Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2009 Langur leygardagur Støkk inn á gólvið og fá eina ókeypiS sjónroynd -10% -10% -10% V/ Eydna Vágsheyg, aut. optikari Áarvegur 6 · 100 Tórshavn · Tel. 313133 Mánadagin 9. februar verð­ ur almenn móttøka á Fróð­ skaparsetrinum, í samband við at gáva verður latin úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Hetta er níggj­ unda árið á rað, at Grunnur Thorvalds av Steinum letur gávugóðs úr grunninum 60.000 kr í gávu úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum verður latið einum ungum listafólki, sum siður er. Gávan verður latin listafólki, sum nevndin metir skarar framúr, og sum tí kann koma langt á síni listarligu leið. Endamálið við grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki til at fáa sær listarliga útbúgving. Thorvald Poul­ sen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list. Tað ber ikki til at søkja pening úr grunninum, men finnur nevndin í grunninum í stað­ in sjálv fram til ung lista­ fólk, sum tey meta hava serligt hegni. Nevndarlimirnir í Grunni Thorvalds av Steinum eru: Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum og formaður í grunninum, Oddfríður Marni Rasmus­ sen, formaður í LISA og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag. Hetta er 9. árið á rað, at gávugóðs verður latið úr grunninum. Gávugóðsið var fyrstu ferð latið í 2001, og síðan hava 12 ung lista­ fólk fingið gávu úr grunn­ inum. Eitt listafólk verður heiðrað Rúsdrekka og tubbak er vandameiri enn hassj, lsd og ecstasy. Tað staðfestir ein kanning hjá bretskum professarum Professarin David Nutt frá Britain’s Bristol University kunngjørdi í farna ári eina kanning, ið staðfestir, at lóglig evnir sum rúsdrekka og tubbak eru vandameiri enn eitt nú hassj, lsd og ecstasy. Nutt hevur saman við starvsfeløgunum sínum gjørt eina sera umfatandi kanning av rúsevnum, og kanningin setir spurnartekin við, hvørt tað skal verða lógligt at drekka rúsdrekka og roykja tubbak, tá hesi evni eru vandameiri enn rúsevnir, ið eru bannað við lóg nærum allastaðni í heiminum. Nutt hevur fingið stóra viðurkenning fyri hansara kanningararbeiði, og millum annað eru profess­ arar úr høgt mettum univers­ itetinum sum Oxford Uni­ versity og University of Queensland í Brisbane samdir í, at kanningin hjá Nutt er fyrsta stigið til at meta um, hvørt lógirnar í Bretlandi og aðrastaðni eru hóskandi ella ikki. Rúsdrekka vanda- meiri enn hassj Tey eru: 2001: Rannvá Kunoy, listakvinna 60.000 kr 2002: Andrass Olsen, trambonspælari 60.000 kr Teitur Árnason, filmsleikstjóri 25.000 kr Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundur 25.000 kr 2003: Tróndur Bogason, tónleikari og tónaskald 60.000 kr 2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur 25.000 kr Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari 25.000 kr Eivør Pálsdóttir, songkvinna 25.000 kr 2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur 60.000 kr 2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi 60.000 kr 2007: Sámal Blak, myndahøggari og listamálari 60.000 kr 2008: Marianna Mørkøre, listakvinna 60.000 kr Handanin av gávugóðsinum fer fram í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya, mándagin 9. februar klokkan 14.00. Yvirlitið yvir vandamestu evnuni: 1. Heroin 2. Kokain 3. Barbiturates 4. “Street” methadone 5. Rúsdrekka 6. Ketamine 7. Benzodiazepines 8. Amphetamine 9. Tubbak 10. Buprenorphine 11. Cannabis 12. Solvents 13. 4-MTA 14. LSD 15. Methylphenidate 16. Anabolic steroids 17. GHB 18. Ecstasy 19. Alkyl nitrates 20. Khat Mánadagin verður níggjunda listafólkið heiðrað við gávugóðsi úr Grunni Thorvalds av Steinum. Seinasta, at fáa gávugóðs úr grunninum, var Marianna Mørkøre, listakvinna