Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2009 Sum liður í royndar­ verk­ætlanini at veita jarðhita til húsarhald, er jarðhitask­ipan nú sett upp í hølunum hjá Jarðfeingi í Hoy­ vík­. Væntandi k­ann hendan sk­erja CO2 útlátið við umleið 35 tonsum Varandi orka Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Jarðfeingi hevur fingið sær jarðhita, eina hitaskipan, sum er sett upp á niðaru hædd í bygninginum, sum Svend Krosstein eigur. Hita­ skipanin fer væntandi at gera tað møguligt at spara CO2 útlátið við umleið 35 tonsum, um elnýtslan til hitaskipanina verður fram­ leidd við tungolju frá SEV. Undan Jarðfeingi, eru fýra aðrar jarðhitaskipanir í gongd, har hitanýtslan verður máld av Jarðfeingi. Jarðhitaskipanin tekur inn hita úr jørðini, sum verður fingin úr seks holum, ið eru borað 200 metrar niður í jørðina. Málið er at skifta oljuna út við jarðhita, sum ikki einans er bíligari, men sum eisini er ein varandi orkukelda, ið fer betri við umhvørvinum. Stórur partur av elframleiðsluni hjá SEV stavar frá varðandi orkukeldum, tískil er CO2 skerjingin munandi størri enn tey 35 tonsini, Jarð­ feingi væntar at spara. Kári Mortensen frá Jarð­ feingi sigur, at hinar fýra jarðhitaskipanir verða royndarkoyrdar í tveimum vinnubygningum og tveimum privathúsum. Fyri at síggja hvussu ein hita­ skipan virkar saman við radiatori og gólvhita, eru hús og bygningar úr ymiskum tíðarskeiðum tikin við í royndarverkæt­ lanina. ­ Hesi fáa hita úr umhvørvinum. Av samlaðu hitanýtsluni í húsunum koma umleið tveir triðingar úr jørðini og ein triðingur frá SEV. Hetta við at brúka jarðhita, er bert ein av fleiri orkukeldum. Møguleiki er eisini fyri at fáa hita út luftini ella sjónum. Sum er, er ikki loyvt at bora hol í jørðina, sum krevst fyri at ogna sær eina slíka skipan. Tað verður væntandi broytt, tá royndirnar hjá Jarðfeingi eru lidnar. Kanningarnar, sum Jarðfeingi higartil hevur gjørt vísa, at tað ber til at framleiða hita burtur úr jørðini. Kortini er neyðugt at halda fram við kanningunum, fyri at síggja um javnvág er í fram­ leiðsluni, soleiðis at hiti alla tíð er tøkur. Harafturat skal kannast, hvussu stór hol skulu borast til hvørja stødd á húsi, og hvussu nógv orka skal til ein størri virkisbygning. ­ Tað er dýrt at bora eitt hol. Men alt eftir prísi á el og olju, meta vit at við eini slíkari skipan, sleppur mann við eini afturgjaldstíð á 8 ­15 ár. Kári Mortensen á Jarð­ feingi sigur, at fyrstu úrs­ litini av kanningunum fyri­ liggja í summar, og at tað um eitt ár verður møguligt hjá privatum at ogna sær eina slíka skipan. Jarðfeingi fingið jarðhita Fólk vóru spent uppá nýggju hitaskipanina, sum varð sett upp á niðaru hædd í hølunum hjá Jarðfeingi í morgun. Fólk frá Svend Krosstein, sum eisini eigur bygningin, og danska veitaranum Danfoss, vóru til staðar, tá nýggja hitaskipanin varð tikin í brúk. Mynd: Jens Kristian Vang Mett verður, at nýggja jarðhitaskipanin kann spara 35 tons av CO2 útlátinum. Men í veruleikanum er talan um størri sparing, tí stórur partur av elframleiðsluni hjá SEV stavar frá varandi orkukeldum. Mynd: Jens Kristian Vang Broytingar ávirkar vistfrøðina Havfrøðingar, lívfrøðingar og jarðfrøðingar, sum hava kannað, hvørjar avleiðingar veðurlagsbroytingarnar hava og fara at fáa á vistfrøðina í havinum, siga seg nú kunna staðfesta við vissu, at broytingarnar fara at gagna summum pørtum av vistfrøðini, meðan aðrir partar fara at líða. Serfrøðingarnir hava gjørt kanningar í Kongsfjørðinum á Svalbard tey seinastu trý árini. Tær vísa, at sjógvurin har er vorðin millum tvey og fýra stig lýggjari, og at fiskasløg sum toskur, hýsa, sild og lodna flutt seg longri norður hesi árini. Danske Bank stóra aftur- gongd Danske Bank almannakunngjørdi í morgun úrslitið fyri 2008, og sum væntað var úrslitið nógv verri enn í 2007. Bankin hevði 2,2 milliardir krónur í avlopi í 2008, men tá er nógv sett av til tap og burturleggingar. Til samanberingar hevði bankin meiri enn 19 milliardir í avlopi í 2007. Í sambandi við roknskapin bleiv upplýst, at Danske Bank fer at siga 350 medarbeiðarum úr starvi. Eisini bleiv upplýst, at Danske Bank fer at læna 26 milliardir krónur úr tí seinna bankapakkanum. Partabrøvini í Danske Bank fullu nógv í dag. Powerwriting - fá skriviuppgávurnar frá hondini Nú er nóg mikið við at sita og stara at blanka pappíri- num... Tú hevur eina rúgva av ymiskum størri og smærri skrivi-uppgávum, sum liggja og bíða eftir tær. Men onkursvegna er stígur komin í skrivingina. Kanska tú setir ov stór krøv um innihald í mun til uppgávu. Á skeiðnum Powerwriting/Flóðskriving fært tú íkast til, hvussu tú skapar bestu karmar og fortreytir fyri at verða í eini produktivari, flótani og gleðisfyltari skrivitilgongd, tá tú skrivar greinar, frágreiðingar, uppgávur, t-postar, yrkisbrøv og annars tekstir sum so. Óansæð hvør orsøkin er, er hjálp at heinta. Við nøkrum einføldum amboðum kanst tú fáa gongd aftur á skrivingina. 26. februar kemur Bo Skjoldborg til Føroya at halda skeið um powerwrit- ing. So um tær tørvar hjálp at fáa gongd á skrivingina, eigur tú at melda til nú á www.synergi.fo. Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - tel. 32BELL (322355)