hósdagur 5. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2009
Sambært Sverra
Hansen, stjóra í Út
norðurgrunninum,
hevur Hoyvíks
sáttmálin onki við
trupulleikarnar
hjá føroyskum
byggifyritøkum at
gera. Heldur er tað
vantandi lógarverk
í Føroyum, ið hevur
skuldina. – Hevði
sjúkrahúsið verið
boðið út fyri einum
árið síðani, so høvdu
vit bara kallað tað ein
góðan handil, vísir
Sverri Hansen á
Íslandssáttmálin
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Mikið kjak hevur stungið
seg upp um Hoyvíkssátt
málan, eftir at íslendska
fyritøkan TGVerk fekk
arbeiðið at gera umvælingar
á Landssjúkrahúsinum. So
kallaði
Íslandssáttmálin
hevur
fingið
skotið
í
skógvarnar at hava skuldina
av, at íslendingar kunnu
dumpa prísirnar á føroyska
byggimarknaðinum,
nú
Ísland er í kreppu, og tí hev
ur ein veikan valuta. Hetta
betrar sjálvandi kappingar
føri hjá íslendingum í mun
til føroyingar.
Tað er ikki Íslandssátt
málin, sum er trupulleikin.
Tað eru vit, sum ikki hava
lóggivið fyri at fyribyrgja,
at útlendingar dumpa prís
irnar her, staðfestir Sverri
Hansen.
Í Íslandi vera føroyingar
nevndir við navnið saman
við EFTA og EBS í øllum
lógum, sum handla um prís
á arbeiðsmegi. Íslendsku
lógirnar staðfesta, at út
lendingar ongantíð kunnu
geva lægri lønir, enn íslend
ingar geva sínum egnu.
Darvaði ikki
Seinastu árini hava útlend
ingar gjørt ymisk arbeiðir í
Føroyum, har teir ikki hava
fingið somu løn sum før
oyingar skuldi fingið, men
tá var hetta ikki sæð sum
ein trupulleiki.
Tað er eitt samanfall av
nógvum tingum, sum ger,
at vit brádliga síggja hetta
sum ein trupulleika. Hevði
sjúkrahúsið verið boðið út
fyri einum árið síðani, og
útlendingar havt besta boð
ið, so høvdu vit bara kallað
tað ein góðan handil, tí tá
høvdu føroyingar sjálvir
nóg mikið at gera, vísir
Sverri Hansen á. Hann vísir
eisini á, at íslendingar hava
bygd Hovstunnilin, og tá
var ongin, sum segði, at
nakað var galið við tí. Hann
vísir somuleiðis á, at vit
hava fleiri onnur líknandi
mál, har mann onki segði, tí
hendurnar á føroyingum
vóru longu fullar.
Hetta snýr seg í veru
leikanum um, at mann
blandar
Íslandssáttmálan
uppí ein heilt annan pro
blemstilling, sigur Sverri
Hansen, sum heldur tað
vera undarligt, at mann
flytur fokus yvir á Íslands
sáttmálan, tá trupulleikin
liggur í Føroyum.
Loysnin
Sambært Sverra Hansen, er
ein loysn til henda trupul
leika, at mann finnur fram
til eitt lógarverk, har aðal
ráð og arbeiðsmarknaður
finna fram til eina loysn, ið
gagnar samfelagnum best.
Somuleiðis vísir hann á, at
ein møguleiki er at seta
treytir í almennu útbjóðing
arnar, vísir Sverri Hansen
á.
Eisini nevnir hann, at
føroyingar bara hava latið
staðið til, tí vit ongantíð
hava havt ein veruligan
trupulleika við kappingar
førinum fyrr.
Íslendski trupulleikin
Landið í útnyrðingi hevur
stórar trupulleika á øllum
vinnuligu økjum, og tað er
orsøkin til, at teir royna at
finna grønari fløtur aðra
staðni.
Tað er fyrst og fremst
valutaspurningurin,
ið
hevur nakað at siga. Í dag
er tað soleiðis, at íslendingar
hava ilt við at keypa tæn
astur uttanlands, lítið virk
semi er eisini í Íslandi, og tí
royna fyritøkurnar at finna
vinnuligt virksemi aðra
staðni,
staðfestir
Sverri
Hansen.
Hann vísir somuleiðis á,
at henda støða fer at halda
fram í eina tíð.
Hóast eg ikki eri í iva
um, at íslendingar fara at
koma fyri seg aftur, so fara
teir í komandi tíðum at hava
nógvar avbjóðingar. Teir
samráðast enn við IMF og
teir skulu eisini avgera
spurningin um ES, sigur
Sverri Hansen.
Tí kann mann siga, at tað
ikki verður enn, at íslend
ingar fara at hava eitt kapp
ingarføri í arbeiðsmegi, ið
er verri enn tað føroyska.
Íslendingar hava eina
sterka
byggivinnu,
sum
sjálvandi eisini roynir at fáa
sum frægast burturúr í
ringu tíðunum, staðfestir
Sverri Hansen.
Føroyingar fryst seg úti
Tvey ferðsluóhapp
av hálku
Seinasta samdøgrið hava bara tvey ferðsluóhapp verið av
hálkuni kring landið. Ein bilur fór útav omanfyri
Hvítanes. Hesin bilurin endaði á liðini, men ongin
mannskaði var. Hitt ferðsluóhappið var í Klaksvík, har
ein bilur misti tamarhaldið av hálku og kava. Hetta hevði
við sær, at hann rendi á eina annan bil. Heldur ongin
mannskaði var har. Hetta veit vakthavandi á politistøðini í
Havn at greiða frá. Hann vísir somuleiðis á, at fólk skulu
vera varin, tá tey koyra í hálku
Turkið kava av rútunum
Tá kavi kemur niður, er tað ofta kalt at fara út at turka kavan
av rútunum. Men hetta skal gerast, tí verður tú tikin, so
kanst tú missa koyrikortið. – Vit síggja ofta, at fólk bara
koyra eitt lítið hol í forrútin, men tað er ikki loyvt, vísir
vakthavandi á politistøðini í Havn á. Hann greiðir somu
leiðis frá, at tað eru ymiskar gradir av døming. Alt frá bót til
eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað er sera
týdningarmikið fyri trygdina, at man vaskar allan kavan av
rútunum á bilinum, staðfestir vakthavandi.
Sverri Hansen, stjóri í Útnorðurgrunninum, er sannførdur um, at málið, har íslendingar hava fingið arbeiðið at umvæla Landssjúkrahúsið, onki hevur við íslandssáttmálan at gera. Heldur eru tað
føroyingar, sum við vantandi lógarverkið, hava stillað seg út í kuldan
Mynd: Jens Kristian Vang