Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2009 arin hevur brotið lógina? - Tað er ein spurningur, sum eitt sindur ógreiður. Men vit kunnu heita á arbeiðs- gevarin um at taka ávís stig í einum málið, eitt nú at betala endurgjald. Men tað stendur til arbeiðsgevaran sjálvan um at fylgir okkara áheitan ella ikki. - Men javnstøðunevndin hevur so eisini tann møgu- leika at fara í rættin við ein- um arbeiðsgevara. - Nevndin kann eisini mæla tí, sum hevur verið fyri órætti, at stevna arbeiðs- gevaranum og so mæla vit til, at viðkomandi fær fría rættargongd. - Kvinnur mugu hugsa fyrst og fremst hugsa meiri um at velja kvinnur. Gjørdu tær tað, høvdu tær helvtina av løgtinginum. Hann staðfesti eisini, at menn hugsa ikki so nógv um javnstøðu. - Javnstøða fyllir ikki so nógv í hugaheiminum hjá monnum, segði Johan Dahl. Eigur at bera til Annleyg Lamhauge, sum er blaðstjóri á Kvinnu, stað- festi, at hjá kvinnum er van- ligur hugburður, at tær fara ikki at velja eina kvinnu, bara tí at hon er kvinna. Men hon helt, at serliga nú Føroyar eru eitt valdømi, átti at borið til at funnið eina onkustaðni, sum var verd at seta krossin við. Hon nevndi eisini, at í Noregi er tað beinleiðis lóg- arkrav, at 40% av nevndar- limum skulu vera kvinnur. Anna Mortensen, sum er ein oddakvinna í kvinnu- felagsskapinum Valkyrjur- nar í Suðuroy, vísti á, at á býráðsvalinum á Tvøroyri í november, var tað bara fimta hvør kvinna á Tvøroyri, sum valdi eina kvinnu til. Hon spurdi, hvussu tað ber til, at ikki í minsta lagi kvinnur sjálvar, vildu hava kvinnur at taka avgerðir saman við monnunum. - Merkir javnstøða onki fyri teirra lívsdygd, ella eru tær líkaglaðar og raðfesta onnur viðurskifti, spurdi hon. Javnstøða í skúlarnar Annars heldur Johan Dahl, at tað er neyðugt at fáa javn- støðu inn í skúlarnar og at gera neyðugt undirvísingar- tilfar um hetta. Hinvegin staðfesti hann, at tað er eitt krav, at hugsað verður um javnstøðu, tá ið stovnar, nevndir og ráð hjá tí almenna skulu mannast. Men tað hevur ikki gingið serliga væl at lúka hesar ásetingar, sjálvt um lands- stýrið roynir sum frægast at tryggja javnstøðu í ráðum og nevndum. Annars mælti Johan Dahl til varsemi í at lóggeva fyri javnstøðu, tí hann helt, at frægasta leiðin fram, er sam- skifti fyri at økja forstáilsi fyri báðum kynunum. Annleyg Lamhauge vísti á, at javnstøða skal byrja í heiminum við uppalingini. Hon heldur, at gentur og drongir skulu uppalast eins, so at gentur sleppa við á fjall og á flot og at drongirnir byggja perlur. Í hesum sambandi nevndi Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevnd- ini, at nú er ein kanning sett kanning í verk fyri at vita um undirvísingartilfarið í 1., 2. og 3. flokki livir upp til javnstøðuhugtakið. Í Javnstøðulógini stendur, at fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til javnstøðunevndina. Heldur javnstøðunevndin, at ein almennur stovnur, einstaklingar, felag, virki ella líkn­ andi, hevur brotið lógina, skal nevndin innan 14 dagar eftir at málið er viðgjørt av nevndini, senda áheitan til avvarðandi um at fáa lógarbrotið rættað innan 2 vikur. Men førdi áheitanin ikki til nakað úrslit, kann javnstøðunevndin: 1) heita á ákæruvaldið um at reisa ákæru, 2) mæla til, at tann, hvørs rættindi eru brotin, fær fría rættargongd til rættarmál um samsýning. 