hósdagur 5. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2009
Javnstøðunevndin fær
fleiri og fleiri klagur
um, at arbeiðsgevarar
bróta lógina um
javnstøðu
Javnstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit fáa fleiri og fleiri klag-
ur frá starvsfólki um, at
arbeiðsgevarar bróta javn-
støðulógina.
Tað fortaldi Kristianna
Winther Poulsen, forkvinna
í Javnstøðunevndini á al-
mennum fundi, sum nevnd-
in skipaði fyri á Seglloftin-
um
á
Tvøroyri
mána-
kvøldið.
Hon sigur, at seinastu tíð-
ina er tað oftari og oftari
komið fyri, at arbeiðsgevarar
verða klagaðir fyri at hava
brotið javnstøðulógina.
Hon veit ikki, hví tað er
so, at alsamt fleiri arbeiðs-
gevarar verða klagaðir fyri
brot á javnstøðulógina.
Tað kann vera tí, at
arbeiðsgevarar eru farnir at
leggja minni og javnstøðu-
lógina. Men tað kann eisini
vera tí, at starvsfólk verða
meiri og meiri varug við
hendan
møguleikan
tey
hava fyri at kæra um hesi
viðurskiftini.
Sjálv hellir Kristianna
Winther Poulsen til tann
seinna møguleikan.
- Eg haldi, at vit fáa fleiri
og fleiri klagur so hvørt
sum starvsfólk varnast, at
tey hava hendan møguleikan
at kæra, tá ið tey halda, at
tey eru fyri mismuni á
arbeiðsplássinum vegna sítt
kyn, sigur hon.
Men hon heldur eisini, at
starvsfólk yvirhøvur verða
meiri og meiri tilvitað um
síni rættindi og finna seg ikki
longur í hvørjum sum helst.
- Starvsfólk eru ikki so
undirbrotlig longur, sigur
hon.
Hon sigur, at enn hevur
javnstøðunevndin ikki tikið
støðu til nakrar av hesum kær-
unum, so hon dugir ikki at
siga, um kærararnir fáa við-
hald í, at arbeiðsgevarin hev-
ur brotið lógina, ella ikki.
Mest kvinnur
Kristianna Winther Poulsen
sigur, kærurnar vísa, at tað
í mestan mun eru kvinnur,
sum føla seg verða fyri
mismuni.
- Nakrar kærur eru frá
kvinnum, sum siga, at tær
verða sagdar upp av tí, at
tær eru blivnar við barn.
- Men kærur eru eisini
frá kvinnum, sum hava ver-
ið í barnsburðarfarloyvi,
men sum so fáa verri treytir
á arbeiðsplássinum tá ið tær
koma aftur til arbeiðis, enn
tær høvdu frammanundan.
Men tað eru eisini onkrar
kærur frá monnum, sum
halda, at teirra sømdir at fáa
barnsburðarfarloyvi,
eru
verri enn tær hjá kvinnum.
Forkvinnan í javnstøðu-
nevndini sigur, at tað eru
bæði arbeiðsgevarar á priv-
ata arbeiðsmarknaðinum og
á almenna arbeiðsmarknað-
inum, sum verða klagaðir.
Avmarkaða heimild
Spurningurin er so, hvørjar
heimildir javnstøðunevndin
hevur í sambandi við tær
kærur, sum koma.
Hvat
kann
javnstøðu-
nevndin gera í teimum
førum, har hon kemur til ta
niðurstøðu, at arbeiðsgev-
Kvinnurnar hava
sjálvar ein stóran
part av skyldini fyri,
at javnstøðan er
so vánalig, heldur
landsstýrismaðurin í
javnstøðumálum
Javnstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Kvinnur skulu brúka
albógvarnar meiri.
Soleiðis tók Johan Dahl,
landsstýrismaður í javn-
støðumálum turrisliga til á
almennum fundi á Seglloft-
inum
Tvøroyri
mána-
kvøldið.
Javnstøðunevndin er farin
at ferðast kring landið at
halda fundi um javnstøðu
og fyrsti fundurin var í Suð-
uroy mánakvøldið, har eini
20-30 fólk vóru møtt upp.
Á fundinum var nokk so
nógv tosað um, hvussu tað
ber til, at tað ikki er fleiri
kvinnur frammi í vinnulívi
og, ikki minst, í politikki.
Í hesum sambandi stað-
festi landsstýrismaðurin, at
kvinnurnar mugu taka í
egnan barm, tí tær eiga ein
stóran part av trupulleikan-
um sjálvar.
