men orsøkin til, at so
nógv varð tikið, var partvís,
at ikki varð rikið í fjør og
partvís tað, at so nógvur
vargur, sum gjørligt varð
tikin hesar báðar dagarnar.
Men eftir ganga nú einir
100-130 seyðir, sum er
vargur og sum ikki hevur
verið á hondum.
Eliesar Poulsen sigur, at
verður ein góður dagur aft-
ur, er ætlanin at fara í
Oynna einaferð at royna at
taka hann.
Tá er eisini ætlanin at
hava byrsu við og at skjóta
sum mest av tí, sum teir
ikki fáa fatur á.
Seyðurin, sum var í rætt-
ini, og sum varð sleptur út-
aftur, er væl og virðiliga
markaður so at hann er
lættur at kenna aftur.
Men ætlanin er eisini at
stika betri á Oynni, fyri at
raksturin næsta ár skal
ganga betri.
Samstundis er avtalað, at
hvør av eigarunum skal
føða eitt lamb upp á hvønn
hálvan gyllin at sleppa út í
Oynna í vár og somuleiðis
eitt næsta ár. Men teir, sum
vilja kunnu lata bæði lomb-
ini í ár.
Soleiðis er ætlanin at fáa
eitt sindur av slakti av
Oynni aftur næsta ár, tó at
tað helst verður eitt sindur
minni enn í ár.
Men hesuferð var slaktið
onki at reypa av. Nakað
varð selt og býtt varð so-
leiðis, at eigararnir fingu
fimm seyðir upp á hvørja
hálva gyllin.
– Hjá onkrum hevur
vektin ligið um 144-145
pund tilsamans, tað gevur
29 pund í miðal upp á
seyðin.Tað er nakað lítið, tí
av tí, at seyður varð tikin av,
var nógvur vaksin seyðir
uppi ímillum.
Eliesar Poulsen sigur, at
nógv av lombunum vóru
smá, væl undir 20 pund,
men ein høvuðsorsøk til tað
er, at tað varð ikki rikið í
fjør.
Tveir strævnir dagar í Lítlu Dímum
Elsti og yngsti maður í Lítlu
Dímun hesuferð, 76 ára
gamli Allon og 11 ára gamli
abbasonurin, Allan. Teir eru
júst komnir í land av
bátinum. Seyðurin er fingin
undir tak og teir hava sett seg
at rinda møðina eina løtu,
eftir tveir strævnar dagar
Eliesar Poulsen, formaður fyri Lítlu Dìmun, sigur, at raksturin kundi gingið betri og slaktið var
heldur onki at reypa av. Men viðrar tað seinni, ætla teir sær í Lítlu Dímun eftir seyði einaferð
afturat og tá skulu teir hava byrsu við at skjóta varg
C
M
Y
K
7
6