3) leggja málið fyri rættin í borgarligari rættargangssókn um, at framferðarhátturin hevur verið í stríð við lógina, 4) tá ið talan er um almennan myndugleika ella stovn, at heita á viðkomandi yvir­ skipaða stovn um at áleggja viðkomandi myndugleika ella stovni at broyta avgerð ella framferðarhátt. Hjálpir hetta ikki, skal farast fram sambært nr. 1­3. Kæra og revsing gvarnar a lógina um javnstøðu Fundarfólkið á Tvøroyri hoyrdi Kristionnu Winther Poulsen, greiða frá, at javnstøðunevndin fær fleiri og fleiri kærur og flestu kærurnar eru frá kvinnum, sum føla seg traðkaðar undir fót av arbeiðsgevaranum í sambandi við barnsburð Eimskip fall nógv Íslendska flutningsfyritøkan Eimskip er fallin nógv í virði, síðani felagið kunngjørdi sítt risastóra hall í fjør. Íslendsku fjølmiðlarnir skriva, at virðið á partabrøvunum í Eimskip fall heili 45,55 prosent í keypshøllini í Reykjavík í gjár. Tað merkir sambært Morgunblaðnum, at marknaðarvirði felagsins er beint oman fyri eina milliard íslendskar krónur. Eitt annað íslendskt felag, sum hevur fingið ein frammaná, er íløgubankin Straumur. Bankin hevði 105 milliardir íslendskar krónur í halli í fjør, og tað er íslendskt met, skrivar Morgunblaðið. Rýma av sjúkrahúsi Tað er vorðið so strævið at arbeiða á Dronning Ingrids Hospital í Nuuk, at fleiri starvsfólk hava sagt upp. Tað eru serliga sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum kæra seg um, at ov nógv er at gera, tí ov fáar hendur eru til uppgávurnar, og tí rýma teir. Knud Erik Kleist, sum er leiðandi yvirlækni á sjúkrahúsinum, sigur við KNR, at soleiðis sum støðan er, kunnu vanligir sjúklingar vænta at bíða minst eitt ár eftir viðgerð, og fólk við eitt nú slitgikt í lendunum ella knøunum kunnu als ikki vænta at fáa viðgerð. Um Strongd Strongd er ein støða, ið eigur at verða tikin í stórsta álvara Sambært WHO er strongd nærum stórsta hóttanin móti fólkaheilsuni í vesturheiminum. WHO hevur sagt, at innan næstu 10 árini kunnu vit seta strongd í samband við 50% av øllum deyðsføllum, um vit ikki gera okkurt munagott til at bøta um støðuna. Kelda Stressforeningen Evni á degnum: Hvat er strongd - Munurin á at hava nógv at gera og strongd - Jaligar og neiligar síður av strongd - At gerast varug/ur við egna strongd - Góð og virkin amboð fyri strongd - At síggja strongd hjá øðrum - At hjálpa onnur strongd - Hví gerast vit alt meira strongd - Ongantíð aftur ov lítið av tíð! - At gerast ”heil menniskju” - Uppbyggjandi loysnir til egnar strongdartrupulleikar Ger okkurt við strongdina Tann 2. mars skipa vit fyri skeiði um strongd við Bjarna Toftegård, ein av fremstu skeiðshaldarum innan strongd í Danmark. Kom á skeiðið og lær teg at kenna munin millum strongd og at hava nógv at gera, lær at handfara og lutvíst fyribyrgja strongd bæði hjá tær sjálvum og tínum starvsfeløgum. Tú fært nøkur virkin amboð, sum tú kanst brúka, tá tú kemur aftur til arbeiðis. Tilmelding á www.synergi.fo Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - tel. 32BELL (322355) 2. mars 2009