Hann helt, at eitt er, at
kvinnurnar eiga at gera
meiri burtur úr at føra seg
fram - ella brúka albógvar-
nar, sum hann tók til.
Kvinnur skulu
velja kvinnur
Men so er tað eisini ein
veruleiki, at tað eru fáar av
teimum
kvinnum,
sum
verða uppstillaðar til, sum
fáa nóg mikið av atkvøðum
til at verða valdar.
Og tað var eisini á hesum
øki, at bæði Johan Dahl, og
onnur, hildu, at kvinnurnar
sviku hvørja aðrar.
- Tá ið kvinnur ikki velja
kvinnur, hvør skal so gera
tað, spurdi Johan Dahl.
Hann heldur, at kvinnur-
nar mugu fyrst og fremst
hugsa um at velja kvinnur
- At kvinnur ikki velja
kvinnur í størri mun enn
veruleikin vísir at tær gera,
sigur nokk so nógv um,
hvussu teirra hugburður er
til javnstøðu.
Javn-
støða í
Klaksvík
og í Havn
Í kvøld verður
almennur fundur
í Klaksvík um
javnstøðu og mána
kvøldið verður
fundur í Havn
Javnstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Javnstøðunevndin ferðast
í hesum døgum kring
landið og heldur almenn-
ar fundir, har upplýst
verður
um
javnstøðu
ímillum kynini.
Endamálið við fundun-
um er at økja um kunn-
leikan til og áhugan fyri
javnstøðuspurningum í
føroyska samfelagnum.
Fyrsti fundurin var á
Tvøroyri
mánakvøldið
og nú verður hildið fram
við almennum fundi í
Klaksvík í kvøld, áðrenn
rundferðin
endar
við
almennum fundi í Havn
mánakvøldið.
Fundurin í Klaksvík
verður í Atlantis Bio í
kvøld og fundurin í Havn
mánakvøldið verður í Mið-
lahúsinum í Vágsbotni.
Báðir fundirnir byrja
klokkan 19.30 og báðir
fundirnir verða skipaðir
sum pallborðsfundur.
Men tað verður eisini
høvi hjá fundarfólki at
spyrja og annars at siga
sína hugsan.
Johan Dahl, landsstýris-
maður í javnstøðumálum
verður við á báðum fund-
unum.
Í Klaksvík sita haraftur-
at Gunvá við keldu, ný-
valdur borgarstjóri í Klaks-
vík og Annleyg Lamha-
uge, blaðstjóri á Kvinnu,
við Pallborðið. Orðstýrari
verður Solby Eliassen
Við pallborðið á fund-
inum í Miðlahúsinum
mánakvøldið, sita Sonja
Jógvansdóttir, samskipari
á Samtaki og Ása Andrea-
sen, stjóri og eigari í fyri-
tøkuni Synergi. Orðstýr-
ari verður Georg L. Peter-
sen.
Johan Dahl:
Kvinnur skulu brúka albóg
Á almennum fundi um javnstøðu á Tvøroyri mánakvøldið staðfesati Johan Dahl,
landsstýrismaður í javnstøðu, at kvinnurnar mugu taka í egnan barm, tí tær hava sjálvar ein
stóran part av skyldini av, at so fáar kvinnur eru við í politikki
Klagað arbeiðsgevarar fyri at bróta
Danir færri nýtslulán
Danir læna færri pengar nú til nýtslulán enn fyrr. Ein
uppgerð vísir, at nýtslulánini minkaðu eina hálva milliard
í síðsta ársfjórðingi í fjør, soleiðis at tey komu niður á
góðar 21 milliardir um ársskiftið. Danska hagstovan
sigur, at hetta er fyrstu ferð síðani 2004, at nýtslulánini
eru minkað. Steen Bocian, búskaparfrøðingur hjá Danske
Bank, sigur við Ritzau, at annaðhvørt ansa danir betur
eftir, hvat teir brúka pengar til, ella er tað vorðuð truplari
at fáa nýtslulán.
Meiriluti fyri hvalaveiði
Tað er líkt til, at fyrrverandi íslendski fiskimálaráðharrin,
Einar K. Guðfinsson, hevði fólkið aftan fyri seg, tá hann í
seinastu løtu gjørdi av at heimila íslendskum hvalabátum at
veiða stórhval tey næstu fimm árini. Í hvussu er vísir ein
meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt, at 67 prosent av
teimum spurdu taka undir við at taka hvalaveiðina uppaftur.
20 prosent siga nei, og 13 prosent vita ikki. Nýggja
íslendska stjórnin ætlar at ógilda avgerðina hjá Einari K.
Guðfinssyni ella at avmarka veiðiheimildina.